ÓLAVUR Í BEITI
Í tilmælinum til framtíðar landbúnaðin undir heitinum »Vinnuliga nýtslan«, sigur Finnbogi Arge, at tjak hevur verið um, hvørt tað er rætt, at landið er so stórur jarðareigari, ella um landsjørðin átti at verið á privatum hondum. Eisini hevur verið ført fram, at um jørðin varð privatiserað, hevði hon verðið umsitin betri.
? Summi halda, at rætturin í galdandi lóggávu til at »arva« landsjørð í ávísum førum forðar fyri, at jørðin fer til teirra, sum høvdu fingið mest burtur úr henni. Landsjørðin er stórt sæð afturlatin fyri øllum uttan teimum gott og væl fýrahundrað fólkunum, sum nú einaferð sita við jørðini.? Uttan mun til hvørja støðu tey ymisku hava til landsjørðina, ella um mett verður, at tað at umsita landsjørð er ein framíhjárættur ella ikki, so er torført hjá festara at sammeta seg við onnur vinnurekandi, tí teir eiga ikki framleiðslutólini og eru soleiðis eisini í eini aðrari støðu viðvíkjandi skattligum avskrivingum o. ø., enn vanlig vinnurekandi eru, vísur Finnbogi Arge á.
Sámiliga inntøku
Og víðari sigur landbúnaðarmálaráðharrin, at í vinnuligum høpi er tað greitt, at gagnnýtsla og røkt av jørðini í Føroyum ikki kann hugsast, uttan so, at avkastið av jarðarbrúkinum er so mikið stórt, at tey fólk, ið velja sær hesa vinnu, fáa eina sámiliga inntøku burturúr. Landbúnaðarframleiðsla í Føroyum byggir á tað, sum kann vaksa í Føroyum. Framleiðslugrundarlagið er við øðrum orðum føroyska lendið og veðurlagið.
? Givið er, at umstøðurnar fyri størst møguligari virðisøking verða skaptar, tá jørðin verður umsitin, so hon búskaparliga kastar sum mest av sær. Hetta merkir ikki, at festarar, hvør í sínum lagi, miðvíst og fyri ein og hvønn prís skulu økja framleiðsluna. Áseyðatalið og reguleringar í hagalógini seta sínar natúrligu avmarkingar fyri ovurframleiðslu. Alt eftir stødd, høgleika og alternativum vinnumøguleikum, sum t.d. vistfrøðiligari framleiðslu o.a., verður tað upp til tann einstaka (í samráð við Jarðarráðið) at leggja langtíðarætlanir fyri festið, sigur Finnbogi Arge.
Avleiðingar
? Íløgur í fjós, neyt o.a. verða ikki størri, enn framleiðslan og marknaðurin kunnu bera. Íløgur skulu ikki gerast við rakstrarstudningi sum grundarlag, tí úrslitið verður størri framleiðsla, enn marknaðurin vil keypa. Serligur dentur verður lagdur á at fylgja ásetingunum í galdandi lóggávu.
? Har tað verður staðfest, at festari ikki heldur skyldur sínar viðvíkjandi gagnnýtslu og røkt av jørðini, kríatúrum, bygningum, lánunum úr Jarðargrunninum, skal Jarðarráðið taka støðu festarans til viðgerðar og áleggja festaranum at fáa viðurskiftini í rættlag. Verður áheitanin ikki fylgd, fær tað avleiðingar fyri viðkomandi festara.
? Samanumtikið merkir hetta, at festari, sum røkir sínar skyldur og í verki vísir dugnaskap, fær møguleika til - í størri mun enn higartil - at økja um vinnuligu nýtsluna av festinum. Hinvegin fær tað avleiðingar fyri framíhjárætt festarans, tá misrøkt og skyldur mótvegis Jarðargrunninum ikki verða hildnar.
Og at enda sigur Finnbogi Arge í tilmælinum, at vinnuligu karmarnir eiga at verða støðugt raðfestir, soleiðis at vinnan fær rúm, ræsur og frið at virka eftir greiðum og nærri ásettum treytum. Við støði í galdandi lóggávu fer Vinnumálastýrið at miða ímóti at byggja eina fyrisiting upp, sum er væl samskipað og gera greiðar og vællýstar mannagongdir, so fyrisitingin kann virka á høgum tænastu- og vitanarstigi.