Vit valda so hvørt sum vit gjalda

FØROYINGAR eiga at ráða sær sjálvum uppá sikt. Hetta er ivaleyst málið hjá øllum flokkum á Tingi. Munurin er bert, at summir halda, at hetta kann gerast innan karmarnar av ríkisfelagsskapinum, meðan aðrir siga, at tað er bert ein máti ? teirra máti ella eingin máti

.


YMISKT er hvussu menn argumentera, men tað er sjáldan bert ein loysn á einum máli. Týdningarmikið er, at fólk borðreiða við røttum upplýsingum. Eisini er týdningarmikið, at føroyingar ikki skaða sínar egnu við at undirgrava føroyskan ráðarætt. Um ein løgtingslimur stendur á Løgtingsins røðarapalli og undirgrevur Føroyar í síni núverandi støðu, so gagnar tað ikki Føroya fólki - hvørki nú ella í framtíðini. Við hesum sipa við til orðini hjá einum tingmonnum tjóðveldisfloksins undir viðgerð av grunnlógarnevndini um, at undirgrundin einki er verd, fáa vit ikki fullveldi,


TAÐ er ikki gott, um menn noyðast at undirminera føroyskan ráðarætt á ávísum økjum, ið kunnu gerast týdningarmikil í framtíðini, fyri at rættvísgera síni uppskot. Danir siga vit eiga ráevnini í undirgrundini. Norðmenn halda, at vit eiga ráevnini í undirgrundini. Bretar halda, at vit eiga ráevnini í undirgrundini. Og Føroya Landsstýri hevur boðað frá, at vit eiga ráevnini í undirgrundini. Teir einastu, sum ganga og sáða iva um hettar, eru ávísir føroyskir politikarar. Verður ivi sáðaður um hettar álvarsmál, so kunnu menn oyðileggja nógv fyri Føroya umdømi.


ANSAST má eftir, at vunnin føroysk rættindi ikki verða niðurgjørd og undirminerað av okkara egnu, tí teir tvíhalda um eitt uppskot, sum teir sjálvir siga als einki alternativ finst til.


FULLVELDISUPPSKOTIÐ hjá samgonguni er ein loysn, har vit valda, meðan danir enn gjalda. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er ein onnur loysn, har vit valda, so hvørt sum vit gjalda. Tað átti ikki at verið neyðugt hjá hvørgum av hesum pørtunum at roynt at niðurgjørt hvønn annan, soleiðis sum vit hava sæð tað í seinastuni. Tað átti heldur ikki at verið neyðugt at sagt, at uppskotið hjá tí eina partinum ikki ber til. Sjálvandi ber alt til, bert man ikki undirgrevur sína egnu samráðingarstøðu frammanundan, soleiðis sum partar av samgonguni hava lyndi at gera. Sum tosað verður í dag, so ber einki til uttan fullveldi. Vit kunnu ikki hetta, vit kunnu ikki hatta ? spurningurin er, um tað kann gagna nøkrum at útiloka øllum møguleikum, áðrenn nakað er kannað hesum viðvíkjandi. Um ávísir tingmenn ganga og trútta niður í fólk, at einki ber til uttan fullveldi, so er vandi fyri, at áræði og bjartskygni verður forkomið í hesum samfelagnum. Kanska er hettar júst tað ávísar kreftir vilja, fyri at myndin um eitt trælabundið tilafturskomið land í ríkisfelagsskapi skal gerast veruleiki. Hendan myndin kann í nógvum førum ikki nýtast í dag, og kann tí geva fullveldisuppskotinum ein forkláringstrupulleika.


FLOKKAR eiga at góðtaka, at aðrir flokkar ikki meina tað sama sum teir, uttan at sáða iva um heiðurleigheitina hjá teimum. Aldous Huxley segði í 1937, at endamálið hjá einum propagandisti var at fáa eitt slag av fólki at gloyma, at ávís onnur sløg av fólki eisini eru menniskju. Vit eru tíbetur langt frá hesum slagi av sjálvrættvísi og ágangi í dag, og soleiðis skuldi tað helst hildið fram við virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvørjum øðrum.