Gunvá við Keldu, Borgarstjóri
----------
Tað er ikki eiti á, sum borgarstjórin í høvuðsstaðnum leikar í ímóti vinnuni úti um landið og landspolitikarum. Við hesum mugu nógvir føroyingar undrast, og spyrja seg sjálvar, hvønn er tað nú hann kappast við.
Vit hava nú ferð eftir ferð sæð borgarstjóran í Havn ført seg fram við múgvandi penni og stórum orðum, at Havnin er metropolurin, sum kappast við París, London og enntá New York – sanniliga ikki við Klaksvík, Runavík og aðrar ”smábygdir”.
Hann hevur trupult við at góðtaka, at aðrir partar av Føroyum vilja yvirliva og hava framgongd.
Framleiðsluøkini í landinum hava í eina øld verið grundarlagið undir framgongd og útflutningi.
Við tí sera avmarkandi heimamarknaði Føroyar enn eru, mugu vit síggja í eyguni, at vit hava stóran innflutning, og vit liva av útflutningi og framleiðslu. Tí er umráðandi, at framleiðsluøkini styrkjast, mennast og hava eitt breiðari grundarlag.
Borgarstjórin
má vita betur
Eg skilji slettis ikki, at hann við reinum og greiðum orðum ger seg inn á okkara vinnulívsfólk, sum við milliarda íløgum í mong, mong ár hava barst fyri at fáa rættin til at fiska, og sum borgarstjórin sigur og fær tað til: “at landið hevur latið vinnulívinum og økjunum uttanfyri Havnina 901.194.000 krónur í beinleiðis almennum stuðli!”.
Eg kann ikki trúgva, at tað er borgarstjórin sjálvur sum skrivar slíkt.
Allar Føroyar
ein útjaðari
Veruleikin er, at Føroyar eru, allar sum tær eru, ein útjaðari. Gongdin, sum Havnin nú merkir, við minkandi fólkatali og lægri burðaravlopi, er sum so ikki yvirraskandi.
Politiskt hava vit í Føroyum ynskt, at tað skal verða gjørligt at búgva í flest øllum pørtum av landinum, og er infrakervið í áratíggjur útbygt eftir hesari hugsan við vegum, tunlum og undirsjóvartunlum – umframt ferju- og tyrlusamband.
Eisini mugu vit hava í huga, at tá ið okkara fólk eftir loknan lesnað skulu seta búgv, er hetta mest kostnaðarmikið í høvuðsstaðnum, tí har eru bæði leigu-, grundstykkja- og byggiprísir hægri enn úti um landið.
Í Føroyum hava vit við útbyggingini av infrakervinum skapt møguleikar fyri eini sub-urbanisering – og møguliga er tað tað, sum nú er við at henda.
Útflutningurin
er grundarlagið
Haldi tí, at tað er lítið virðiligt av borgarstjóranum í “høvuðsstaði alra føroyinga”, sum hann sjálvur tekur til, at niðurgera vinnulívsfólk og øki kring landið við sínum greinum.
Trúgvi ikki, at føroyingar kring landið taka sær tiknir av, at Heðin kappast við metropolarnar úti í heimi, men hann eigur so sanniliga eisini at virða okkum onnur – tveir triðingar – av føroyingum, sum liva, búgva og stríðast úti í framleiðsluøkjunum, og sum liva av tí útflutningi, sum vinnan gevur.