Ger Tórshavnar býráð virkisført

At kommunulógin ikki virkar, sum hon skal, eru viðurskiftini í Tórshavnar býráð eitt gott dømi um.

 

Í samgonguni í Tórshavnar býráð eru tríggir flokkar, sum høvdu átta av trettan býráðslimum. Fýra fólkafloksmenn, tveir tjóðveldismenn og tveir javnaðarmenn. Seinast í apríl hendi tað, at Fólkaflokkurin í býráðnum fór í tvíningar - tí Páll Petersen og Ingi Mohr ynsktu, at býráðið keypti graslíkisvallir frá øðrum - dýrari - seljara.

At ein flokkur kann slíta eina samgongu upp á eitt so spinkult mál, sigur nakað um, hvussu skroypulig samanseteingin hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar býrað er.


Annar fólkafloksmaðurin, Páll Petersen varð kortini skjótt »keyptur« innaftur í samgonguna, men Ingi Mohr, sum annars alla sína tíð hevur sitið uttanflokka í býráðnum, ikki fann heimaftur í Fólkaflokkin.


Býráðssamgongan fekk kortini meirilutan aftur, men nú við sjey av trettan býráðslimum, og tyktist nú at bera til at arbeiða víðari.


Men allar súður vóru kortini ikki syftar, tí nú hevur andstøðan saman við Inga Mohr meiriluta í trimum av býráðsnevndunum - sum eru krumptappurin í býráðsarbeinum. Andstøðan fekk tí formannin í sosialu nevnd, í mentanar nevndini og í umhvørvisnevndini. Býráðið sleppur ikki at velja nevndirnar umaftur, fyri á tann hátt at fáa demokratiska meirilutanum í býráðnum demokratiska meirilutan í nevndunum aftur.


Her haltar kommunulógin - tí sjálvandi átti tað at borið til at valt nevndirnar umaftur, so sleppast kundi undan, at ávísir persónar kunnu spæla hund við býráðsarbeiðinum bara fyri at vinna verandi býráðsmeiriluta neisur.


Anfinn Kallsberg løgmaður umsitur kommunumál í landsstýrinum. Og tað er hann, sum skal leggja nýggja kommunubygnaðin fyri tingi. Men eins greitt er tað, at henda broyting ikki fær gildi í bræði.


Tí hevði verið rættast at gjørt ta lítlu broyting í kommunulógini nú, at býráðið kann velja nevndirnar av nýggjum í virkisskeiðnum. Virkisskeiðið hjá hesum býráðnum má galda frá tí at samgongan er skipað, til sama samgonga ikki er til meira. Gamla samgongan við øllum fólkafloksmonnunum er ikki til, nú er samgonga millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og part av Fólkaflokkinum.


Á tann hátt ber til at gera Tórshavnar býráð virkisført aftur.