hevur verið nógv tosað aftur og fram um útlendingarnir, sum eru í føroyskum flogbólti. Í fjør var Borko Ilic leikandi venjari í Klaksvík, men í ár hevur Mjølnir ongan útlending á liðnum. Og sjálvt um Borko [...] gingið væl í hond. Eftir ósigrar móti SÍ og Fram taptu teir fyri triðju ferð á rað, hesaferð móti Mjølni, sum hinvegin spældi sín klárt besta dyst higartil í kappingini. Mjølnir vann 3-1 í einum sera jøvnum [...] tá hann kemur í fulla venjing, verður Mjølnir enn betur fyri. So spádómarnir um, at Mjølnir fer at fáa tað trupult í ár, verða kanska gjørdir til skammar. Mjølnir tók fyrsta sett 25-23 og í øðrum setti vóru
higartil í ár hevur verið tann umborð á 8?mannafarinum hjá Havnar Róðrarfelag. Ørvur fór í Klaksvík, á Strondum og aftur í Kollafirði leygardagin sum ein pílur frammanfyri kappingarneytarnar. Í fyrstu tøkunum [...] sum sammett við í fjør hevur nýggja manning. Bara ein av teimum umborð á Knørri var eisini við í fjør. Munurin frá Ørvi og aftur til Kvívíkingin var sekstan sekund. Lotið var ímóti í Kollafirði, og tað [...] Dahl-Olsen. Ørvur var FM vinnari í 1999. Tað skal vilja heilt illa til, um 8?mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag ikki aftur í ár fer at vinna gull. Um avrikini og úrslitini í trimum teimum fyrstu kappingunum
skifti fyri Øregaard í 1966. Álitismaður var hann á fleiri økjum. Deknur í gomlu Gøtu kirkju í 5 ár frá 1967, í kirkjuráðnum 1968-72, landsskúlaráðnum 1980-84, mong ár nevndarlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag [...] børnini Elin og Jóannes, tey búgva í Syðrugøtu og Barbaru og Petur Páll, sum búgva í Havn. Á ungum árum fór Petur Eli Mikkelsen til skips; fer á læraraskúla og tekur læraraprógv í 1960. Frammanundan hevði hann [...] kassameistari. Úrmælingur var hann sum telvari; miðskeiðis í sjeytiárunum umboðaði hann Føroyar á fleiri talvstevnum í útheiminum, nevndarlimur í Talvsambandi Føroya. Evnini hevði Petur Eli at kveikja og
12.00-14.00 í 3-aranum í SMS - Leygardagin, kl. 16.00-18.00 á La Careta í Vestmanna - Sunnudagin, kl. 13.00-15.00Hotel Tvøroyri - Mánadagin, kl. 14.00-16.00 á Sjómansheiminum í Klaksvík - Mánadagin, kl [...] 30-19.30Sjómansheimið í Runavík Eins og tað hevur verið galdandi fyri tær 11, sum nú eru afturkomnar frá MAAI kappingini, so ætlar Kolla eisini at vera við í kappingini, sum verður í 2001, og sjálvandi hava [...] aftur høvi at vera við í bólki hennara. Einki er at ivast í, at tað eisini eru nógvar vakrar gentur, sum búgva uttanfyri høvuðsstaðin, so um onkur teirra gongur við einum lítlum modelli í búkinum, er bara at
og serliga í steypakappingini. Hin hálvfinalan verður leikt í Klaksvík, har Stjørnan skal royna at hevna sjey mála tapið móti Kyndli fyri tveimum vikum síðani. Stjørnan má helst metast at vera favorittur [...] tryggan sigur í hesum dysti. Seinasti dysturin hjá monnunm hetta vikuskifti verður í Havn, har Kyndil og H71 skulu royna seg. Hoyvíkingar skulu nokk ikki gera sær tær øgiligu vónirnar um stig í hesum dysti [...] leiðsluna, tær vunnu sær í fyrra dystinum. Hetta er triðja vikuskiftið á rað, at liðini bæði hittast, og hóast Neistin hevur havt munin tey bæði undanfarnu vikuskiftini, so er einki avgjørt í hesum dysti. Hetta
