Seinast í áttati og fyrst í nítiárunum tyktust øll at verða samd um, at størsti syndabukkurin í føroysku kreppuni var valskipanin. Hon hevði við sær, at løgtingsmenn og ?konur ikki dugdu at tala saman um landsins mál, men kravdu sínum valdømum serligar fyrimunir, (sum sæð í einum breiðari høpi vóru landsskaðiligir.)
Sum rímuligt er, spurdist einki burtur úr hugsanunum um at broyta valskipanina. Valla so nógv tí, at tey lokalt valdu settu seg í móti eini broyting, men heldur tí at aðrir syndabukkar vórðu funnir uttan fyri okkara egnu. Ætlanin við einari broyting av kommunalu skipanini varð samtíðis nýtt at teppa tey, sum hildu broyting av vallógini vera bráðneyðuga.
At broytt kommunuskipan fer at broyta lokalpolitikkin, er tó burturvið at halda, eins lítið og at ein skipan við øllum Føroyum sum eitt valdømi fer at gera tað. Tað mundi seinasta fólkatingsval greitt vísa.
Hin vegin eiga vit at seta okkum spurningin, um hesin so nógv umrøddi lokalpolitikkur er sjúkan, ið skal basast og lekjast, ella um hann er eitt súmptom. Er hann eitt súmptom, nyttar ikki stórt at brúka orku uppá at taka súmptomið burtur. Sjúkan mann vera har kortini. Føroyingar yvirhøvur munu væl vita, at lokalpolitikkurin í nógv størri muni er eitt sjúkueyðkenni enn ein sjúka.1
Herviliga illkynjað
sjúka spillir fólkaræðið
Kjak um demokratisku stýrisskipanina hevur ikki verið gerandisligt hjá okkum, eins lítið og tað hevur verið tað seinnu árini í øðrum londum. Í mongum hevur Amerika og USA gingið undan í hesum kjaki, og royndirnar her at tryggja einstaklinginum frælsi gjøgnum demokratiska skipan hava verið fyrimynd í flestu vesturevropéiskum londum og nú eisini víða hvar aðrastaðir. Har eins og her kenst trupulleikin av súmptominum, ?lokalpolitikkur? mótvegis landspolitikki.
Trupulleikin var longu frammi, tá mæti Thomas Jefferson í 1787 úr París stríddist móti James Madison heima í Amerika um amerikonsku stýrisskipanina (United States Constitution), sum varð viðtikin sama ár. Stríðið stóð um, hvørt samfelagsfriður og reglulag varð best tryggjað við at leggja vald til stjórnina ella við at veita kunnleika til fólkið. Jefferson trúði uppá seinnu loysnina, at samfelagið gjørdist ikki sterkt og trygt í sínum framburði, uttan so at fólkið kendi ábyrgd fyri tí og kendi egið gagn av, at tað valdaði samfelagsfriður og reglulag. Hetta fór eftir hansara hugsan eisini best at tryggja frælsi tess einstaka og landsins.
Jefferson tapti. Afturímóti vann hugsanin hjá James Madison um, at orsakirnar til klandur og ósemjur liggja huldar og eru inngrógvnar í okkara náttúru; vit síggja tær stinga seg fram allar staðir í ymiskum verkum og tiltøkum alt eftir ymiskum umstøðum í samfelagnum. Niðurstøðan mátti tí vera, at vit kundu ikki taka burtur orsakirnar til ósemju og klandur, og einasta loysnin var tí hjá okkum at royna at hava tamarhald á avleiðingunum.
Madison og hansara samhugaðu løgdu tí størri dent á, at stýrisskipanin skifti valdið millum javnsterkar partar, lóggávuvald, útinnandi vald og dømandi vald, ið kundi halda hvørjum øðrum í skák mát, um teir vildu taka sær ov nógv vald. Í hesum hildu teir seg til franska hugspekingin Montesqieu um, at eitt satt fólkaveldi bert kann virka á einum lítlum øki. Í størri økjum verður felags gagnið skumpað til viks av túsundatals privatum hugsanum. Felags gagnið verður sett til viks av undantøkum; tað verður bert framt av tilvild. Í smáu samfeløgunum eru felags áhugamálini eyðsýndari, betur skilt og møgulig at fremja. Í størra samfelagnum ræður um at halda borgararnar frá hvørjum øðrum; í smærri demokratiskum samfeløgum ræður um at fáa borgarunum kunnleika.
