Eftir væleydnaðu ferðina til New York, og allar tær positivu afturmeldingar, sum hon hevur fingið um føroysku genturnar, hevur Kolla, sum Kolbrún verður rópt, gjørt av at gera enn eina ferð til Føroya.
Vil hava nýggj andlit
Uppgávan hesu ferð er eisini tengd at ferðini til New York. Sum vit skrivaðu, tá genturnar komu aftur, so tykist tað als ikki ósannlíkt, at onkrar av gentunum kunnu fáa modellarbeiði í framtíðini, og øllum hesum tekur Kolla sær av.
Partur av hesum arbeiði er sjálvandi eisini at kunna foreldrini hjá gentunum um, hvussu støðan er hjá teimum einstøku gentunum, tí í seinasta enda eru tað sjálvandi foreldrini, sum gera av, um talan verður um nakrar myndatøkur. Í øllum førum fram til genturnar hava fylt 18 ár.
Hetta verður eisini gjørt, soleiðis at foreldrini kunnu kenna seg trygg, um so er at børn teirra brádliga skulu út um landoddarnar at royna seg. Seinastu tíðina hava annars nógvar ræðumyndir verið teknaðar hesum viðvíkjandi, og sjálvandi er okkurt um tosið í ávísum førum. Sum skilst ansar Kolla tó øgiliga væl eftir, at hennara modell ikki koma sær í slíkt óføri, og verður hetta serliga gjørt við at ansa eftir, hvørjar modellstovur sleppa at nýta hennara fólk í myndatøkum. Genturnar fáa greitt at vita, um talan er um eitt arbeiði, sum hon ikki vil viðmæla, og sum hopn ikki heldur seg kunna standa inni fyri.
Umframt hendan partin av arbeiðinum, ætlar Kolla sær eisini at finna fleiri nýggj andlit, og í hesum sambandi fer hon at vitja ymsa staðni í landinum komandi dagarnar.
Skráin fyri hesa ferð er longu løgd, og komandi dagarnar verður Kolla at hitta á hesum støðum:
- Leygardagin, kl. 12.00-14.00 í 3-aranum í SMS
- Leygardagin, kl. 16.00-18.00 á La Careta í Vestmanna
- Sunnudagin, kl. 13.00-15.00Hotel Tvøroyri
- Mánadagin, kl. 14.00-16.00 á Sjómansheiminum í Klaksvík
- Mánadagin, kl. 17.30-19.30Sjómansheimið í Runavík
Eins og tað hevur verið galdandi fyri tær 11, sum nú eru afturkomnar frá MAAI kappingini, so ætlar Kolla eisini at vera við í kappingini, sum verður í 2001, og sjálvandi hava føroyingar tá aftur høvi at vera við í bólki hennara.
Einki er at ivast í, at tað eisini eru nógvar vakrar gentur, sum búgva uttanfyri høvuðsstaðin, so um onkur teirra gongur við einum lítlum modelli í búkinum, er bara at verða á staðnum, tá hon leggur leiðina framvið.










