Børn senda postkort: Vit vilja sleppa aftur í skúla

Karsten Hansen, Høgni Hoydal og Elsa Birgitta Petersen kunnu vænta sær nógv postkort komandi dagarnar frá børnum, sum vilja sleppa aftur í skúla

Nú er verkfallið onki stuttligt meir - heldur ikki hjá børnunum.

Læraraverkfallið hevur nú vart í meiri enn ein mánað og enn røkist onki fyri, at tað fær ein enda.

Men nú fara avleiðingarnar av verkfallinum av álvara at merkjast og nú er vandi fyri próvtøkunum í framhaldsdeildunum, eins og undirvísingin hjá teimum smærru børnunum hevur verið fyri einum stórum bakkasti

Fólk, sum vara av skúlanum, eru eisini farin at gera meiri og vart við seg fyri at fáa gongd aftur á samráðingarnar, hvør á sínum øki.

Blokadur hava verið og fleiri eru í væntu. Skúlanevndir, lærarar, fakfeløg og foreldur hava gjørt vart við seg og sent mótmæli og áheitanir, og í dag verða undirskriftir savnaðir saman á skúlunum, sum síðani skulu handast myndugleikunum.


Børn skriva postkort

Og hjá summum er hugflogið gott. Tað nýggjasta tiltakið er, at í summum bygdum í Eysturoynni hava børn og foreldur tikið stig til at fáa øll skúlabørn í Føroyum at skriva politikarunum og lærarafelagnum postkort við ynskjum um at sleppa aftur í skúla.

Síðani hugskotið varð fostrað í Eysturoynni, er tað farið víða um landið so tey, sum hava ábyrgdina av støðuna, kunnu vænta sær nógvan post teir komandi dagarnar.

Í Eysturoynni hava tey skipað tað so, at tey hava savnað børnini saman hjá ávísum foreldrum, har tey so hjálpa teimum at skriva og at senda postkortini.

Og tað frættist, at foreldur fleiri aðrastaðni í landinum eisini hava tikið henda táttin upp.

Ætlanin er, sum sagt, at senda teimum postkort, sum hava ábyrgdina av verkfallinum. Og tey eru Elsa Birgitta Petersen, formaður í Lærarafelagnum, Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í undirvísingar og mentamálum. Foreldrini hava eisini gjørt eitt uppskot til tekstin, sum skal skrivast á postkortini, men av tí, at nógv børn eru smá, er teksturin bæði stuttur og greiður.

Tá ið navnið á móttakaranum er skrivað ovast, kann teksturin stutt og greitt ljóða:

?Vit vilja sleppa aftur í skúla. Heilsan...? og so skal navnið og bústaðurin á sendaranum setast niðast.

Og tey trý, sum kortini skulu sendast til, hava hesar adressurnar:


Karsten Hansen

Fíggjarmálastýrið

Traðargøta 39

160 Argir


Høgni Hoydal

UMMS

Hoyvíksvegur 72

100 Tórshavn


Elsa Birgitta Petersen

Føroya Lærarafelag

Pedda viðsteinsgøta 9

100 Tórshavn