skeivar upplýsingar bæði í Danmark og her heima um ætlanirnar við arvagransking í Føroyum. Pál Weihe, Læknastjóri, sigur, at hann øtast um viðgerðina, sum málið um føroysku arvagranskingina hevur fingið, bæði [...] gerast til ein spurningur um pening og um arbeiðspláss. ? Tað reingist ikki, at spurningarnir um arbeiðspláss, inntøkur og fólkaheilsa er ein trýeind, sum hongur neyvt saman. ? So eg dugi ikki at síggja [...] átti ein tvørturímóti at fegnast um, at ein kann verða við til at loysa gátuna um eina ávísa sjúkur, Hann vísir eisini á, at tað finst eitt ótal av persónligum upplýsingum um heilt nógvar føroyingar nógva
tingmonnum tjóðveldisfloksins undir viðgerð av grunnlógarnevndini um, at undirgrundin einki er verd, fáa vit ikki fullveldi, TAÐ er ikki gott, um menn noyðast at undirminera føroyskan ráðarætt á ávísum økjum [...] eiga ráevnini í undirgrundini. Teir einastu, sum ganga og sáða iva um hettar, eru ávísir føroyskir politikarar. Verður ivi sáðaður um hettar álvarsmál, so kunnu menn oyðileggja nógv fyri Føroya umdømi [...] ikki hetta, vit kunnu ikki hatta ? spurningurin er, um tað kann gagna nøkrum at útiloka øllum møguleikum, áðrenn nakað er kannað hesum viðvíkjandi. Um ávísir tingmenn ganga og trútta niður í fólk, at einki
hava latið inn, hava snúð seg um menning av spælistíli, viðurskifti rundanum at spæla dyst og um at leggja eitt kappingarár til rættis. Í vikuskiftinum fer tað at snúgva seg um menning av tí einstaka spælaranum [...] eitt unglingalið. Eftir hesa ferðina fáa skeiðluttakararnir at vita, um teir hava staðið prógv, og teir fáa samstundis at vita, um teir kunnu fáa loyvi til at fara undir diplomvenjaraútbúgvingina. Evnini [...] Um veðrið fer at skikka sær so mikið væl fram móti vikuskiftinum, at flúgvarnir kunnu lenda í Vágum, og tað verður klúgvandi bygdanna millum, so er ætlanin hjá FSF at halda fjórða og seinasta partin av
loypa á og hunddálka starvsfólk í almennari tænastu, væl vitandi um at talarin er vardur sjálvur, og tann álopni ikki fær talað at á sama stað. Og satt at siga trúðu vit at hetta varð tikið til eftirtektar [...] sjálvsagt, at politikarin heldur roynir at bøta um arbeiðsviðurskiftini, heldur enn at loypa ófantaliga og ógrundað á hesi starvsfólk. Skammið tykkum! Sjálvt um tað sýnist at vera sum at sletta vatn á gás [...] ella at formansskapurin ikki er til staðar. Men tað havi eg ilt við at trúgva, serliga tá ein hugsar um, hvussu nógv hesi gera burtur úr at greiða okkum vanligu borgarum frá, hvussu nógv meira krevjandi
Øll hava hoyrt um hana, men fá munnu kenna hana, ella vita hvør hon er. Men her er hon, fryntliga telefondáman hjá Nátarravnunum. Og ein hevur líkasum varhugan av, at teir báðir ravnanir halda ikki sørt [...] fólk, og hon sigur seg ikki hava havt nøkur keðilig upplivilsi við telefonina, tá hon verður spurd, um fólk kanska kunnu finna uppá ymiskt, tá tey sum kátir náttarravnar kanska hava fingið ríkiligt upp [...] næsta á listanum, tí so nógv eru at vekja ímillum. Stundir eru heldur ikki til at ringja til tann sama fleiri ferðir. Men Maj heldur fram við ravnatelefonina, óivað til gleði fyri ravnavertar og lurtarar
