Línuflotin lyftir reyvina úr vatnskorpuni

Tey bestu línuskipini í føroyska fiskiskipaflotanum hava nærum trífaldað veiðivirðið eftir lutfalsliga fáum árum.

 

 

Fara vit nøkur fá ár aftur í tíðina, fiskaðu ísfiskalínubátarnir, sum lógu í oddinum í hesum partinum av okkara fiskiskipaflota, fyri einar 16-18 miljónir krónur um árið. Teir, sum um hetta mundið lógu í lakara endanum, lógu um einar 10-12 miljónir krónur í veiðivirði um árið.

Tá føroysk línuskip fyri nøkrum árum síðan aftur sluppu á Flemish Kap at fiska, eftir at eingin vinnulig veiða hevði verið um hesar leiðir í fleiri ár, gav hetta eisini føroyskum línuskipum nýggjar møguleikar.

Seinnu árini hevur nógvur toskur aftur verið at fingið á Flemish Kap, og føroyski fiskiskipaflotin - og tá serliga línuskipini - hava eisini fingið ágóðan av hesum. Men, tað er langur vegur yvir á hesar leiðir. Siglitíðin er eini 7-10 samdøgur hvønn vegin - alt eftir, hvussu veðrið háttar sær. Hóast tað hevur gingið skjótt at fingið upp í skipini, er ein slíkur túrur heldur langur fyri ísfiskalínuskipini.

Tey fyrru árini vóru tó nøkur ísfiskalínuskip eisini á Flemish Kap, men hesir túrar mundu roynast misjavnir, tí siglitíðin til ísfisk í lastini gjørdist ov drúgv. Seinnu árini hevur føroyska toskakvotan á Flemish Kap verið fiskað av frystilínuskipum.

Í fjør fiskaði frystilínuskipið Klakkur fyri 49 miljónir krónur, sum man vera met í føroyskari línuveiði nakrantíð. Fara vit bara nøkur ár aftur í tíðina, fiskaði Klakkur, sum tá var eitt eldri skip, sum besti línubátur í Føroyum fyri einar 16-18 miljónir krónur.

Seinni fingu teir nýtt skip, sum nú aftur er skift út við ein enn nýggjari Klakk, sum eisini er fyrsti føroyski línubáturin, sum dregur línuna upp gjøgnum ein dragibrunn í dekkinum. Klakkur, ið var undan hesum, sum um dagarnar kom á Klaksvík, er keyptur av teimum, sum áttu Jákup B, og hetta er nú navnið á tí skipinum.

Línubátarnir, sum seinnu árini hava ligið fremstir í veiðivirði, eru serliga frystilínuskipini, Klakkur, Kambur, Eivind og Stapin. Tað hevur verið hugaligt at fylgt gongdini, har føroyski línuskipaflotin hevur megnað at økt bæði nøgdina og veiðivirði so nógv, sum hesin parturin av fiskiflotanum hevur gjørt hesi árini.

##med2##

Men, tað er ikki bara hjá frystilínuskipunum, at gongdin er vend til tað betra. Tað frættist eisini um góð ár hjá okkara ísfiskalínuskipum, sum í fjør fiskaðu fyri einar 10 miljónir krónur meira enn eitt vanligt ár fyri nøkrum árum síðan.

Línufiskiskapurin hevur verið væl betri tey seinnu árini, og tað er stuttligt at síggja, at hesin parturin av flotanum, sum í fleiri ár hevur hingið við reyvini í vatnsskorpuni, nú er við at reisa seg. Reiðaríini, sum eiga skipini, eru byrjað at tjena pengar, og tað eru manningarnar eisini.