Gullið er á stokkinum

1. DEILD: Fuglfirðingar vunnu sannførandi sigur, tá ið uppgerð millum toppliðini var í Fuglafirði í dag

Tað er stórur munur á fótbóltslagnum í Fuglafirði í dag, tá ið sammett verður við, hvussu tað var fyri einum ári síðani.

Fyri einum ári síðani flutti ÍF niður úr bestu deildini, fleiri av lyklaspælarunum vóru farnir ella søgdust at vera á veg úr felagnum, og tað valdaði óvissa um venjaraspurningin.

 

Í dag er heilt øðrvísi. Við 3-0 heimasigri ímóti teimum næstbestu hjá KÍ fagnaðu fuglfirðingar seinnapartin sínum besta liði. ÍF verður næsta ár aftur partur av bestu deildini, og botnur er longu lagdur í fyrireikingarnar til næsta kappingarár.

 

Hegga Samuelsen hevur staðið á odda fyri liðnum, sum hevur tryggjað sær uppflyting. Sigurin í dag ber við sær, at tað nú skal ganga verri enn illa, um ÍF ikki skal vinna deildina. Nú tað resta trý umfør, er ÍF átta stig frammanfyri NSÍ og KÍ.

ÍF dystirnir, sum bíða, eru ímóti NSÍ (ú), Giza Hoyvík (h) og B71 (ú).

 

ÍF hevur sáttmála við venjaran fyri komandi kappingarár. Longu undan kappingarbyrjan var Jan Ó. Ellingsgaard, sum plagdi at vera verjuspælari, og sum í ár er toppskjutti, aftur í felagnum, eftir at hava verið aðra staðni, og í summarsteðgin flutti yngri beiggi hansara, Ari, aftur til barndómsfelagið eftir at hava verið í EB/Streymi í fyrru hálvu.

-Vit hava sáttmála við nógvar av spælarunum næsta kappingarár. Tað vera teir, sum nevndir roknar við skulu vera bulurin á liðnum í nýggju avbjóðingini. Enn eru vit ikki komin so langt. Møguliga verður neyðugt at fáa onkrar spælarar aftrat. Vit vita ikki enn, hvørjir møguleikar eru, men vit hugsa fyrst og fremst um føroyskar spælarar, sigur ÍF venjarin Hegga Samuelsen.

 

Dysturin í dag var tann níggjundi á rað, sum ÍF vann fulla úrtøku í. 23. juni endaði tað 2-2 í Klaksvík. Síðani tá hevur ÍF vunnið níggju dystir við samantalda málmuninum 31-9.

-Tað var ikki so sannførandi fyrstu umførini. Vit leitaðu eftir konseptinum, og vit taptu 5. mai 6-1 á Toftum. Tað var rættulig útpurring. Liðið fótaði sær, og síðani 19. mai hava vit ikki tapt, sigur ÍF venjarin.

 

Í dag vórðu øll trý málini skorað fyrsta stóra hálva tíman.

Dánjal á Lakjuni, sum hevur verið nógv darvaður av skaðum í ár, legði við fínum skoti úr vinstru og átjan metra fjarstøðu ÍF framum. Hetta var fyrsta ferðin, at ÍF sókti at KÍ málinum.

 

Toppskjúttin Jan Ó. Ellingsgaard økti til 2-0, tá ið hann eftir innlegg úr høgru við høvdinum stýrdi bóltin í KÍ málið. Eftir horna staðfesti Jan Ó. Ellingsgaard trivaliga ÍF sigurin.