Á heimasíðuni hjá VIT stendur millum annað at lesa:
4.mai varð nýggja grindin á alnetinum, in.fo, tikin í nýtslu. Á in.fo eru tíðindi, fótbóltshagtøl, sjónvarpsskráin, veðrið og møguleiki er at senda SMS-boð.
Kappingin um føroysku brúkararnar á alnetinum harðnar í hvørjum, og í dag læt so ein nýggj grind - ella portalur, sum tað eisini verður nevnt - upp.
Talan er um heimasíðuna in.fo (http://www.in.fo), sum hevur farið í kapping við eitt nú Leitel og Olivant. Tað er VIT sp/f, sum hevur gjørt in.fo, sum ætlandi verður grindin hjá telefelagnum Alnót.
Hugsanin við eini grind er, at hon er portrið til alnetið. Á in.fo verður tú kunnaður um mest sum alt, sum fyriferst í Føroyum og í útheiminum. Høvuðstænasturnar á in.fo í løtuni eru tíðindi og heimasíður.
Sostatt er talan um eina beinleiðis avbjóðing móti Føroya Tele, sum við broytingini av heimasíðuni (á 4 ára føðingardegi Olivants), hevur lagt seg eftir at lofta føroysku brúkarunum á veg inn á Alnetið.
Sum teimum flestu kunnugt, eru tað fólkini aftanfyri VIT, ið eisini hava tikið stig til telefonfelagið Alnót Com, sum eftir ætlan fer at taka kappingina upp við Føroya Tele innan telefonsamskifti her á landi og uttanlands.
Um vit skilja tíðindaskrivið rætt, merkir hetta, at hendan heimasíðan er eitt alternativ til Olivant.fo, og soleiðis verður longdi armurin hjá nýggja telefelaginum.
Tíðindi hava stóran leiklut
Um tíðindatænastuna hjá in.fo Verður í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá VIT, greitt frá:
Á in.fo kanst tú lesa nýggjastu tíðindini úr Føroyum og úti úr heimi. Dentur verður lagdur á at geva skjótar og greiðar upplýsingar um tað, sum hendir bæði her heima og uttanfyri Føroyar. Tíðindini á in.fo verða dagførd alla tíðina, soleiðis at in.fo altíð eru fyrst við tí nýggjasta.
Sostatt enn ein avbjóðing til bæði konventionellu og ravtøkniligu tíðindatænasturnar her á landi.
Eisini heimasíður
in.fo leggur stóran dent á at vera ein tænastumiðil, ið kann flyta brúkarin skjótt og lætt millum heimasíðurnar her á landi. Millum annað verður sagt:
Á in.fo eru flest allar føroyskar heimasíður, og heimasíður við tilknýti til Føroyar skrásettar. Um tú hevur eina heimasíðu, sum tú vilt at onnur skulu finna skjótt og lætt, so er besti mátin at skráseta hana á in.fo. Hetta er bæði ókeypis fyri teg og tey, sum skulu brúka síðuna.
Ókeypis
Seinast í nevnda tíðindaskrivi stendur, at tað er ókeypis at brúka in.fo, hetta tí in.fo er fíggjað av sponsorum.
Okkara metan
Í sambandi við at síðan er byrjað í farnu viku, hildu vit at tað var uppá sítt pláss, at vit her komu við eini umrøðu av heimasíðuni, og ongin umrøða uttan ummæli, sum vit hava tikið við seinast í greinini.
Vit hava roynt síðuna, og halda at hon roynist sera væl. Eitt, sum ger at hon er løtt at nýta, er hátturin hon er sett uppá. Eitt nú eru tað ongin yvirdrivin frames á síðuni, sum gera brúkaran ørkymlaðan.
Eitt, sum tó altíð er eitt sindur keðiligt við slíkum síðum, eru teir nógvu reklamubannararnir, men teir mugu sjálvsagt vera við, og teir mugu eisini vera so sjónligir sum gjørligt, fyri at slík heimasíða kann vera ókeypis.
Hetta kundi leitt okkum inn á eitt minni hugsunareksperiment um komandi telefonfelagið, Alnót Com. Munnu hesir fara at gera tað sama sum amerikonsku telefyritøkurnar, við ókeypis fartelefonum. Í USA er tað nevniliga soleiðis, at um tú vilt góðtaka at verða avbrotin umleið annanhvønn minutt av einari reklamu, sleppur tú undan at rinda fyri talutíðina.
Annars kann nevnast, at eins og Olivant hevur in.fo lagt seg eftir at gera kanningar. Í løtuni er ein kanning um hvussu nógv hava fingið hina navnframu Loveletter- telduvirusina sendandi. Tá vit vóru inni og atkvøddu, høvdu umleið 300 atkvøtt. Hetta er sjálvsagt langt frá líka nógv, sum tá Olivant hevði kanning um fullveldi, men tað er eisini nakað ið upptekur fólk nógv meira enn virusin.
Tíðindini tann dagin, vit royndu heimasíðuna, vóru m.a. um nýggja stjóran á Eimskip, at ein svii hevur funnið upphavsmannin til nevnda telduvirus og enn ein stjóri, tann hjá Framtaksgrunninum. Hetta vísir, at talan er um tíðindi bæði innan- og uttanlands.
Eitt, sum telur upp eftir er, at leitarin er sera lættur at nýta, og heimasíðurnar eru býttar upp í eitt sera hóskiligt evnisyvirlit.
Til seinast kann nevnast, at sniðið ikki sørt minnir um eina internetavís, og hetta er kanska tilætlað.
Fótbólturin dumpaði
Eitt, sum flestu føroyingar eru sera leiddir av, er at tá sunnudagsdystirnir í fyrstu deild eru av klokkan 17, má bíðast í nærum tveir tímar, áðrenn Útvarp Føroya kemur við úrslitunum. Her átti in.fo lagt seg eftir at komið við tíðindunum beint eftir leiklok. Serliga tá hugsað verður um, at talan er um tíðindaflutning fyri sera krevjandi brúkarum ? Alnet brúkarunum.
Tá klokkan sunnudagin, var farin av fimm, loggaðu vit á heimasíðuna hjá in.fo, fyri at vita, um teir megnaðu at bera tíðindini áðrenn ÚF, men so var ikki. Tá klokkan var 18.40, greiddi ÚF frá úrslitunum í fyrstu deild hjá monnum, meðan onki var komið fram á heimasíðuna hjá in.fo.
Betri enn SvF
Ein av høvuðsbannarunum hjá in.fo er sjónvarpsskráir. Her ber til at síggja skránna hjá SvF, bæði dagsins skrá og skráina fyri næstu vikuna. Harafturat eru ummæli av mest týðandi sendingunum. Um vit her samanbera við heimasíðuna hjá SvF, so hevur ongin skrá verið har í langa tíð, so her er nakað at heinta.
Ummæli av www.olivant.fo:
Tøknikkur:****
Stílur/snið:*****
Hentleikar:*****
Møguleikar:*****
Lætt at nýta:******
Skjótleiki:*****
Samanlagt:*****