Vitnisfrágreiðingarnar av teimum, sum varða av órættaðu, og av læknunum, vóru í rættinum mikudagin seinnapart. Har komu meira fjøltáttaðar frágreiðingar fram, um tað sum hent var í 1995.
Beiggi órættaðu, sum nú býr í Skotlandi, var fyrstur í vitnisstólinum. Hann segði frá tíðini, tá hann og systirin, sum gingu í skúla í Havn, búðu til leigu hjá ákærda.
Eins og vanlig systkin, vóru tey ósamd um hvussu tey skuldu býta uppgávurnar millum sín í íbúðini.Beiggin greiddi frá, at systirin var ógvuliga røkin og vildi hava tað ruddiligt inni, men at tey klandraðust um, at hann óruddaði illa, og ikki tók upp eftir seg.
Um tíðarskeiðið mánaðarskiftið mai - juni, tá gentan verður við barn, er beiggin nógv í heimbygdini, tí hann lesur til próvtøkuna.
Sinnalagsbroyting
Hann segði frá, at ein sinnalagsbroyting fór fram við systrini hesa tíðina. Frá at vera glað og friðarlig genta, broytist hon nú rættiliga, og øsir seg upp um smáting
Tá systirin tíðliga í juni 1995 ringir til beiggjan og biður hann koma til Havnar, undrast hann, men eftirlíkar kortini.
Í juli mánaða nevndi hon fyri beiggjanum, at hon hevði verið noydd til at fara í song við einum manni, men segði ikki hvør persónurin var.
Ikki fyrr enn alt er yvirstaðið, fær beiggin at vita, hvat hevði hent, men familjan tosar ikki um málið, fyrr enn tað kemur fram í ljósmála aftur. Vit royndu bert at ugga hvønn annnan, segði beiggin.
Mamman fekk vitan um hendingina 7. august, tá systir hennara ringdi og segði, at ákærdi hevði neyðtikið gentuna, sum var við barn og vildi hava fosturtøku.
Mamman hevði kortini verið varug við at dóttirin var nógv broytt. Hon tosaði nógv um at flyta úr íbúðini, men mamman helt ikki, at hon kundu fáa betri íbúð aðrastaðni í Havn.
Gentan var ikki væl fyri, og mamman hugsaði, at ov nógv fólk gingu inn til teirra, og kanska at tað órógvaði gentuna, at tey sótu og ballaðust.
Gentan vil einki
siga mammuni
Á ólavsøku hetta árið fer mamman til Havnar at vitja dóttrina, sum tá hevur fingið arbeiði. Mamman royndi at fáa gentuna at tosa um, hvat bagdi, men fekk einki svar. Hon hugsaði, at dóttirin kundi verða við barn, men helt ikki tað vera nakra ólukku, um so var.
Systir mammuna ringdi og segði henni frá, at gentan var við barn og at John Petersen hevði neyðtikið hana. Hon vildi hava forsturtøku.
Tá Mamman varð spurd í rættinum, um hon visti hvussu hendingin var farin fram, svaraði hon, at gentan var biðin um at fara uppá at tosa við John Petersen, men at hon tvær ferðir royndi at ríma, men at hann hevði togað hana inn aftur. Spurd um hon visti hvussu neyðtøkan annars var farin fram, svaraði mamman, at hon troystaði sær ikki at hoyra um tað.
Familjurnar hjá ákærda og órættaðu hava kenst síðani 1972, tá tey høvdu arbeitt í Íslandi, og vóru góðir vinir.
Ákærdi segði foreldrunum um hendingina
Onki samband hevur verið seinastu árini, men tá Oyggjartíðindini fóru at skriva um neyðtøkumálið, hevði John Petersen vent sær til foreldrini hjá gentuni, bóðu tey lesa eitt fotoeintak sum hann hevði fingið kvøldið fyri at blaðið kom á gøtuni. John Petersen hevði tá sagt foreldrunum at talan var um dóttur teirra, og at tað píndi hann ómetaliga nógv.
Hann hevði eisini roynt at ringt til dóttrina, fyri at fáa hana at siga, at greinin var lygn, men fekk ikki samband við hana.
Ørindini vóru eisini at fáa foreldrini at ávirka dóttrina um ikki at vitna ímóti sær.
Verjin hjá ákærda spurdi mammuna, um hon var fyri fosturtøku, og hon svaraði at hon var ímóti at taka lív.
