er, at í summum bygdum í Eysturoynni hava børn og foreldur tikið stig til at fáa øll skúlabørn í Føroyum at skriva politikarunum og lærarafelagnum postkort við ynskjum um at sleppa aftur í skúla. Síðani [...] ið hevur nú vart í meiri enn ein mánað og enn røkist onki fyri, at tað fær ein enda. Men nú fara avleiðingarnar av verkfallinum av álvara at merkjast og nú er vandi fyri próvtøkunum í framhaldsdeildunum [...] sínum øki. Blokadur hava verið og fleiri eru í væntu. Skúlanevndir, lærarar, fakfeløg og foreldur hava gjørt vart við seg og sent mótmæli og áheitanir, og í dag verða undirskriftir savnaðir saman á skúlunum
fyri evnisdegi við heitinum »Nú er tíðin at dansa« í Klaksvík í næstu viku Evnisdagurin er almennur, men vendir sær serliga til teirra, sum undirvísa í kvæðum og føroyskum dansi. Endamálið er at varpa ljós [...] áðrenn formaðurin í Sláið Ringi, Rasmus Joensen, tekur orðið. Rasmus fer at hugleiða um dansins støðu í dag. Eftir hugleiðingina kemur Brynolf Lamhauge at greiða frá um, hvussu hann undirvísir í kvæðum og dansi [...] Frans skúla dansa. Tá ið Brynolf er liðugur, sleppur Erlendur Simonsen framat. Erlendur er ikki lærari, men skipar og dansar nógv. Hann er javnan biðin at undirvísa í kvæðum og dansi. Eitt nú í Hoyvíkar
lakari í enn øðrum, var tað bókmentaliga. Tí hevði hann keypt teimum eina góða bók í part, sum han handaði sum gávu frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Eisini Hans Petur Ellingsgaard, formaður í Men [...] kappingina, nøkur góð orð og eina gávu í part. Tí, sum hann segði, er einki lið, sum klárar seg uttan góðan venjara. At enda helt skúlaleiðarin í Runavíkar skúla, Ingvard Lamhauge, røðu vegna skúlan, har [...] flaggar uttan fyri skúlan í Runavík. Nógvir bilar standa á parkeringsplássinum, og væl av fólki er á gongd. Tey koma at heiðra tey, sum vunnu spurnarkappingina, sum verið hevur í Útvarpinum millum framh
tey kunnu markera seg í hesum máli. Høvdu tey sent børnini hjá sær aftur í skúla, so eri eg púra vísur í, at einki hevði hent. Tí gera tey rætt í at nokta børnunum í at fara í skúla, sigur hann. Torbjørn [...] at virka sum skjótast. Tá tað fyrst er komin ósemja í millum bygdirnar, ber tað ikki til at loysa trupulleikan á staðnum. Tí má landsstýrimaðurin upp í málið, sigur Torbjøsn Jacobsen. ? Tá eg boðaði frá [...] stórliga, at einki er gjørt í málinum alla hesa tíðina. Skúlin átti at latið upp, tá børnini skuldu byrja aftur eftir summarfrítíðina, sigur hann. Stórt spell Nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum, Óli Holm,
Sunnudagin 2. novembur klokkan 15 verður skipað fyri almennum fundi í Tekniska Skúla í Havn. Á fundinum luttekur Kenneth Danielsen, ið er semi-professionellur kappkoyrari Endamálið við fundinum er, at [...] staðnum, skrivar heimasíðan hjá Føroya MC. Les meira um Kenneth Danielsen, Føroya MC og fundin í Sosialinum í dag.
Trivnaðurin í bygdunum í sunnaru hálvu í Suðuroy, tvs. Sumba, Lopra; Akrar, Porkeri og Hov stendur og fellir í stóran mun, hvussu gongst í Vági. Tí er tað av størsta týdningi, at bygdirnar í sunnaru hálvu [...] at vit eru í fer við at gera somu mistøk, sum onnur hava gjørt undan okkum, men tó lært av, nú ætlanir eru um at flyta skúla- og mentanardepilin í Vági til Hovs. Avleiddar tænastuvinnur Í øðrum londum [...] hálvu í oynni, har ung leita til úr øðrum økjum í landinum, og har arbeitt varð við at fáa aðrar útbúgvingar í økið. At fáa røktarheim til sunnara meginøkið er ein onnur uppgáva, ið skal loysast í øðrum
Næstu fýra árini var hon mamma og tók sær av synunum. Í heyst fóru teir í skúla og nú skal Elisa Heinesen so endurvinna sítt pláss í mótaheiminum í London. - Eg var sera glað fyri, at eg hevði høvi at vera [...] havi lært at gagnnýta mína tíð nógv betri enn áður, sigur Elisa Heinesen. Í heyst byrjaðu tríburarnir hjá Elisu Heinesen í skúla og hon hevur nú sett seg við arbeiðsborðið aftur. Hon stendur tó mest sum [...] Í 21 ár hevur Elisa Heinesen búð í London og meginpartin av tíðini hevur hon starvast sum sniðgevi. Hon hevur gjørt klæði til mótaframsýningar hjá vakurleikafyritøkum sum L’Oreal og Wella. Tað fekk tó
oyggjum í kommununi. Vit vita, at álítandi ferðasamband er avgerandi fyri, at fólk vera verandi í oynni, og at nýtt fólk flytur í oynna, sigur Annika Olsen, sum harmast um, at fólkatalið í oynni í dag eru [...] eru 40 fólk færri enn fyri 10 árum síðani. Í dag búgva 218 fólk í Nólsoy. - Skulu vit varðveita mentanarliga fjølbroytni í kommununi og í øllum Føroyum, mugu landsmyndugleikarnir sýna eina størri virðing [...] fjørðin til Havnar til arbeiðis og í skúla. Øll onnur ørindi, sum vit vanliga taka fyri givið, skulu nólsoyingar til Havnar at avgreiða. Tí hevur tað alstóran týdning, at fólkið í oynni kann kenna seg trygt við
Semingsmenn eru komnir upp í sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Semingsmenn eru Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík og Allan Skaalum, stjóri á Repro-Z [...] avgjørt at leingja sáttmálan millum partarnar í eina viku. Harvið er arbeiðssteðgurin og blokadan, sum Føroya Lærarafelag lýsti at byrja 1. mars, útsett í eina viku. Ætlandi skulu partarnir hittast aftur
teimum. Í seinna partinum av kappingini skuldu flokkarnir gera uppskot til lýsingar um elorkusparing, har málbólkurin var ungfólk í aldrinum 13-16 ár. 15 flokkar luttóku í fyrra partinum og 14 í seinna [...] lýsingauppskot. Høvuðsvinningurin í kappingini var ein vikuskiftistúrur fyri allan flokkin til Reykjavíkar við Atlantsflog. Í fleiri ár var siðvenja í Velbastaðar skúla, at elsti flokkurin slapp ein túr [...] er fest og gleði á Velbastað í dag. Har kunnu tey av røttum taka undir við kvæðayrkjaranum, tá hann kvøður: »Ere vi små, så ere vi stærke!« Elsti flokkurin í Velbastaðar skúla varð seinnapartin kosin vinnari