? Eg vænti ikki ruðuleika. ? Men ivaleyst verður okkurt, sum verður fólki til forargilsi.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, heldur, at tað fer at fer at ganga, at hava ?Claymore? í rutusigling ímillum Havnina og Suðuroynna, ímeðan Smyril er á beding í einar seks vikur.
Hann sigur, at hóast Claymore er væl minni enn Smyril, skuldi hann nøkta tørvin á Suðuroyarleiðini.
Men hann sigur eisini, at skal tað ganga, skal eitt sindur av lagaligheit til.
Eitt nú ivast hann ikki í, at tað verður onkuntíð, at tað ikki fer at bera til hjá fólki at sleppa aftur og fram akkurát tann túrin tey hava ætlað.
Hann sigur, at tað er avgjørt, at ?Claymore? skal sigla tvær ferðir um dagin, hvønn dag í viku.
?Sostatt fáa vit flutt 600 ferðafólk og 100 bilar um Suðuroyarfjørð um dagin og tað eigur at nøkta tørvin yvirhøvur.
Hann sigur, at vanliga eru ikki meiri enn 250-300 fólk við Smyrli eitt fríggjakvøld ella eitt sunnukvøld, so vanliga skuldi tað borið til við Claymore.
Hinvegin sær hann ikki ljóst uppá møguleikan at sigla ein triðja túr um náttina.Tað fer at krevja eina heilt aðra tilrættislegging, tí tá skal so ómetaliga nógv annað í sving afturat.
Spurningurin verður, hvat vit gera, tá í okkurt serligt er á vási, sum fer at bera í sær, at nógv fólk skal ferðast.
Tað kann verða ein stevna, ein ítróttarhending, ella okkurt annað.
Eitt nú hevur verið ætlanin, at hornorkesturstevna, skal verða í Suðuroy, eitt av næstu vikuskiftunum og tað verður bæði Norðyarstevna og aðrar stevnur við, ímeðan Smyril er á beding.
? Tá mugu vit bara vóna, at fólk vilja laga seg til tær broyttu umstøðurnar og at tey spjaða seg eitt sindur út á fleiri túrar, so at ikki øll fara ísenn.
? Eitt nú kann hugsast, at summi fara hóskvøld og gista eina nátt eyka, og onnur fara fríggjamorgun, ístaðin fyri at øll troka seg saman um túrin fríggjakvøld.
Hinvegin ætlar Strandferðslan at gera, hvat hon kann fyri at Smyril skal verða tøkur aftur til Jóans-ku seinast í juni.
Raðfestast høgt
Strandferðslustjórin heldur, at tann stóri spurningurin verður, hvussu ?Claymore? fer at klára at flyta allan tann nógva farmin, sum er at flyta ímillum Suðuroynna og Havnina.
?Í fyrsta lagi mugu vit vóna, at fólk fara at aftra seg við at taka bilin við, so at tað verður minni at føra av teirri orsøk.
? Men harafturat mugu vit so umhugsa at lýsa nakrar túrar at vera farmatúrar burturav, so at fólk vita, at í hvussu so er teir túrarnar skulu tey ikki vænta at fáa bilin við sær.
Hann hugsar fyrst og fremst um túrin av Tvøroyri til Havnar hóskvøld, tá ið tað er nógvur fiskur við, sum skal til Danmarkar við Norrønu.
Í øllum førum er tørvurin hjá vinnulívinum eitt mál, sum vit fara at raðfesta h-gt, sigur strandferðslustjórin.
Strandferðslan fer fyrsta dagin at lýsa, hvussu ferðaætlanin verður ímillum Suðuroynna og Havnina ímeðan Smyril er á beding.










