tíðarskeiðinum hesa øldina. Leikurin fevnur víða, og er á mangan hátt ein spegilsmynd av gerandisdegnum og mongu av lívsins ymisku viðurskiftum. Her er sorg, skemt, gleði og álvara, alt saman á ein hátt [...] tár í mentunarhúsinum Atlantis í Klaksvík. Fyrsta sýningin er fyri innbodnum og sunnudagin byrja sýningarnar fyri almenninginum. Leikurin er íslendskur, skrivaður í 1995 eftir Ólaf Haukur Símunarson. Turið [...] Reykjavík og varð spældur 167 ferðir. Eisini áhugaleikarar í Húsavík, sum er lítil bygd, hava spælt leikin og eisini har gekk hann væl. Talan er um ein stóran leik, har hendingarnar fara fram fyrst í sekstiárunum
hesum býráðnum má galda frá tí at samgongan er skipað, til sama samgonga ikki er til meira. Gamla samgongan við øllum fólkafloksmonnunum er ikki til, nú er samgonga millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin [...] Kallsberg løgmaður umsitur kommunumál í landsstýrinum. Og tað er hann, sum skal leggja nýggja kommunubygnaðin fyri tingi. Men eins greitt er tað, at henda broyting ikki fær gildi í bræði. Tí hevði verið [...] spinkult mál, sigur nakað um, hvussu skroypulig samanseteingin hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar býrað er. Annar fólkafloksmaðurin, Páll Petersen varð kortini skjótt »keyptur« innaftur í samgonguna, men Ingi
nýhugsan, og bert føra gamlan vanapolitikk.? Nú er til tað at siga, at her fert tú í grundini, helst ótilvitað, uppá hestin hjá demagogiini, tí hetta er júst tað, sum ávísir í góðum - eg tori ikki at siga [...] í ríkinum. Tað er týðiligt, at tá ein so fróður maður sum Manne Persson tekur til í Sosialinum, at Javnaðarflokkurin meinar nakað undan valunum, sum hann ikki meinar eftir valini, so er okkurt dundrandi [...] dundrandi galið. Her er tørvur á greiðari talu, tí eg havi hoyrt onkran annan tjóðveldismann siga tað sama. Eg havi enntá hoyrt onkran sjálvstýrismann, sum heldur, at Javnaðarflokkurin meinti ikki tað sama eftir
at seta okkum spurningin, um hesin so nógv umrøddi lokalpolitikkur er sjúkan, ið skal basast og lekjast, ella um hann er eitt súmptom. Er hann eitt súmptom, nyttar ikki stórt at brúka orku uppá at taka súmptomið [...] og royndirnar her at tryggja einstaklinginum frælsi gjøgnum demokratiska skipan hava verið fyrimynd í flestu vesturevropéiskum londum og nú eisini víða hvar aðrastaðir. Har eins og her kenst trupulleikin [...] sjúkuni. Smámunaligt egingagn og løtuvinningur gerst lagið Frammanfyri er lýst, hvussu gongdin hevur tikið seg upp eitt nú í USA. Hon er okkum helst ikki ókunnug heldur. Kann vera ikki so ógvusliga, men vit
dámar eisini væl her í Føroyum. Og hevði hann ikki verið her, hevði eg helst farið úr H71 í fjør, men hann lokkaði meg at taka eitt ár afturat, avdúkar Hans, og tað skilst, at hann er fegin um at hava [...] einum nærlagdum ítróttarmanni. Men eisini her verða vit tiknir á bóli: ? Fyri mær er klokkan ikki meir enn átta. Mín arbeiðsdagur er bert um at vera liðugur nú, svarar café-leiðarin og hondbóltsvenjarin [...] fyri Ísland og eigur fleiri met, bæði í sponskum og íslendskum hondbólti. Í dag er hann spælandi venjari hjá H71, sum er hondbóltsliðið hjá Hoyvíkini. Hans Guðmundsson var millum teir fyrstu av teimum