Madison og hansara samhugaðu mundu ikki væntað, at skipanin skuldi føra til tað úrslit, sum vit síggja í øllum londum, eisini í USA, at seráhugamálini skuldu fáa so stórt vald, at tey forða fyri semjum um størri felags samfelagsmál. Tiltøk og framstig av einum og hvørjum slagi verða forðað av minnilutaáhugaðum, ið kenna seg hótt onkursvegna, og sum altíð kunnu fáa so nógv í part við sær, at meiriluti ikki fæst fyri ætlaðu tiltøkunum ella framstigunum. Á tingi endar tað við, at minnilutaáhugamál finna saman í samgongu og atkvøðugreiðslu og verða samtykt, meðan áhugamálini hjá fólkinum sum heild ikki vinna frama.2
Úrslitið av hesari gongd er, at borgarin tekur seg burturúr samfelagskjakinum. Vónbrotin av miskendum royndum at betra um samfelagið, hann kennir seg part av, velur hann sama leiklut, sum hann heldur hini hava, at vera ímóti øllum, sum ikki hava verið í hansara parti, ella hann velur at halda seg heilt burtur í andstygd fyri tí, hann sær fara fram.
Tann hóast allar veikleikar frægasta samfelagsskipanin, fólkaræðið, hevur fingið ein svøll, sum illkynjaður veksur og máar burtur lívførið í skipanini. Vit øll, sum henda góða skipan kundi tryggjað frið, samfelagsligt reglulag og frælsi, gera einki fyri at basa sjúkuni.
Smámunaligt egingagn og løtuvinningur gerst lagið
Frammanfyri er lýst, hvussu gongdin hevur tikið seg upp eitt nú í USA. Hon er okkum helst ikki ókunnug heldur. Kann vera ikki so ógvusliga, men vit munu ásanna, at eisini hjá okkum tykist tað vera minnilutaáhugamálini, seráhugamálini, sum onkursvegna koma ígjøgnum í tinginum, og ikki tað, sum meginparturin av fólkinum er samdur um.
Hvørja ferð eitt týdningarmikið mál tekur seg upp, endar viðgerðin í einum ógvusligum kjaki. Tað gerst ikki eitt orðaskifti við tí endamáli at finna eina loysn, ið flest møgulig kunnu vera samd um. Eingin lurtar eftir, hvat annar sigur; her ræður um at rópa fyri at verða hoyrdur av sínum veljarum og fáa teir at fegnast um, hvussu væl tað bar til at niðra mótstøðumannin.3 Í tinginum er hetta kanska spæl, men veljarin fatar tað ikki soleiðis, og í roynd og veru hevur spælið einans til endamáls at tryggja atkvøðuna; sektin tykist liggja á, um ein samfelagsliga góð loysn á einum vandamáli verður funnin.
Eingin eigur at undrast á, um løgtingsmenn og ?konur fáa samvitskubit av hesum spælinum. Tey eru einki verri enn tú og eg, og tey duga eisini at síggja skeivu samfelagsgongdina av hesum. Men eins og tú og eg geva tey skipanini skylduna. Tað eru seráhugamálini, tey lokalu áhugamálini, sum verða løgd undir at forða fyri, at felagsmálini verða loyst.
Men kann tað hugsast, at lokalir trupulleikar gerast seráhugamál, tí vit ikki vilja viðgera teir sum landsfelagsmál, men heldur vilja verja atkvøðubýtið í egnum valdømi við egnum áhugamálum? Kann tað hugsast, at vit ikki vilja lurta eftir og skilja trupulleikarnar hjá øðrum, men bert rópa um egnar og loysa teir í rossahandlum við aðrar minnilutar? Kann tað hugsast, at vit í okkara lítla landi menna skipanir, sum halda borgarunum frá hvørjum øðrum, tó vit áttu at havt fortreytirnar fyri sanna fólkaræðinum hjá Montesqieu? At okkara mentanar, samferðslu- og útbúgvingarskipanir partú skulu virka fyri sundurlyndi heldur enn sameining?
Leiklutirnir
Tá fiskivinnuspurningar verða viðgjørdir, verður ofta víst til kendu vísindagreinina hjá Garrett Hardin: The Tragedy of the Commons. Vit kunnu týða hetta sum Sorgarleikurin um felagsognina. Felags gagn ella landsgagn er onnur felagsogn. Tá ongin er at virka fyri felagsgagni og verja tað, og í roynd og veru kanska tingið minst, nyttar lítið við broyttari valskipan.
Men, fyri at taka tráðin frá Jefferson og Madison uppaftur, hvør sigur, at tingið einsamalt skal taka sær av felagsgagninum? At vit hava brúk fyri felags stovnum sum tingi og landsstýri at taka sær av lóg og landaskili, munu vit vera samd um, men merkir hetta, at hvør tingmaður ella landsstýrismaður kann ella eigur at leggja eina og hvørja misnøgd við einari og hvørjari skipan fyri tingið og fáa loysn, sum valla tænir minnilutanum og, í hvussu so er, skaðar heildini? Gerst lógarskipan okkara tá ikki bara ein hurlivasi? Gerst virðingin fyri tingi og landsstýri tá ikki meira at líkna einari vanvirðing? Fer arbeiðið hjá tingi og landsstýri tá ikki við rætti at kunna verða mett sum ein hissini samanrenning at fremja egináhugamál og ikki felags gagn?
