Páll Fangi róði einsamallur

6-mannafør menn - Tá ið argastu kappingarneytarnir til oddasessin høvdu gjørt at at boykotta róðurin, var als eingin avbjóðing hjá klaksvíkingum, sum vóru nógv fremstir á mál og harvið tryggjaðu sær fult stigatal, men tað er framvegis óvist, um Páll Fangi er meistari

Tróndur Arge

Enn eina ferð var Páll Fangi fyrstur á mál. Sigurin bar við sær, at 6-mannafarið úr Klaksvík sum tann einasti báturin í hesum kapp­ingarárinum vann fult stigatal.
Sigurin hesa ferð var væl meiri sannførandi, enn allir hinir seks undanfarnu sigarnir hava verið. Páll Fangi var tvær bátslongdir frammanfyri Stráluna av Strondum, sum aftur var tvær bátslongdir framm­anfyri Skúgv úr Sandavági.
Teir á Páll Fanga søgdu seg undan róðrinum vera ógvuliga fokuser­aðir á, um tað skuldi eydn­ast hjá teimum at taka metið í ólav­søkuróðrinum. Tað eydnaðist ikki. Tvørabáturin setti met í fjør, og tað metið megnaðu klaksvíkingar ikki at taka. Tíðin hjá Páll Fanga var fjórði besta vinnaratíðin í kapp­ingini millum 6-mannafør við monn­um á Ólavsøku.
Vinnaratíðin hjá Tvørabátinum í fjør var 4.12.06. Tíðin hjá Páll Fanga í ár var 4.19.00. Næstbestu vinnaratíðina í hesi kapping eigur Sølmundur, sum í 1983 róði teinin í tíðini 4.15.40. Triði bestu vinnara­tíðina eigur Kollfirðingur, sum í 1992 vann í tíðini 4.18.16.
At tað hesa ferð eydnaðist Páll Fanga at vinna greiðari sigur, enn nakar av hinum seks sigrunum í ár hava verið, kemst av, at teir trígg­ir bátarnir, sum hava verið størstu kapp­ingar­neyt­arnir hjá klaksvíkingum, ikki tóku lut í ólavsøkuróðrinum. Talan var um Tvørabátin, Smyril úr Vági og Riddaran úr Mið­vági. Saman við Hósvíkingi nokt­aðu hesar manningar at taka lut av prinsipi­ellari grund. Mann­ingar­nar vildu ikki finna seg í, at Róðrarsambandið ikki hevði kolldømt Páll Fanga í róðrunum fyrr í summar, tá ið nógv umrøddi listin var umborð á Páll Fanga.
Eftir er hjá róðrarmyndug­leik­anum at greiða henda spurningin og harvið at finna út av, um nakar FM vinnari skal vera í 2010, og hvør tað skal verða. Tær avgerðirnar fara at vera tiknar á skrivaraborðinum, men fyri allar partar kann tað ikki vera annað enn harmuligt, at keðiligur skuggi at enda varð kastaður yvir hesa kappingina, sum hevur verið millum tær mest tøttu og spennandi, hóast hetta er einasta kappingin, har vinnarin var tann sami hvørja ferð!
trondur@sosialurin.fo

1 Páll Fangi 04:19.00
2 Strálan 04:25.17
3 Skúgvur 04:31.00
4 Húsfrúgvin 04:33.16
5 Lómur 04:33.23
6 Jarnbardur 04:35.10
7 Sølmundur 04:46.01

Endaliga støðan
1 Páll Fangi 49
2 Tvørabáturin 34
3 Riddarin 29
4 Smyril 26
5 Strálan 21
6 Skúgvur 19
7 Hósvíkingur 6
8 Húsfrúgvin 4
9 Lómur 4
10 Jarnbardur 3
11 Sølmundur 1