Orð og myndir:
Jan Müller
Alla hesa vikuna hava føroyingar høvi til at síggja eina sera forvitnisliga framsýning í Útvarpshøllini. Framsýningin snýr seg um Landsverkfrøðingsstovnin hesi seinastu 50 árini. Tað er Heini Olsen, verkfrøðingur, sum hevur skipað framsýningina, og sum er ein skurður gjøgnum tað, sum fólk hjá stovninum hava tikist við øll hesi árini.
Framsýningin fevnir um tilfar frá fleiri framsýningum, ið hava verið gjøgnum árini um arbeiðið hjá stovninum. Heini Olsen, sum sjálvur svarar spurningum og greiða fólki frá tí nógva, ið er við á framsýningini, sigur við Sosialin, at hóast sjálvur stovnurin er farin um tey fimti árini, so er tilfarið á framsýningini sjálvandi eldri enn so. Tað byrjar um aldarmótið, tá teir fyrstu vegirnir vórðu gjørdir. Framsýningin er tó ikki bert afturlítandi. Har er eisini ein sera áhugaverdur partur, sum snýr seg um framtíðar ætlanir, og har er Undirsjóvartunnilin um Vestmannasund rættiliga frammaliga.
Tá framsýningin varð latin upp leygardagin nýtti Heini Olsen høvi at greiða frá framsýningini. Millum 150 og 200 fólk høvdu leitað sær niðan í útvarpshøllina at líða á og síggja framsýningina. Her vóru eitt nú fleiri av ?gomlu? kendu andlitunum frá stovninum at síggja.
Áhugaverd bók
Í sambandi við at LV í fjør hevði 50 ár á baki hevur verið arbeitt uppá bók um stovnin. Henda bókin er nú liðug og varð hon løgd alment fram fyri fyrstu ferð á framsýningini leygardagin.
Í bókini eru fyrilestrar eftir Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingi frá 48 til 88, har er eitt søguligt yvirlit yvir samferðslu, vegabygging og havnabygging í Føroyum. Har eru eisini nógvar áhugaverdar myndir.
Tað eru Heini Olsen og Arnstein Niclasen, sum hava skipað bókina fyri stovnin.
Í formælinum - hesi eru skrivað í 1998 - vísir Henning Jacobsen, fyrrv. landsverkfrøðingur m.a. á, at tað í 98 eru liðin 70 ár, síðan ?Løgtingsskrivstovan? - forleyparin til meginpartin av almennum virksemi varð latin upp í 1928. Fyri 60 árum síðani var fyrsti løgtingsverkfrøðingurin í 1938 settur og nú hevur so Landsverkfrøðingsstovnurin í verandi líki síðani 1948 fimti ár á baki.
Henning Jacobsen vísir á, at nógv av tilfarinum í bókini er nakað, sum liggur eftir teir báðar undanfarnu landsverkfrøðingarnar, Niclas Andreassen og Mikkjal Helmsdal.
Framtíðin óviss
Nú stovnurin kann hátíðarhalda sín fimti ára stovningardag, og landsstýrismaðurin og Vinnumálastýrið um somu tíð hava tikið stig til at leggja stovnin saman við Strandferðsluni, og í hesum sambandi hava niðurlagt landsverkfrøðingsstarvið spurdu vit Heina Olsen, um tað ikki er við eitt sindur undarligari kenslu, at skipað verður fyri slíkari framsýning og bókaútgávu!
-Tað er sjálvsagt, og eg má siga tað bart út, at eg skilji einki av tí, sum er farið fram nú í seinastuni. Eg havi roynt at hugsað um, hvat býr undir, og kann bert koma til eina niðurstøðu, og hon er, at her er farið fram sum danir plaga at siga ?overilet?. Hevði nakað verið fyrireikað áðrenn, og ein verulig ætlan varð gjørd, so kundi ein kanska betur skilt tað, sum er hent, men fyrst at kappa høvdið av og aftaná at spyrja, hvat man kann gera, tað ljóðar heilt ótrúligt fyri mær.
Heini Olsen vísir á, at hetta eru vaksin fólk, sum bera seg soleiðis at. -Hevði tað so verið okkurt galið við landsverkfrøðinginum, at hann t.d. var vorðin óður í høvdinum, so kundi ein skilt tað. Men vit, sum hava havt nakað við stovnin at gera, halda øll, at júst Henning hevur klárað uppgávuna so ótrúliga væl. Ikki minst hesi árini, har tað hevur verið skorið so nógv niður. Og hann hevur nettup dugað hetta so væl, og skuldi hann verið premieraður heldur enn at fingið fótin.
Undirsjóvartunnilin
Um sama mundið sum starvið sum landsverkfrøðingur varð niðurlagt herfyri varð ein nevnd sett at arbeiða við undisjóvartunlinum. Frammanundan var tað landsverkfrøðingurin, sum stóð á odda fyri fyrireikingunum til tunnilin. Og tað er eingin ivi um, at tað er komið dátt við hjá mongum, at hann ikki gjørdist formaður í hesi nevndini. Í staðin gjørdist stjórin í SEV, Klæmint Weihe formaður. Millum limirnar er eisini Dávur Reinert Hansen, sum í løtuni hevur farloyvi frá landsverkfrøðingsstovninum.
Uppá fyrispurning hvat hann heldur um henda útviklingin sigur Heini Olsen, at tað eisini er sera løgið at halda landsverkfrøðingin uttanfyri, men velur hann so at skilja valið av Dáva R. Hansen í nevndina sum at LV stovnurin er umboðaður.
Heini Olsen heldur tað ikki vera nakað løgið í at velja eina nevnd at arbeiða við málinum eisini, men skal landið gjalda fyri tunnilin, so skal tað eisini vera Landsverkfrøðingurin, sum ger arbeiðið sigur hann. -Vit hava gjørt nógvar tunlar og hava fylgt við undirsjóvartunlum aðrastaðni. So tað má vera undir hesum stovninum, at arbeiðið verður gjørt, alt annað er púra burturvið og ørt. Vit vóru jú farnir undir arbeiðið við fullari ferð herfyri og hava tað, sum brúkast skal til endamálið.
Heini Olsen, sum ikki longur arbeiðir hjá LV, hevur verið ein av teimum, sum í bløðunum harðliga hevur átalað framferðina hjá Vinnumálastýri og landsstýrismanninum mótvegis LVF. Hann dylur ikki fyri, at hetta stríðið er enn ikki av, og at tað verður arbeitt fyri at fáa Henning Jacobsen í aftur starvið.
-Tað, sum er gjørt frá myndugleikunum, er ikki bert ein sorgarleikur, tað er fullkomiliga órættvíst og uttan vit og skil sigur Heini Olsen.