Tá John Petersen eitt kvøldið ringdi til pápan um eitthvørt í sambandi við arbeiði, er mammusysturin varug við, at her ikki ruggar rætt, tí gentan øsir seg upp og kallar ákærda eitt dýr. Vitni fer síðani [...] illa, og ikki tók upp eftir seg. Um tíðarskeiðið mánaðarskiftið mai - juni, tá gentan verður við barn, er beiggin nógv í heimbygdini, tí hann lesur til próvtøkuna. Sinnalagsbroyting Hann segði frá, at ein [...] verið noydd til at fara í song við einum manni, men segði ikki hvør persónurin var. Ikki fyrr enn alt er yvirstaðið, fær beiggin at vita, hvat hevði hent, men familjan tosar ikki um málið, fyrr enn tað kemur
trolararnir, og sostatt er minni í part, tá ið talan er um svartkalva. Stór skip Og víðari verður víst á, at tað ið djúpvatnstrolararnir fiska við Føroyar, verður alt avreitt her og gevur væl av arbeiði [...] framtíð, fyri at hann kann halda fram at royna á djúpum vatni. ? Javnaðarflokkurin er av teirri áskoðan, at neyðugt er, at hesin flotin fær møguleika til fram eftir eisini at verða verandi á tí djúpa vatninum [...] fiskiskapurin verið lækari enn vanligt seinastu árini. Fyri flestu fiskasløg, sum djúpvatnstrolarar fiska, er tað galdandi, at tey ikki verða fiskað av øðrum skipum, og sostatt hevði hesin fiskur stórt sæð ikki
ferðamannaskrivstovur og flogfeløg eru partar av eini størri eind. Tað er m.a. fyri at betra um hesar trupulleikar, at Lise Lyck er her. Hon hevur í nógv ár arbeitt við ferðavinnu, bæði í Danmark, har hon [...] Vandi er fyri, at privatir investorar ikki gera nóg stórar íløgur. Einamest tí teir ikki hava so nógvar pengar og eisini tí teir sjálvsagt hyggja eftir, hvat teir sjálvir kunnu fáa burturúr Tá er nærum [...] alt landið. Men tá ið ferðavinnan er komin upp á nóg høgt støði, har samskipanin verður sjálvvirkin, kan hon í hægri mun hvíla í sær sjálvum. Ferðavinnupolitikkur Tað er neyðugt at taka politiskar avgerðir
planera økið millum B36 og HB-húsini. Leivur Hansen sigur, at her er ætlanin at planera økið, sum er heldur óstortligt. ? Eingin avgerð er tikin um hatta økið enn, men eg rokni við, at um nøkur fá ár fer [...] farið undir at spreingja 2000 kubikmetrar av gróti burtur av økinum eystan fyri tað økið, sum higartil er planerað. Hetta arbeiðið fer at ganga út yvir gamla Hoydalsvegin, sum gongur fram við Gundadalshøllini [...] niðan til Hoydalar, men ætlanin hevur alla tíðina verið, at hesin vegur skal burtur. Tó so. Ætlanin er ikki at forða fólki at ganga har. Leivur Hansen, borgarstjóri sigur, at gjørd verður ein breyt, har
Úrslitið varð, at ríkið syndraðist. Tað er umráðandi at hava samstarv við aðrar tjóðir, búskaparliga, politiskt og mentanarliga, og so er tað líka mikið um landið er stórt ella lítið, bert tú ikki avbyrgir [...] samstarva, hóast Danmark í dag er triðstørsta oljuútflytaraland í Evropa. Hóast oljuútflutningurin hevur broytt umstøðurnar í Danmark, er munurin ikki so stórur, at tað er óneyðugt at lata upp fyri ávirkan [...] valkvøldið: »Hvad fanden skal við med Færøerne?». Er hetta eitt vanligt sjónarmið í Danmark? Hennara sjónarmið er kanska orsakað av søguloysi, men her var talan um eina politiska støðutakan til, hvørt