- Í Singapore arbeiddi eg sum kirkjutænari, og eg var ikki meiri enn komin til Føroya, tá ið eg varð biðin um at vera deknur í Oyndarfjarðar kirkju í morgin. Og tað gleði eg meg til, sigur Jústines Eidesgaard.
Í hesum døgum vitja Jústines Eidesgaard og kona hansara Poula í Føroyum. Fyri nøkrum døgum síðani søgdu tey farvæl í Singapore, har tey hava arbeitt síðani á heysti í 1996 í donsku sjómanskirkjuni. Týsdagin í komandi viku halda tey fram í arbeiðinum fyri somu kirkju, men hesa ferð í kenda havnabýinum í Týsklandi, Hamburg.
- Eg fór út at umboða eina kirkju, arbeiðið hjá mær hevur verið fyri eina kirkju, men eg eri útbúgvin journalistur og eg haldi, at eg havi ment meg nógv sum journalistur meðan eg havi verið burtur. Eg havi lært at síggja verðina við heilt øðrum brillum og eg eri øgiliga glaður fyri at hava verið burtur. Føroyar eru broyttar í mínum hugaheimi og eisini mín máti at hugsa uppá. Heimurin er vorðin størri, lívið er ikki so svart og hvítt longur, - tað eru so øgiliga nógvir tónar millum tað svarta og hvíta.
- At vága ella at tora er at missa fótafestið eina løtu, ikki at vága ella ikki at tora er at missa sjálv lívið, hevur Søren Kierkegaard eina ferð sagt. Tá ið tú fert av stað sprellar tú teir fyrstu mánaðirnar, men so fótar tú tær aftur og byrjar at trívast. Hvør skuldi trúð fyri trimum árum síðani, at tað skuldi gerast ein ordilig grátikonsert tann síðsta dagin í Singapore. Tað vóru meiri enn 100 danir í kirkjuni og søgdu okkum farvæl. Tað var ringt at siga farvæl, vit hava nógvar vinir haryviri og tá ið vit komu í lufthavnina stóð ein rúgva av fólki og heilsaðu okkum farvæl. Soleiðis knýta vit bond alla staðni. Og eg rokni við, at vit fáa nógvar vinir í Hamburg eisini hóast vit ongan kenna í løtuni, sigur Jústines Eidesgaard.
Jústines og Poula skrivaðu fyri tveimum og einum hálvum ári síðani undir ein fýra ára sáttmála. Nú tey hava verið hálvt triðja ár í nógva hitanum í Singapore, hava tey ynskt at arbeiða fyri donsku sjómanskirkjuna í Hamburg.
Umboða kirkjuna
Orsøkin til, at Jústines fyri sløkum trimum árum síðani saman við konuni gjørdi av, at arbeiða fyri donsku sjómanskirkjuna, var fyri at royna nakað annað.
- Eg var fullkomiliga útbrendur sum journalistur og tá hevði eg arbeitt út í eitt sum blaðmaður í 14 ár. At eg valdi júst sjómanskirkjuna komst av, at eg altíð havi havt samband við sjómenn. Eg eri av fiskimannafamilju og so hevur mær altíð dámað væl at ganga umborð á skip. Hetta var eisini ein góður máti at sleppa út í verðina. Eg fekk arbeiði, eitt stað at búgva, skipað viðurskifti og so kundi eg brúka mína frítíð til at hyggja meg um og læra fólk at kenna, sigur Jústines Eidesgaard.
Uppgávan hjá Jústines í Singapore hevur verið at umboða kirkjuna. Tá ið skip eru komin inn hevur hann vitjað umborð.
- Tað hevur ikki verið mín uppgáva at prædika, men heldur at vísa, at kirkjan er har. Hava fólk trupulleikar havi eg verið har at tosa við. Ikki so nógv til at ráðgeva, men heldur til at lurta. Bløðini havi eg við umborð. Tað er ein skylda hjá einum journalisti at fylgja við soleiðis at tú kanst geva nakað víðari. Tað sama tá ið eg arbeiði fyri kirkjuna havi eg fylgt væl við, hvat gongur fyri seg í Asia og so havi eg eisini roynt at fylgt við, hvat hendir heima í Føroyum. Og tá ið eg so komi umborð á skip spyr manningin um tíðindi. Og so havi eg fortalt.
