Javnaðarflokkurin skal vera lættur at skilja

Viðmerkingar til okkurt í lesarabrævi hjá Manna Persson í Sosialinum 24. novembur

Góði Manne, takk fyri tað vælmeinta brævið, tú hevði í blaðnum týsdagin 24. novembur. Eg sigi vælmeinta, tí eg lesi millum reglurnar, at tú í grundini ert samdur við politikki okkara. Tú hevur eitt solidariskt sinnalag. Tú harmast, tá órættur er gjørdur móti øðrum t.d. tjóðveldismonnum o.s.fr. Tú harmast eisini um, at summi fólk skilja ikki boðskap Javnaðarfloksins, sum tú óivað kundi fylgt, um flokkurin dugdi betur at bera boðskap sín fram.

Eg lesi við gleði í hjartanum, at tú ert nær í ætt við okkum ?frelstu? javnaðarfólk, og uttan iva er tað við tí í huga, tú roynir at rættleiða okkum.

Vit ì Javnaðarflokkinum eiga sjálvsagt at taka væl ímóti tínum hugsanum um politikk okkara. Vit eiga beinanvegin at fara greiðari út við ætlan Javnaðarfloksins um viðurskiftini í ríkinum.

Tað er týðiligt, at tá ein so fróður maður sum Manne Persson tekur til í Sosialinum, at Javnaðarflokkurin meinar nakað undan valunum, sum hann ikki meinar eftir valini, so er okkurt dundrandi galið. Her er tørvur á greiðari talu, tí eg havi hoyrt onkran annan tjóðveldismann siga tað sama. Eg havi enntá hoyrt onkran sjálvstýrismann, sum heldur, at Javnaðarflokkurin meinti ikki tað sama eftir valið sum frammanundan. Tá soleiðis er statt, so eigur flokkurin sjálvsagt at útleggja boðskapin so greiðan, at hesi vælvildarfólk skilja okkum, tí tey, sum einki vilja hava við javnaðarhugsjónina at gera, eiga vit ikki at spilla tíð uppá.


?Fullveldi? - Vælferðarsamfelag

Manne tekur serstakliga tvey javnaðarmál fram í brævi sínum, nevniliga spurningin um ?fullveldið? (fullveldið er ikki í sær sjálvum okkara navn til nakað sum helst) og vælferðarsamfelagið.

Tá talan er um ?fullveldið?, vit kalla tað ein sáttmála millum tvær tjóðir við somu tign og somu virðing fyri hvørji aðrari, so haldi eg, at Manne gloymir at vera seriøsur. Sjálvsagt skulu javnaðarfólk og tjóðveldisfólk hava rætt at hava sína egnu hugsan um, hvussu viðurskiftini landanna millum eiga at vera frameftir, uttan samstundis at skíra hvønn annan fyri konservatismu, vera ímóti allari nýhugsan ella at vera fongd við óhugnalig syndrom.


Solidariska hugsjónin

Eg haldi, at tað var stórt spell, at tað lukkaðist hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum at fáa fólk, sum siga seg hava virðing fyri javnaðarhugsjónini, at ganga í fleiri bólkum. Sømuligari hevði tað verið fyri allar tjóðveldismenn við tí hugsjónini og javnaðarfólk at sett seg niður at tala saman við tí solidarisku samfelagsskipanini sum grundarlag, við tí solidariska vælferðarsamfelagnum sum grundarlag.


Demagogi??

Góði Manne, tú skilir ikki, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við fullveldisuppskotinum hjá landsstýrinum. Tú sigur: ?Tað ber ikki til at vera ímóti øllum broytingum og nýhugsan, og bert føra gamlan vanapolitikk.? Nú er til tað at siga, at her fert tú í grundini, helst ótilvitað, uppá hestin hjá demagogiini, tí hetta er júst tað, sum ávísir í góðum - eg tori ikki at siga tað - stíli júka niður í fólk bæði her og har. Tað er júst júk, sum hatta, ið oyðileggur so nógv í kjaki, sum annars kundi verið gott og gagnligt. Tað hevði verið sømuligari við virðing fyri hvørjum øðrum at roynt at finna felags støði. Finst tað ikki, er tað keðiligt, men niðurgerðing av hvørjum øðrum og burturbeining av møguleika at samstarva um mál, sum semja kann fást um, eigur ikki at vera, har mentað fólk finnast.


Smáglefs minni uppá seg

At tú so fer at brigda javnaðrpolitikkarum, at teir fyrr hava verið krittiskir við flokkin, og enntá loyvt sær at tóna flagg í øðrum enn í javnaðar samanhangi, hevur lítið at siga einum annars sera positivum og vælmeinandi brævi. Eg haldi eisini, at tú hevur verið nóg so sinnisrørdur, tá tú harmast um, at Javnaðarflokkurin, so sum hann eisini lovaði undan valunum, nú roynir at bøta um tað órættvísi, sum pensiónistum okkara hevur verið fyri nú í nógv ár. Eg rokni við og vóni, at tú saman við góðum kreftum í Tjóðveldisflokkinum saman við Javnaðarflokkinum fer at fáa hasi viðurskiftini í rættlag aftur. Vit hava brúk fyri fólki, sum berjast líka manniliga fyri rættvísini, sum forfedrar okkara gjørdu í verki eftir valið 1958.


Kanska fært tú solidarisku kreftirnar saman

Eg vóni, at væl umhugsaða og vælmeinta brævið frá tær fær øll tjóðveldisfólk og øll javnaðarfólk at hugsa seg væl um, tí tað hevur neyvan verið meira neyðugt enn júst í hesum privatiserings og egoismunar tíðum, at fólk við solidariskum hugsunarhátti stinga høvdini saman ikki bara at verja vælferðarsamfelagið, men fyri at bøta um tað, tí tástani kunnu vit menniskju siga, at fólkið er frælst. Einki fólk er frælst, tá ein partur skal liva í vesaldómi, meðan onnur sóla sær í ríkidømi. So kann fullveldið vera fullveldi.


Við solidariskum huga

Hans Jørgensen

Miðvágur