Tvey fólk eru deyð og átta eru álvarsliga særd eftir skottilburð í gjár á Brown University í amerikanska statinum Rhode Island.
Tað upplýsti borgarstjórin í býnum Providence, Brett Smiley, á tíðindafundi sambært tíðindastovuni Reuters.
– Eg kann staðfesta, at tað eru tvey fólk, sum eru deyð seinnapartin, og onnur átta eru í lívsvanda.
– Vit hava ongan gerningsmann í varðhaldi í løtuni, sigur Brett Smiley.
Fráboðanir vóru um ein vápnaðan persón á Brown University fyrr seinnapartin leygardagin lokala tíð. Sambært universitetinum varð boðað frá illgerðini klokkan 16:22. lokala tíð.
Heitt varð á fólk um at halda seg har tey vóru ella leita sær trygd um tað bar til.
Næmingar vórðu bidnir av universitetinum um at læsa hurðar, seta telefonir á ljóðleyst og halda seg fjaldar.
Fyrst vóru boðini, at mistonkti gerningsmaðurin var í varðhaldi hjá løgregluni, men seinni varð sagt, at gerningsmaðurin framvegis var leysur, skrivar tíðindastovan AP.
Brown University upplýsir á heimasíðuni, at støðan hjá teimum átta særdu er álvarslig, men støðug.
– Vit vita, at tað er nógvur ótti, stúran og óvissa í lokalsamfelagnum beint nú.
– Løgreglan arbeiðir dúgliga við at eyðmerkja offrini, og starvsfólk á sjúkrahúsinum arbeiða eisini við at eyðmerkja fólkini, sum eru flutt á sjúkrahúsið, stendur í nýggjastu dagføringini á heimasíðuni hjá universitetinum.
Løgregla, bráðfeingislæknar og bjargingarfólk eru til staðar á universitetsøkinum, skrivar tíðindastovan AFP.
Universitetið liggur sunnan fyri Boston og hevur umleið 11.000 lesandi.
Leygardagin er annar próvtøkudagur á universitetinum í heystskeiðnum, skrivar AP. Lærdi háskúlin skrivar, at royndir vóru ásettar millum kl. 14 og kl. 17 lokala tíð.
Brown University er partur av Ivy League, sum er ein bólkum av navnframum universitetum í landyrðings USA, sum fevnir um Harvard, Yale og Columbia.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivar á sínum sosiala miðli, Truth Social, at hann hevur fingið at vita um skottilburðin á universitetinum.
/Ritzau/