- Sjómenn fyrr vóru partvís menn, sum vóru øgiliga væl virkandi og partvís menn, sum lógu í spritti, tá ið teir vóru í havn. Í dag eru siglandi fólk topp-professiónellir starvsmenn, sum eru burturi í tveir mánaðir og heima í tveir mánaðir. Hesir hava ikki nógv brúk fyri hjálp sum so, men tann reint menniskjansligi parturin, at siga frá tíðindum heimanifrá og annars at lurta er enn sum áður neyðugur. Kanska gongur tað ikki so væl heima, kanska er konan sjúk, kanska er hann narraður, kanska er tað ein maður sum akkurát er blivin pápi og sum stúrir fyri, hvussu tað gongst heima. Menn hava eina trongd til at siga frá slíkum kenslum, tað kenni eg frá mær sjálvum. Tøkniligt samskifti kann ikki koma í staðin fyri samskifti undir fýra eygum. Høvuðsuppgávan hjá mær er at lurta og annars verða ein natúrligur partur av teirri samrøðuni, sum gongur fyri seg á dekkskontórinum ella í messuni, sigur Jústines Eidesgaard.
Hóast sjómenn í dag eru væl øðrvísi enn fyrr í tíðini metir Jústines, at tað framvegis er tørvur á sjómanskirkjum.
- Tað er eitt sera takksamt arbeiði at koma umborð á skip. Vit verða væl móttikin og eg eri komin at kenna nógv fólk. Vit hava eisini nógvar praktiskar uppgávur fyri sjófólk sum til dømis, tá ið teir skulu í býin at keypa eitt ella annað. Tað kann vera stuttligt og uppgávurnar kunnu vera heilt frá undirklæðum til konuna til tað stóra stereoannleggið. Og tá veit eg hvar eg skal leita, sigur Jústines.
Skrivað til føroyingar
Uppgávan fyri donsku sjómanskirkjuna í Hamburg verður tann sama sum í Singapore, og presturin í kirkjuni har er Henrik Fossing, sum fyrst í áttatiárunum var prestur á Viðareiði.
- Orsøkin til, at vit vildu skifta arbeiði er, at vit vilja vera nærri Føroyum og Danmark, har synirnir hjá okkum, Edvard og Fríi, búgva. Vansin við at vera í Singapore er, at vit hava verið rættiliga avbyrgd. Tað er dýrt at ringja heima, vanlig fólk hava ikki ráð at vitja okkum har, tí tað kostar øgiliga nógv at ferðast harniður. Treyðugt so, eg havi tosað við føroyingar næstan dagliga í Singapore. Eg haldi, at eg kenni hvønn tann einasta føroying sum siglir til Singapore. So eru tað fjakkarar og ferðafólk annars. Og onkuntíð hava fjakkarar steðgað og búð hjá okkum. Føroyingar sigla eisini til Hamburg. Tað verður kortini ikki akkurát tað sama sum í Singapore, tí har er so nógvur linjufartur, meðan tað í Hamburg eru meiri smá skip og coastarar sum koma, sigur Jústines Eidesgaard.
Meðan Jústines hevur verið burturi hevur hann javnan skrivað greinir til Sosialin, og so hevur hann eina ferð um mánaðin skrivað útisetabræv til sendingina Kvøldarstundina, sum verður send hvørt gerandiskvøld í Útvarpi Føroya.
- Tað hevur mær dámað sera væl. Útisetabrøvini eru ikki júst greinir, men meiri tað eg havi upplivað. Tað at hava brævaskifti til eitt heilt fólk er stuttligt. Tú skalt helst hava ein føroyskan vinkul, tá ið tú skrivar til føroyingar úr Singapore, men longri tú ert burtur, verri er at síggja hesar vinklarnar, tí gerandisdagurin í Singapore verður vanligur. Tað er ikki so nógv í Singapore sum er løgið í dag sum tað var tá fyri tveimum og einum hálvum ári síðani. Í byrjanini undraðist eg yvir alt, tað geri eg ikki longur.
- Hamburg sær út til at vera ein deiligur býur og eg haldi at týskarar líkjast føroyingum í útsjónd. Eg kenni meg væl at ganga í Hamburg og tú sært akkurát tær somu týpurnar mæla í gøtunum í Hamburg sum í Havn, sigur Jústines Eidesgaard.
Hann er ein skrivandi maður, men hann hevur ikki skrivað dagbók, meðan hann hevur verið burturi.
- Eg ræðist dagbøkur. Eg fái ov nógvar smálutir við. Mær dámar betur at hava alt í minninum, tí so kann eg síla frá.
Um hálvt annað ár eru tit leys av sáttmálanum. Hvørjar ætlanir hevur tú tá?
- Tá komi eg heim aftur sum journalistur, sigur Jústines Eidesgaard at enda í viðtali.