Legði yrkisleiðina til viks

Tá hon gjørdist mamma at tríburum, vóru ikki longur stundir til at sniðgeva klæðir.

Í 21 ár hevur Elisa Heinesen búð í London og meginpartin av tíðini hevur hon starvast sum sniðgevi. Hon hevur gjørt klæði til mótaframsýningar hjá vakurleikafyritøkum sum L’Oreal og Wella.

 

Tað fekk tó ein bráan enda, tá hon í 2011 gjørdist við barn. Tí í móðurlívi lógu tríburar og bíðaðu eftir at sleppa at endavenda gerandisdegi hennara.

- Tað var planlagt og sjálvandi gleðiligt, men tað kom satt at siga eisini sum eitt sjokk, serliga at tað vóru trý børn á veg, sigur hon.

 

Í 2012 átti hon og tað gjørdist skjótt greitt, at stórar broytingar máttu til í lívinum, um kabalin skuldi ganga upp. Hon var sjálvstøðug vinnurekandi, so har var eingin arbeiðsgevari, sum hon kundi fara í barsil frá.

- Tað vísti seg, at fíggjarliga fór tað ikki at loysa seg at koyra teir í barnagarð. Tað hevði kostað okkum 30.000 krónur um mánaðin. So var líka frægt, at eg gjørdist heimagangandi mamma og ansaði teimum sjálv, sigur hon.

 

So Elisa Heinesen fór heim.

- Eg fann eisini skjótt út av, at eg ikki fór at hava stundir at arbeiða nakað serligt, meðan teir vóru heima.

 

Næstu fýra árini var hon mamma og tók sær av synunum. Í heyst fóru teir í skúla og nú skal Elisa Heinesen so endurvinna sítt pláss í mótaheiminum í London.

- Eg var sera glað fyri, at eg hevði høvi at vera heima við teimum hasi fýra árini, men satt at siga, so verður man eitt sindur svakur av ikki at arbeiða. Tað hevur tó verið ein góður støðgur fyri meg. Nú eg byrji aftur, eri eg eitt sindur meiri íðin, full av hugskotum og havi lært at gagnnýta mína tíð nógv betri enn áður, sigur Elisa Heinesen.

 

Í heyst byrjaðu tríburarnir hjá Elisu Heinesen í skúla og hon hevur nú sett seg við arbeiðsborðið aftur. Hon stendur tó mest sum á berum, nú hon byrjar aftur.

- Tað bilar ikki og er mest sum við vilja. Eg havi valt at sleppa gomlu kundunum, so eg kundi byrjað heilt av nýggjum og leggja meg á eina aðra leið enn hana, eg var á.

 

Les eina longri samrøðu við Elisu Heinesen í Vikuskiftissosialinum, sum kemur út í kvøld.