Hondbólturin um vikuskifti

Bæði á konu- og mannfólkasíðuni kann talan gerast um spennandi dystir hetta vikuskifti

Mugu fylgja við Stjønuni

Í høllini í Vestmannan verður dysturin millum tvey av liðunum, sum royna at fylgja við klaksvíksgentunum í toppinum. Hesu ferðina er tað VB, sum kemur norður at vitja vestmannagenturnar, og kann talan her gerast um ein sera spennandi dyst.

VB hevur enn ikki tapt nakran dyst, men við tað at tær higartil hava leikt 2 javnleikir, hava tær longu mist 1 stig til endaspælið. Serliga munnu vágsgenturnar hava orsøk til at iðra seg um javnleikin móti Neistanum í fyrsta umfari, men tað kunnu tær so ikki nýta til nakað. VÍF hevur higartil tapt 2 dystir, og skulu tær ikki verða krøktar av toppstríðnum beinanvegin, verður helst neyðugt hjá teimum at vinna dystin sunnudagin.

Í KÍ høllini tekur Stjørnan ímóti Tjaldur. Lítið er at ivast í, at Stjørnan er risastórur favorittur í hesum dysti, við tað at her er talan um dyst millum einasta liðið við fullum stigatali og einasta liðið, sum einki stig hevur fingið.


Spenningurin er í Havn

Hjá monnunum er talan somuleiðis um tveir dystir hetta vikuskifti, og verða teir báðir leiktir sunnudagin.

Í høllini á Hálsi verður dystur millum Neistan og StÍF. Strandingar hava higartil vunnið sínar dystir, men við tað at hesir allir hava verið móti botnliðunum, er eitt sindur ilt at meta um styrkina hjá teimum. Neistaliðið hevur higartil verið í eldinum 4 ferðir, og hava teir fingið 3 sigrar burtur úr hesum. Spælið hevur verið fyri hvønn dystin, men spurningurin er, hvussu langt hetta røkkur móti føroyameistarunum úr StÍF. Í øllum førum er lagt upp til eina spennandi uppgerð sunnudagin.

Í høllini í Vestmanna leika menninir beint eftir kvinnudystin. Talan verður tó helst ikki sama spenning, sum í kvinnudystinum. Higartil hevur eingin megnað at skalað mansliðið hjá vestmenningum, og tá tað higartil hevur verið eiðasørt við úrtøkuni hjá kollfirðingunum, man lítið verða at ivast í, at stigini vera verðandi í Vestmanna eftir tvær ferðir 30 minuttir.