Tað sær ofta út sum at »gáttin« inn í løgtingið er sagað burtur, ella at formansskapurin ikki er til staðar. Tað sær ofta út sum at »gáttin« inn í løgtingið er sagað burtur, ella at formansskapurin ikki er til staðar. Men tað havi eg ilt við at trúgva, serliga tá ein hugsar um, hvussu nógv hesi gera burtur úr at greiða okkum vanligu borgarum frá, hvussu nógv meira krevjandi og týdningarmikið løgtingsarbeiðið er, ennt að tann »vanligi« borgarin leggur eftir sær. At dyrka tykkara innanhýsis dygdir, kunnu tit hava fyri tykkum sjálv!
Vit hava áður beinleiðis vent okkum til formansskapin í løgtinginum og mótmælt dyggiliga, at røðarapallurin verður nýttur til ógrundað at loypa á og hunddálka starvsfólk í almennari tænastu, væl vitandi um at talarin er vardur sjálvur, og tann álopni ikki fær talað at á sama stað. Og satt at siga trúðu vit at hetta varð tikið til eftirtektar av formansskapinum.
At ávísar politiskar kreftir her á landi hava sum sín boðskap at syndra alla almenna umsiting og harvið tey fólk, sum starvast har, við tí endamáli, at kunna slúsa hetta yvir í privata »paradisið«, er harmuligt, og fara vit at ávara ímóti hesi gongd, samstundis sum vit mæla til at allar kreftir, sum vilja varðveita samhaldsfasta samfelagið, sum vit hóast alt enn hava, stríðast ímóti hesum ráki.
Men aftur einaferð hevur tað latið seg gjørt, at løgtingsins røðarapallur kann verða nýttur til, at løgtingslimur fær loyvi til at føra fram síni primitivu politisku hjartamál, sum meira at kalla er ein sjúklig trongd at leggjast eftir fólk, sum starvast í almennari tænastu. Hesaferð við grovum og óundirbygdum skuldsetingum um at fólk, sum starvast á Almannastovuni mestsum onki gera til nyttu og enntá verða løgd undir at fremja óreiðuligheit í arbeiðnum.
At júst ein løgtingslimur skal seta fram hesar skuldsetingarnar, vísir best hvussu lítla virðing og hvussu lítið viðkomandi setur seg inn í viðurskiftini, sum ein sjálvur er við at smíða lógir fyri. Betri tøkk áttu hesi fólk uppborna frá politikarunum, hesi sum dagliga krógva undir torfør-um og krevjandi arbeiðsbyrðum, og sum leggja alla orku í at fylla karmarnar út í teimum lógum og ásetingum, sum júst politikarin krevur. Tað átti tí at verið sjálvsagt, at politikarin heldur roynir at bøta um arbeiðsviðurskiftini, heldur enn at loypa ófantaliga og ógrundað á hesi starvsfólk. Skammið tykkum!
Sjálvt um tað sýnist at vera sum at sletta vatn á gás at mótmæla yvirfyri formansskapinum í løgtinginum, tá hesin loyvir at røðarapallurin verður nýttur til primitivan politiskan boðskap, sum er at loypa á fólk, sum røkja sítt dagliga yrki í landsins tænastu, so verður tað enn einaferð gjørt her, samstundis sum vit eftirlýsa hvørja støðu, ið onnur innan fyri »tinggátt« hava til slíka framferð.
Slík framferð skapar júst ikki vaksandi virðing fyri politisku myndugleikunum, nakað sum ein hevði væntað at brúk var fyri.
Gunnleivur Dalsgarð