?Lógin um vinnuligan fiskiskap skal broytast. Men leggur ongin annar lógina fyri tingið, geri eg tað sjálvur.
Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevnd løgtingsins er sera misnøgdur við mátan, sum lógin um vinnuligan fiskiskap verður umsitin uppá.
Hann hugsar serliga um Frøyanes-málið, sum hann heldur er umsitið út av allari leið skeivt.
?Eg trúgvi onki uppá, at tað er lógligt at umsita lógina um fiskiskap soleiðis, at ein 400 tons stórur frystilínubátur, sum norðmenn eiga tað mesta av pengunum í, kann sleppa í flotan, og verða bólkaður saman við útróðrarmonnum.
? Bert spell, at menn, sum royna at skapa sær eitt vinnuligt tól, og at skapa arbeiðspláss, soleiðis koma í klemmu av eini umsiting, sum tulkar lógina, so skeivt, sum tað er gjørt í hesum føri, leggur hann afturat.
Hann sigur, at í løgtinginum var púra greitt, at í lógini um vinnuligan fiskiskap merkir ognarpeningur allur peningurin, sum verða settir í eitt skip.
Og í lógini er onki ivamál: Minst tveir triðingar av ognarpeninginum skulu verða føroyskir.
?Men ein máti er at royna málið í rættinum fyri at fáa dóm fyri, hvussu lógin skal tulkast á hesum øki, sigur formaðurin í vinnunevndini.
Í hesum sambandi kunnu vit vísa á, at Meginfelag Útróðrarmanna hevur biðið sakførara sín kanna málið við tí fyri eyga at royna málið í rættinum.
Hann finst eisini hvassliga at, at umsitingin ikki er farin at kanna ognarviðurskiftini, fyrrenn nú politikarar og ymsir partar í fiskivinnuni eru farin at gera vart við seg.
Hann sigur, at tað var heldur ongin ivingur um, at tá ið løgtingið gekk við til at leggja veiðioyvi saman, varð meint við veiðiloyvi í saman bólki.
? Tvs, at tað skuldi t.d. bera til at leggja tveir vánaligar útróðrarbátar saman og fáa ein størri, betri bát afturfyri.
Tí er ongin heimild fyri at koyra ein stóran línubát í bólkin við útróðarbátum.
Hann spyr eisini, hvar logikkurin er, tí tað er ikki eitt ár síðani, at sama umsiting skeyt upp at geva línuskipum upphøggingarstuðul. ? Men nú verður harafturímóti loyvi til eitt línuskip afturat.
Lógin skal fyri tingið
Men annars sigur Heini O. Heinesen, at hetta málið vísur, at tað er ongin sum helst ivingur um, at tað er neyðugt at lógin um vinnuligan fiskiskap verður løgd fyri tingið.
? Seinast, vit broyttu fiskidagatalið, vórðu ongar aðrar broytingar gjørdar, tí tá lovaði fiskimálaráðharrin, sum tá var, at lógin skuldi leggjast fyri tingið aftur, tí hon skuldi broytast.
? Enn er hon ikki komin fyri tingið aftur. Men tað skal hon nú.
? Tað besta hevði sjálvandi verið, um fiskimálaráðharrin sjálvur legði lógina fyri tingið við uppskotið um broytingar.
? Men tað skal liggja púra fast, at tekur Jørgen Niclasen ongi stig tann vegin, og ger ongin annar tað heldur, fari eg sjálvur at leggja lógina fyri tingið, sigur Heini O. Heinesen
? Eg fari ikki at taka fullveldi við einum útlendskum landgrunni.
? Og løgtingið kann ómøguligt góðtaka, at lógin verður umsitin soleiðis, sum hon nú verður umsitin í Tinganesi.
? Tí eg kann undir ongum umstøðum ganga við til, at kapitalur úr øðrum londum keypir útróðrarflotan.Heini O. Heinesen sigur, at henda atsóknin á útróðrarflotan verður tann vissi undirgangur hjá plássum sum Klaksvík, Toftir, Eiði og øðrum bygdum við.
Og so kann tað gera tað sama, um føroyingar eru strámenn hjá norðmonnum, íslendingum ella hjá bretum.
? Avleiðingin verður tann sama.
Hann sigur, at hevði útróðrarflotin enntá verið tikin burturúr, so heldur hann, at skaðin var minni, um hinir skipabólkarnir løgdu veiðiloyvi saman sínámillum.
Formaðurin í vinnunevndini sigur, at nú lógin kemur fyri tingið aftur, skal tað eisini setast í lógina, púra greitt, hvussu fiskidagar skulu roknast um, tá ið veiðloyvi verða løgd saman.
? Eg góðtaki ikki, at tað verður skipanarnevndin, ella umsitingin í Tinganesi, sum skal gera av, hvussu fiskidagar skulu umroknast, tá ið veiðiloyvi verða løgd saman.
?Tað skal standa púra greitt í sjálvari lógini, sigur Heini O. Heinesen.