Semingsmenn eru komnir upp í sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Semingsmenn eru Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík og Allan Skaalum, stjóri á Repro-Z.
Týskvøldið høvdu semingsmenninir fund við partarnar, har teir hoyrdu sjónarmið teirra.
Semingsmenninir hava avgjørt at leingja sáttmálan millum partarnar í eina viku. Harvið er arbeiðssteðgurin og blokadan, sum Føroya Lærarafelag lýsti at byrja 1. mars, útsett í eina viku.
Ætlandi skulu partarnir hittast aftur til fundar fríggjamorgunin.
Umframt lønarspurningin, so er tað serliga arbeiðstíðin, ið skilir partarnar.
Eisini nýggja fólkaskúlalógin hevur verið partur av kjakinum og serliga tær eyka útreiðslur, ið standast av, um hon skal fylgjast.