Stutt áðrenn Torbjørn Jacobsen fór frá sum landsstýrismaður, boðaði hann frá, at hann hevði gjørt av, at skúlin á Trøllanesi skuldi latast uppaftur.
Nú er stríð um hendan skúlan, men fráfarni landsstýrismaðurin sær bert eina loysn á trupulleikunum.
? Landsstýrismaðurin má skera ígjøgnum og fáa skúlan at virka sum skjótast. Tá tað fyrst er komin ósemja í millum bygdirnar, ber tað ikki til at loysa trupulleikan á staðnum. Tí má landsstýrimaðurin upp í málið, sigur Torbjøsn Jacobsen.
? Tá eg boðaði frá avgerðini um at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur, hevði eg longu tikið avgerðina fleiri vikur frammanundan. Tí undrar tað meg stórliga, at einki er gjørt í málinum alla hesa tíðina. Skúlin átti at latið upp, tá børnini skuldu byrja aftur eftir summarfrítíðina, sigur hann.
Stórt spell
Nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum, Óli Holm, hevur onga almenna viðmerking gjørt til málið enn. Hann hevur verið uttanlands, og trupult er at fáa fatur á honum.
Mentamálastýrið hevur tó sent bræv til skúlastýrið í Mikladali, har sagt verður frá, at stýrið skal hyggja eftir nøkrum løgfrøðisligum viðurskiftum, áðrenn nakað kann henda málinum.
? Eg haldi, at tað er ólukksáliga spell, um bygdaklandur skal beina fyri skúlanum á Trøllanesi. Hetta er í mínari verð eitt so evarska lítið mál, sum bara skuldi verið loyst, sigur Torbjørn Jacobsen.
? Krevur tað, at ein lærari verður settur afturat í hálva tíð, so síggi eg als ongan trupulleika fyri tí. Tað hevði nevyan verið trupulleiki at sett ein hálvan lærara afturat onkrastaðni, har tað frammaundan eru 100 lærara, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Bara ein loysn
Torbjørn Jacobsen heldur, at foreldrini á Trøllanesi hava gjørt púra beint við at hava børnini heima.
? Hetta er einasti máti, at tey kunnu markera seg í hesum máli. Høvdu tey sent børnini hjá sær aftur í skúla, so eri eg púra vísur í, at einki hevði hent. Tí gera tey rætt í at nokta børnunum í at fara í skúla, sigur hann.
Torbjørn Jacobsen heldur, at einasta loysnin á trupulleikanum er, at Óli Holm sker ígjøgnum og fær skúlan á Trøllanesi at virka aftur.
? Tað er eingin ivi um, at politiskur vilji er fyri at varðveita bygdaskúlarnar, og tí er hetta málið púra einfalt í mínari verð. Landsstýrismaðurin skal bara gjøgnumføra avgerðina, sigur Torbjørn Jacobsen.