Mamman hevði roynt at tosa við gentuna, og bjóðaði sær til, at tey skuldu hjálpa henni, so hon kundi eiga barnið, fyri síðani at ættleiða tað, heldur enn at fremja fosturtøku.
Bangin fyri at
missa dóttrina
Dótturin svaraði, at so var talan um tvey lív, tí so hevði hon bert eitt í at velja, og tað var sjálvsmorð. Mamman góðtók., fyri ikki at missa dóttrina.
Foreldrini vóru bæði við hjá læknanum. Ákærdi varð ikki nevndur, og heldur ikki at talan var um neyðtøku. Pápin góðtók heldur ikki fosturtøku, men eftirlíkaði, tí dóttirin hótti við sjálvsmorði. Hann kravdi at roynd var tikin av fostrinum, men visti ikki, hvat var hent við royndini.
Spurningin um neyðtøku svaraði pápin við at siga, at hann hevði havt ilt við at trúgva, at ein so góður vinur, kundi finna uppá at gera hetta ímóti teimum.
Næsta vitni var mammusystirin hjá órættaðu. Hon royndi eftir avtalu við foreldrini at fáa gentuna at siga sær, hvar hevði hent.
Tá John Petersen eitt kvøldið ringdi til pápan um eitthvørt í sambandi við arbeiði, er mammusysturin varug við, at her ikki ruggar rætt, tí gentan øsir seg upp og kallar ákærda eitt dýr.
Vitni fer síðani víðari, og greiðir frá, at ákærdi í 1973 í Íslandi royntdi at neyðtaka seg, men at hon vardi seg við einum knívi, og slapp til rímingar.
Tá alt var komið fram, ringdi mammusystirin til eina vinkonu, sum var sjúkrasystir, hvussu tey skuldu fyrihalda seg viðvíkjandi at fáa fosturtøku.
Mammusystirin spyr eisini gentuna, um tey ikki skulu melda málið til løgregluna, men gentan ber seg undan, tí hon ikki orkaði at fara undir tað.
Læknarnir kravdu afturlatnar hurðar
Tríggir læknar vóru førdir sum vitni. Ein kommunulækni, yvirlækni og lækni á Landssjúkrahúsinum.
Annika Olsen, kommunulækni, var fyrst í vitnisstólinum, og hon kravdi afturlatnar hurðar fyri teir tríggjar læknanar, men dómarin segði, at málið hevði almennan áhuga. Hann vildi ikki ganga kravinum á møti.
Annika Olsen hevði nógv um at vera henda dagin órættaða kom í viðtalu.
Gentan var limur í Sjúkrakassanum í heimbygdini, og læknin hevði tí ongantíð sæð hana áður.
Í rættinum varð tosað um medisinsku viðgerðina og metingar hjá læknanum, sum metti, at gentan var í 12. viku.
Gentan nevndi fyri kommunulæknanum at talan var um neyðtøku, og at viðkomandi sum hevði framt hetta, var høgtstandandi politikari, men at hon ikki vildi melda mannin. Eingi nøvn vóru nevnd.
Kommunulæknin vísir gentuni til Turið Holm, serlækna, sum 8. august skannar fostrið og metir um, hvussu langt gentan er komin.
Turið Holm segði í rættinum, at hon minnist eina bangna gentu, sum ikki segði so nógv. Hon visti frá kommunulæknanum, hví gentan var komin til hennara, men ikki hvat var farið fram. Gentan var komin so mikið lagt, at neyðugt at at bera skjótt at, um hon skuldi hava fosturtøku.
Poul Olsen, sjúkrahúslækni var eisini í vitnisstólinum. Hann broytti orðingin um neyðtøku í sjúkudagbókini hjá órættaðu til serliga umstøður, av tí at nógv fólk hava atgongd til sjúkudagbøkur.
Uppgávan hjá Poul Olsen var at doyva gentuna í sambandi við fosturtøkuna, men annars at greiða henni frá møguligum vandum, sum kunnu standast at viðgerðini.
Hann metti gentuna at vera sálarliga illa fyri, og tók til, at tað á føroyskum kallast at hon var sperd, men at tað vóru flest allar kvinnur, sum komu fyri at fremja fosturtøku. 10. august 1995 fekk gentan fosturtøku.
Tað kom ikki fram í rættinum, um nakar annars hevði tosað við gentuna, áðrenn ella aftaná viðgerðina.