8?MANNAFØR
Teir høvdu ikki roknað við, at tað skuldi ganga so mikið væl. Men tølini lúgva ikki. Tað er ein veruleiki, at mest sannførandi kappróðrarmanningin higartil í ár hevur verið tann umborð á 8?mannafarinum hjá Havnar Róðrarfelag. Ørvur fór í Klaksvík, á Strondum og aftur í Kollafirði leygardagin sum ein pílur frammanfyri kappingarneytarnar. Í fyrstu tøkunum hava teir fingið hann framum hinar, og so hevur yvirhøvur eingin ivi verið um fremsta plássið. Heldur hevur spurningurin verið, hvussu sannførandi sigurin hjá Ørvi hevur skula verið.
Undanfarnu ferðirnar hava Kvívíkingur og Argjabáturin kappast um næstfremsta plássið. Í Kollafirði var talan ikki um nakra serliga kapping um annað plássið. Kvívíkingar fylgdi við fyrstu hundrað metrarnar og kanska væl tað, men so tóktist tað ikki vera meiri í teimum, og tá ið av tornaði hevði Kvívíkingurin tapt fyri Ørvi, Argjabátinum og eisini Knørri, sum sammett við í fjør hevur nýggja manning. Bara ein av teimum umborð á Knørri var eisini við í fjør.
Munurin frá Ørvi og aftur til Kvívíkingin var sekstan sekund.
Lotið var ímóti í Kollafirði, og tað tóktist ikki hóva Kvívíkinginum.
Argjabáturin hevði framt onkrar justeringar, síðani tað varð róð á Skálafjørðinum. Eitt nú høvdu teir fingið ein meiri royndan kappróðrarmann at sita við stýrisvølin. Argjabáturin hekk uppi í Ørvi fyrsta lítla triðingin at teininum, men tá ið bátarnir komu á túsund metra málið, var Ørvur leysur, og so hefti tað ikki. Á málinum var munurin meiri enn tvær bátslongdir.
Ørvur gongur væl í startspurtinum, og hann gongur framúr væl í tí, sum onkrir plaga at rópa miðróðrinum. Talan er um stórar og sterkar rógvarar. Tá ið teir seta á munar tað av álvara.
? Vit høvdu ikki droymt um, at tað skuldi hilnast so væl í ár, sum tað hevur gjørt higartil. Vit fara at royna at halda fram, sum vit hava gjørt í undanfarnu kappingunum, men vit vita væl, at tað er neyðugt, at alt gongur, sum tað skal, um vit framvegis skulu vinna. Argjabáturin hevur góða manning, og tíðirnar hjá teimum eru góðar. Men higartil hevur tað hilnast heilt framúr hjá okkum, er viðmerkingin hjá bátsformanninum á Ørvi, Halgir Dahl-Olsen.
Ørvur var FM vinnari í 1999. Tað skal vilja heilt illa til, um 8?mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag ikki aftur í ár fer at vinna gull. Um avrikini og úrslitini í trimum teimum fyrstu kappingunum verða brúkt sum metingargrundarlag, so er lítið at ivast í, at FM heitið verður tryggjað undan ólavsøkuni og kanska longu, tá ið fimm av teimum sjey FM kappingunum eru farnar afturum.