samráddi seg til eina avtalu við danir um, at gjalda eina fasta rentu á 5 prosent um árið av einari restskuld á umleið 4 mia. krónur, í staðin fyri at gjalda 7 prosent um árið av einari restskuld á umleið 5 [...] metingin var skeiv. Eftir at uppgjørt er, verður mett, at yvirskotið fyri 1998 hjá landskassanum liggur um einar 400 milliónir. Góðir fiskaprísir Ein av orsøkunum til yvirskotið, og helst tann størsta, eru [...] kr. móti 2.479 mió. kr. í 1997. Fiskaprísirnir hava gjørt, at føroyingar hava fingið meira pening um hendi í 1998, og tískil hækkaði innflutningsvirðið í 1998 eisini sammett við 1997. Í 1997 fluttu føroyingar
Og sum um leikurin Vitavørðurin var skrivaður í hesi vikuni, so brestir ódnarveður á, og tey verða øll avbyrgd á vitaoynni. Leikurin snýr seg um teir samanbrestir, ið eru teirra millum, og um kærleika [...] øvundsjúku. Egin høli Í Grímu eru tey fegin um veruliga at sleppa at royna rúmið, at royna egin høli. Hetta er fyrsti stóri leikurin, síðani tey fingu hølini. Tey eru samd um, at tað er stórt framstig at hava fingið [...] Føroya farin at venja og fyrireika leikin Vitavørðurin. Rakul Helmsdal hevur skrivað leikin. Gríma bað um eitt sonevnt arbeiðs leikrit. Av royndum vita tey, at rithøvundar ofta hava ilt við at avmarka seg
Singapore arbeiddi eg sum kirkjutænari, og eg var ikki meiri enn komin til Føroya, tá ið eg varð biðin um at vera deknur í Oyndarfjarðar kirkju í morgin. Og tað gleði eg meg til, sigur Jústines Eidesgaard [...] arbeiði, eitt stað at búgva, skipað viðurskifti og so kundi eg brúka mína frítíð til at hyggja meg um og læra fólk at kenna, sigur Jústines Eidesgaard. Uppgávan hjá Jústines í Singapore hevur verið at [...] Tað er ein skylda hjá einum journalisti at fylgja við soleiðis at tú kanst geva nakað víðari. Tað sama tá ið eg arbeiði fyri kirkjuna havi eg fylgt væl við, hvat gongur fyri seg í Asia og so havi eg eisini
lógin um vinnuligan fiskiskap verður umsitin uppá. Hann hugsar serliga um Frøyanes-málið, sum hann heldur er umsitið út av allari leið skeivt. ?Eg trúgvi onki uppá, at tað er lógligt at umsita lógina um fiskiskap [...] Eiði og øðrum bygdum við. Og so kann tað gera tað sama, um føroyingar eru strámenn hjá norðmonnum, íslendingum ella hjá bretum. ? Avleiðingin verður tann sama. Hann sigur, at hevði útróðrarflotin enntá verið [...] annars sigur Heini O. Heinesen, at hetta málið vísur, at tað er ongin sum helst ivingur um, at tað er neyðugt at lógin um vinnuligan fiskiskap verður løgd fyri tingið. ? Seinast, vit broyttu fiskidagatalið
fólk hjá stovninum hava tikist við øll hesi árini. Framsýningin fevnir um tilfar frá fleiri framsýningum, ið hava verið gjøgnum árini um arbeiðið hjá stovninum. Heini Olsen, sum sjálvur svarar spurningum og [...] sigur við Sosialin, at hóast sjálvur stovnurin er farin um tey fimti árini, so er tilfarið á framsýningini sjálvandi eldri enn so. Tað byrjar um aldarmótið, tá teir fyrstu vegirnir vórðu gjørdir. Framsýningin [...] bert afturlítandi. Har er eisini ein sera áhugaverdur partur, sum snýr seg um framtíðar ætlanir, og har er Undirsjóvartunnilin um Vestmannasund rættiliga frammaliga. Tá framsýningin varð latin upp leygardagin