Ravnatelefonin

Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt um Maj, tá Náttarravnarnir lætta sær á leygarkvøld.

Við mjúkari rødd siga teir við lurtarar á tráðnum, at teir trygt kunnu geva Maj navn og búðstað, so fáa teir vinningin.

Øll hava hoyrt um hana, men fá munnu kenna hana, ella vita hvør hon er. Men her er hon, fryntliga telefondáman hjá Nátarravnunum.

Og ein hevur líkasum varhugan av, at teir báðir ravnanir halda ikki sørt av henni, men hvør er hon so?

Navnið er Maj Berg Petersen. Hon er 22 ár og er úr Havn.

Maj starvast í løtuni sum avloysari í barnagarði og umframt ansar hon so telefonini hjá Rúna og Heðini.

Og tað er mest tí, at hon metir tað vera stuttligt at avgreiða náttarravnar, ið tekna seg til spurnarkappingina.


Fáa upp í nevið

Maj dámar væl at práta við fólk, og hon sigur seg ikki hava havt nøkur keðilig upplivilsi við telefonina, tá hon verður spurd, um fólk kanska kunnu finna uppá ymiskt, tá tey sum kátir náttarravnar kanska hava fingið ríkiligt upp í nevið.

Hon sigur fólk sum oftast eru sera fitt, og arbeiði við telefonina er stuttligt.

Hon hevur í 2 vetrar svarað telefonini og ætlar fyribils at halda fram. Hon byrjar klokkan 21, tá fólk kunnu tekna seg til spurnarkappingina, og so heldur hon fram, til kappingin er av.

Tað hendir seg tó meira enn so, at hon situr longri, tí hon sigur, at tey hava tað skemtiligt, tá Náttarravnarnir eru í luftini.


Taka ikki telefonina

Oftast ringja ov nógv fólk inn, soleiðis at skilja, at øll ikki hava møguleika at sleppa framat. Maj sigur, at tað hendir seg meira enn so, at tá ringt verður aftur til onkran, sum hevur teknað seg til kappingina, so tekur eingin telefonina. Tá verður farið beinleiðis til tann næsta á listanum, tí so nógv eru at vekja ímillum. Stundir eru heldur ikki til at ringja til tann sama fleiri ferðir.

Men Maj heldur fram við ravnatelefonina, óivað til gleði fyri ravnavertar og lurtarar, sum nú eisini kenna andlitið, ið fjalir seg aftanfyri røddina í ravnatelefonini.