Dáttlig vóru boðini hósmorgunin 19. apríl. Petur Eli er deyður í nátt á Landssjúkrahúsinum, kvøldið fyri var hann við sjúkrabili fluttur á sjúkrahúsið, dótturin Elin var við honum, og tað skuldi so verða síðsta ferð hansara.
Petur Eli var føddur í Syðrugøtu 10. september 1934 sonur Perlinu, f. Højgaard úr Rituvik og Poul Amaliel úr Syðrugøtu.
Ninnema og Petur Eli eiga børnini Elin og Jóannes, tey búgva í Syðrugøtu og Barbaru og Petur Páll, sum búgva í Havn.
Á ungum árum fór Petur Eli Mikkelsen til skips; fer á læraraskúla og tekur læraraprógv í 1960. Frammanundan hevði hann verið á Føroya Fólkaháskúla ein vetur og síðan á Grundtsvigs Højskole, Hillerød. Lærari var hann á Toftum 1960-67, síðani fyrstilærari við Gøtu skúla og starvaðist har, til hann gavst í lærarastarvinum í 1997.
Á so mangan hátt var Petur Eli sera virkin, eldhugaður fór hann undir uppgávur sínar, dugdi væl at læra frá sær, frásøgumaður millum teir fremstu, søgu- og kvæðafróður sum hann var. Í orðaleiki vann hann sær ofta áhugaðan áhoyraraskarða, livandi og lætt bar hann fram sínar hugleiðingar, framsøgmaður og upplesari var hann góður.
Seinast, eg hevði ta eydnu at lýða á hann, var á summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum á Svangaskarði á sumri 2001; har hugleiddi hann um barnaárini hjá bygdadreingi, tíðina mangur av hansara ættarliði minnist afturá við sorgblídni, so meistarliga hann dugdi at orðfesta seg.
Petur Eli sat sum varamaður á tingi eitt skifti fyri Øregaard í 1966.
Álitismaður var hann á fleiri økjum. Deknur í gomlu Gøtu kirkju í 5 ár frá 1967, í kirkjuráðnum 1968-72, landsskúlaráðnum 1980-84, mong ár nevndarlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag, sum formaður og sum kassameistari. Úrmælingur var hann sum telvari; miðskeiðis í sjeytiárunum umboðaði hann Føroyar á fleiri talvstevnum í útheiminum, nevndarlimur í Talvsambandi Føroya.
Evnini hevði Petur Eli at kveikja og at birta gróðurbaran hugburð. Tøgnin valdaði ikki, har hann var partur av samveruni. Íðin var hann, eisini at nýskapa og økja um virksemi í heimbygdini, m.a. tey árini brøðurnir fjøltáttu vinnulívið við mekaniska virkinum "Havídnaður".
Samstundis við ófrættuboðunum, at Petur Eli bráðliga er farin av foldum, liggur elsti bróður hansara, Petur Pauli Mikkelsen, skipari, Klaksvík, undir børu. Petur Pauli var skipari á línuskipinum "Kvikk" drúgvt áramál og gavst sum langfarafiskimaður miðskeiðis í 80?unum, síðan hevur hann róð út saman við soninum Andreas, og hava teir vunnið mangan dýra fongin til lands.
Hetta síðsta árið fór at bila við heilsuni ? Petur Pauli andaðist 16. apríl 78 ára gamal.
Vit drýpa høvur og lýsa frið yvir minnið um frægu brøðurnar Petur Paula og Petur Eli Mikkelsen.
jl.










