Sunnudagin 2. novembur klokkan 15 verður skipað fyri almennum fundi í Tekniska Skúla í Havn. Á fundinum luttekur Kenneth Danielsen, ið er semi-professionellur kappkoyrari Endamálið við fundinum er, at kunna áhugaðar koyrarar um møguleikarnar at gerast professionellur ella semi-professionellur. Fundurin er eisini fyri foreldur, ið ynskja at vita meira um hesa ítrótt. Til hesa kunning verður høvi at spyrja pápa Kenneth Davidsen viðkomandi spurningar.
Kappkoyringarsúkklur verða eisini sýndar fram á staðnum. Umboð frá Føroya-MC hava sínar súkklur og Kenneth Davidsen sína. Verður veðrið til vildar verður høvi at síggja nakað av koyring á staðnum, skrivar heimasíðan hjá Føroya MC.
Les meira um Kenneth Danielsen, Føroya MC og fundin í Sosialinum í dag.