og sum í ár er toppskjutti, aftur í felagnum, eftir at hava verið aðra staðni, og í summarsteðgin flutti yngri beiggi hansara, Ari, aftur til barndómsfelagið eftir at hava verið í EB/Streymi í fyrru hálvu [...] spælarar, sigur ÍF venjarin Hegga Samuelsen. Dysturin í dag var tann níggjundi á rað, sum ÍF vann fulla úrtøku í. 23. juni endaði tað 2-2 í Klaksvík. Síðani tá hevur ÍF vunnið níggju dystir við samantalda [...] Tað er stórur munur á fótbóltslagnum í Fuglafirði í dag, tá ið sammett verður við, hvussu tað var fyri einum ári síðani. Fyri einum ári síðani flutti ÍF niður úr bestu deildini, fleiri av lyklaspælarunum
Fiskivinnan í Føroyum skal vera á nøkrum fáum, sterkum hondum. Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Í fiskvinnutinginum í Klaksvík mikukvøldið, gjørdi hann greitt, at í Føroyum [...] fiskirættindi verða lutað út. Tað er tann skipanin okkara kappingarneytar í Íslandi, Noregi og í ES hava. - Vit skulu ikki hava fleiri skip í fiskivinnuna. Tvørtur ímóti royna øll at effektivisera og et leggja [...] Føroyum skulu vit hava heldur færri enn fleiri reiðarí í fiskivinnuni. - Tá fara tey reiðaríini sum eru í vinnuni, at verða nóg sterk til at tey kunnu lyfta føroysku fiskivinnuna longri fram á leið og hava tey
fá ár aftur í tíðina, fiskaðu ísfiskalínubátarnir, sum lógu í oddinum í hesum partinum av okkara fiskiskipaflota, fyri einar 16-18 miljónir krónur um árið. Teir, sum um hetta mundið lógu í lakara endanum [...] miljónir krónur, sum man vera met í føroyskari línuveiði nakrantíð. Fara vit bara nøkur ár aftur í tíðina, fiskaði Klakkur, sum tá var eitt eldri skip, sum besti línubátur í Føroyum fyri einar 16-18 miljónir [...] 10-12 miljónir krónur í veiðivirði um árið. Tá føroysk línuskip fyri nøkrum árum síðan aftur sluppu á Flemish Kap at fiska, eftir at eingin vinnulig veiða hevði verið um hesar leiðir í fleiri ár, gav hetta
framgongd. Framleiðsluøkini í landinum hava í eina øld verið grundarlagið undir framgongd og útflutningi. Við tí sera avmarkandi heimamarknaði Føroyar enn eru, mugu vit síggja í eyguni, at vit hava stóran [...] er sum so ikki yvirraskandi. Politiskt hava vit í Føroyum ynskt, at tað skal verða gjørligt at búgva í flest øllum pørtum av landinum, og er infrakervið í áratíggjur útbygt eftir hesari hugsan við vegum [...] hava í huga, at tá ið okkara fólk eftir loknan lesnað skulu seta búgv, er hetta mest kostnaðarmikið í høvuðsstaðnum, tí har eru bæði leigu-, grundstykkja- og byggiprísir hægri enn úti um landið. Í Føroyum
Vinnaratíðin hjá Tvørabátinum í fjør var 4.12.06. Tíðin hjá Páll Fanga í ár var 4.19.00. Næstbestu vinnaratíðina í hesi kapping eigur Sølmundur, sum í 1983 róði teinin í tíðini 4.15.40. Triði bestu vi [...] at taka metið í ólavsøkuróðrinum. Tað eydnaðist ikki. Tvørabáturin setti met í fjør, og tað metið megnaðu klaksvíkingar ikki at taka. Tíðin hjá Páll Fanga var fjórði besta vinnaratíðin í kappingini millum [...] vinnaratíðina eigur Kollfirðingur, sum í 1992 vann í tíðini 4.18.16. At tað hesa ferð eydnaðist Páll Fanga at vinna greiðari sigur, enn nakar av hinum seks sigrunum í ár hava verið, kemst av, at teir tríggir