Vit munu øll eiga skylduna. Vit velja løgtingsmenn og ?konur, ið bjóða sær til at loysa okkara smáu egináhugamál, ið vit ikki hirða at loysa í samvinnu við okkara felagar. Vit venda okkum til okkara løgtingsvaldu við okkara eginmálum, hvar vit hitta tey, og royna at kroysta tey at loysa okkara smátrupulleikar uttan mun til heildina. Eru tey ikki frá byrjan umboðsmenn fyri minnilutaegináhugamál, so skulu vit skjótt fáa tey til at gerast tað. Annars eru vit ikki millum teirra, ið lurta eftir teimum, og, eru vit nóg nógvir minnilutar, so verða tey jú ikki afturvald.
Aðra staðir er tað nú komið har útí, at fólkið sjálvt finnur saman og av felags áhuga loysir egnar trupulleikar. Hetta kann í roynd og veru vera ein góð leið og fólkaræðisliga leiðin í smærri samfeløgum. Men hon má haldast óheppin, um hon bert fremur áhugamálini hjá nøkrum samfelagsbólkum, sum á henda hátt taka seg burtur úr felagsskapinum. Men gongdin vendist ikki, so leingi politikkararnir fremst taka sær av seráhugamálum, ið kunnu veita teimum smámunaligt egingagn og politiskar løtuvinningar.
Hjá okkum nýttist hetta ikki at verið seinasti útvegur. Vit áttu at havt umstøðurnar at bygt eitt satt fólkaræði, har tað almenna (landið) hevði ein týðandi yvirskipaðan týdning at tryggja landsgagnið, meðan borgararnir í samvirkan loystu felagsgagnið.
Kjartan Kristiansen
1 Eg kann til stuttleika nevna, at kommunubólkurin, sum sat undan hesum, varð avtikin góða viku eftir, at hann hevði dittað sær at havt fund við bygdarfólkið á Sandoynni og rátt teimum til at loysa egnar trupulleikar við samstarvi og samanlegging heldur enn at krevja løgtingið at loysa trupulleikarnar á Sandoynni. At bygdir og oyggjar fóru at taka seg saman at loysa egnar trupulleikar, sum tey kendu best, heldur enn at løgtingsmenn og ?konur funnu loysnir á tingi, mundi hóvað so illa, at bólkurin var avtikin.
2 Í Riti 2 um Vinnupolitikk ? Leikluturin hjá tí almenna og tí privata verða Milton og Rose Friedman endurgivin fyri at siga: Meirilutin ræður ? men hetta er ein serligur meiriluti. Hann er ein samgonga av fleiri minnilutum við seráhugamálum. Lat okkum siga, at í tínum valdømi eru 2 ? 3 % av veljarunum minnilutar. Hvør minniluti hevur sín serliga áhuga í sínum serliga máli, sum neyvan hevur nakran týdning fyri aðrar veljarar. Hvør av hesum minnilutum velur teg, um tú vilt stuðla hansara máli, sama, hvat tú gert við onnur mál. Fært tú nóg nógvar av hesum minnulutum í tín part, so fært tú 51 % í meirilta. Tað eru slíkir rossahandlar, sum stýra samfelagnum. Ráðini hjá Milton og Rose Friedman eru at skerja tað almenna mest møguligt og við lóggávu at forða tí at taka avgerð á ávísum málsøkjum.
3 Hvussu langt úti henda gongd er, sæst serliga í kjakinum nú um fullveldi. Uttan mun til hvørja hugsan tann einstaki hevur um henda spurning, kann eingin fata skrivingina í oddagreinunum hjá Dimmalætting og summum tingmonnum Sambandsfloksins sum eina roynd at fremja samstarv í Føroyum. Orðingar sum: ?Tá fullveldið gjørdi innrás í Føroyum, fylgdi kettuloppan við.? ?Í ... hesum óhugnaligu fullveldistíðum..? ?.. at lata tey gomlu svíða fyri tað. .. Hetta er ein liður í fullveldisarbeiðnum.? ?Tey gomlu eru løgst í seingina.? kunnu bert hava eitt endamál, nevniliga at fáa føroyingar at standa so langt frá hvørjum øðrum sum til ber, við tí úrsliti, at einki verður samtykt. Í slíkum poltiskum veðurlagi vendir ongin hin kjálkan til. Javnaðarflokkurin tegir (og samtykkir?) um orðavalið, og spælið kann halda á fram.