Ikki varð roknað við, at yvirskotið hjá landskassanum fór at verða so ógvusligt, tá fíggjarløgtingslógin fyri 1998 varð gjørd. Í fíggjarløgtingslógini varð yvirskotið fyri 1998 mett til 45,6 milliónir krónur. Men hendan metingin var skeiv. Eftir at uppgjørt er, verður mett, at yvirskotið fyri 1998 hjá landskassanum liggur um einar 400 milliónir.
Góðir fiskaprísir
Ein av orsøkunum til yvirskotið, og helst tann størsta, eru teir góðu fiskaprísirnir í 1998. Hesir hava gjørt, at útflutnigsvirðið hjá Føroyum í 1998 var 2.815 mió. kr. móti 2.479 mió. kr. í 1997.
Fiskaprísirnir hava gjørt, at føroyingar hava fingið meira pening um hendi í 1998, og tískil hækkaði innflutningsvirðið í 1998 eisini sammett við 1997. Í 1997 fluttu føroyingar inn fyri eitt virði
á 2.243 mió. kr. og í 1998 varð innflutt fyri 2.375 mió kr., og er hetta ein hækking á umleið 5 prosent.
Men sjálvt um innflutningsvirðið er hækkað saman við útflutningsvirðinum, so hevur útflutningsvirðið munin, og tí høvdu vit í 1998 ein positivan handilsjavna á 440 mió. kr.
Góði fiskiskapurin og góðu fiskaprísirnir í 1998 førdu eisini við sær, at minni peningur varð nýttur til inntøkutrygd hjá sjómonnum. Í 1998 vóru 75 millónir settar av til inntøkutrygd hjá sjómonnum, men
bert 45 milliónir vórðu nýttar av hesari játtan.
Góð avtala við danir
Rentútreiðslurnar hjá landsstýrinum minkaðu nógv í 1998. Orsøkin til hesa minking var tann, at landsstýrið samráddi seg til eina avtalu við danir um, at gjalda eina fasta rentu á 5 prosent um árið av einari restskuld á umleið 4 mia. krónur, í staðin fyri at gjalda 7 prosent um árið av einari restskuld á umleið 5,6 milliardir krónur í fíggjarlógini fyri 1998.
Hetta hevur havt við sær, at størsta beinleiðis minkingin í útreiðslum landsstýrisins eru rentuútreiðslurnar.
Í fíggjarløgtingslógini fyri 1998 vórðu rentuútreiðslurnar mettar til 367,5 mió. kr., men eftir avtaluna við danir komu rentuútreiðslurnar heilt niður á 267,7 mió kr., og er hetta ein minking á 27,16 prosent.
Dýr fyrisiting
Útreiðslurnar av løgmansfyrisitingini vórðu í løgtingsfíggjarlógini mettar til 35,5 mió kr., men hendan metingin helt ikki. Veruleikin gjørdist, at útreiðslurnar av løgmansfyrisitingini í 1998 vuksu til
52,3 mió kr. Hetta er ein munur upp á 16,7 mió. kr., ið svarar til 47,1 prosent.
Ógvusligu útreiðslurnar á løgmansskrivstovuni skyldast eykaútreiðslum í sambandi við bankamálið. Harafturat liggja sjálvstýrismál undir sama útreiðsluøki, og okkum øllum kunnugt er nógv orka løgd í júst hetta mál seinastu tíðina.
Í fíggjarlógini fyri 1999 koma sjálvstýrismál ikki undir útreiðslurnar hjá løgmansfyrisitingini, tí tá fáa landstýrismaðurin í sjálvstýrismálum og landstýrismaðurin í oljumálum hvør sína egnu grein
í fíggjarlógini.