Vágur sum tænastudepil, mentanardepil og skúladepil ? kann bjarga bygdunum í økinum

Mourits M. Joensen
????????????????

Í londunum rundan um okkum verða skúladeplar nýttir sum týðandi amboð at menna økið, har hesir verða lagdir, og verður tað, bæði í kommunalum og landspolitiskum høpi, lagdar ætlanir, har skúladeplar gerast partur í eini størri ætlan fyri økið. Tí er tað hugstoytt at síggja, hvussu lætt Henrik Old og Jóhan Dahl fara um møguleikarnar, ið liggja í hesum, har vigað verður fyri ella ímóti Vági sum skúla- og mentanardepli, ella um nøkur arbeiðspláss skulu fáast til vega á einum røktarheimi. Her er ilt at fáa eyga á, hvat hetta hevur við hvørt annað at gera, fyri ikki at tosa um tær manglandi visiónirnar, ið eru fyri økið, teir umboða, tá mentamál og sosialmál verða viðgjørd við tÌlÌkari líkasælu og uttan atlit til komandi kommunubygnað.

Endurtaka mistakið
Alt talar fyri, at vit eru í ferð við at gera somu mistøk, aðrir býir hava gjørt undan okkum, har skúla-deplar eru lagdir ov langt uttanfyri miðbýin. Trupulleikin er, at økið har skúladepilin liggur, gerst lÌtið áhugaverdur fyri tey lesandi, og fara tey eins skjótt og skúladagurin er liðugur hvør í sína ætt. Hetta er oyðileggjandi fyri samanhaldið, og mennir ikki eitt vælvirkandi lestrarumhvørvi.
Í Danmark eru eitt nú fleiri skúladømir í so máta, har skúladeplar eru lagdir við so stórari fjarstøðu til miðbýin, at ilt hevur verið at fingið næmingar at støðast á lærustovnunum og somuleiðis trupult at fáa nýggjar næmingar til. Har trupulleikarnir hava verið størstir, hevur ein stór fráflyting verið frá skúlunum mitt í lestrartíðini.
Í Noregi eru skúladeplar har eitt neyvt samstarv er millum næmingaráðini á skúlunum og býráðini, so trupulleikar ikki standast av at býráðið tekur avgerðir sum eru til ampa fyri eitt valvirkandi lestrarum-hvørvi.
Alt talar tí fyri, at vit eru í fer við at gera somu mistøk, sum onnur hava gjørt undan okkum, men tó lært av, nú ætlanir eru um at flyta skúla- og mentanardepilin í Vági til Hovs.

Avleiddar tænastuvinnur
Í øðrum londum verður vÌst á eitt neyvt samband millum eitt vælvirkandi lestrarumhvørvi og avleiddar tænastuvinnur, um ytru karmarnir eru til staðar. Av tænastuvinnum, sum verða nevndar, eru íbúðarleiga, kafeíir, Internet-kafeíir, resturatiónir, kioskir, grill- og pitsabarrir, bókhandlar, teldu- og fartelefonhandlar, biografar, bowlinghallir, fitnesssentir, frisørsalongir og dansistøð.
Sosiala samanhaldið hevur eisini við sær, at tónleika- og leiklistarlÌvið mennist. Kórsangur gerst eitt umtókt ítriv, umframt at frælsi ítrótturin blómar. Ikki er óvanligt, at skúladeplar gera sínar egnu útvarpssendingar. Somuleiðis skuldu ligið stórir møguleikar í einum samstarvi við Norðurlandahúsi og Tjóðpall Føroya, so bygningurin gjørdist eitt mentanarhús fyri oynna í røttum umhvørvi.
Heldur enn at seta spurnartekin við, hvussu eitt býráð loyvir sær at siga nøkur arbeiðspláss frá sær á einum røktarheimi, skuldi verið arbeitt við m.a. at ment Vág sum lestrar- og mentanardepil fyri oynna og tænastudepil fyri syðru hálvu í oynni, har ung leita til úr øðrum økjum í landinum, og har arbeitt varð við at fáa aðrar útbúgvingar í økið. At fáa røktarheim til sunnara meginøkið er ein onnur uppgáva, ið skal loysast í øðrum høpi, men má metast sum ein sjálvfylgja av teimum flestu.
Vit eru uttan iva mong, ið kundu hugsað okkum visionær og ágrýtin umboð á tingi, ið arbeiddu fyri at menna útjaðaraøkið í sunnaru hálvu í Suðuroy, ið má metast sum ógvuliga viðbrekið, og har vandin rætti-liga er til staðar, fyri at missa stevið við teimum kommunalu broytingum, sum koma.

Kann bjarga bygdunum
Trivnaðurin í bygdunum í sunnaru hálvu í Suðuroy, tvs. Sumba, Lopra; Akrar, Porkeri og Hov stendur og fellir í stóran mun, hvussu gongst í Vági. Tí er tað av størsta týdningi, at bygdirnar í sunnaru hálvu standa saman um at menna Vág sum tænastudepil fyri syðra meginøki, óheft av einum komandi kommunubygnaði, so ungdómurin í økinum trívist og støðast. Allar tænastur skulu tí miðsavnast og ikki spjaðast runt í økinum. Tað er tí undrunarvert, at fráfarandi borgarstjórin í Sumba nýtir provokatión sum amboð til eina ófyrireikaða og møguliga køvandi kommunusamanlegging, sum vil raka Sumba meinast, gerst Vágur »sovibýur«.
Ein avgerð um at flyta skúla- og mentanardepilin til Hovs er tí ein lítið gjøgnumhugsað loysn og tænir ongum endamáli, enn ikki skúlans egna, og er somuleiðis ein fíggjarliga óforsvarlig loysn, tí skúlin hevur ikki neyðuga mennandi lestrarumhvørvið í Hovi, og fer tað ongantÌð. Í ringasta føri fáast ikki næmingar at trívast á skúlanum.
Her mugu bygdaráðini síggja longur fram, og vera meira visionér enn at hugsa um møgulig lokal arbeiðspláss til vaskikonur og húsavørðar, og salomonskar loysnir frá landsstýrinum tæna als ongum endamáli og eru høpisleysar. Frá tí síðu kundi verið kravt størri visionerar loysnir enn verandi loysn leggur upp til, har ein framkomin bygningur, ið hoyrir einum býi til, verður lagdur millum seyðahús í Hovi. Grátuligt.

Byrjanin til endan ella ...
Hvørt Suðuroy gerst ein kommuna ella tvær, so er av avgerandi týðningi, at sunnara hálva fær tillutað almennar uppgávur javnt býtt við norðaru hálvu, - somuleiðis kommunalar, verður Suðuroy ein kommuna, men gevur hetta bert meining, um Vágur gerst tænastudepil fyri sunnara meginøki.
Verður skúla- og mentanardepil lagdur í Hovi, við bergholi beint við dyrnar til norðara meginøki, og við tøttum samstarvi við Sumbiar kommunu um kommunusamanlegging, umframt moralskan stuðul frá Henriki Old og Jóhan Dahl fyri hesi ætlan, má metast, at Vágs býráð er sett uttanfyri alla ávirkan til komandi samráðingar um kommunubygnað í Suðuroy. Tá er ikki ilt at gita, hvar almennar og kommunalar uppgávur koma at liggja.
Tí má metast, við verandi gongd, at vit hóma byrjanina til endan, tá Vágur gerst »sovibýur« burturav, og sunnastu bygdirnar avtoftast sum frálÌður, men hetta liggur alt í hondunum á samgongulimunum Henriki Old og Jóhan Dahl, tó tað er at vóna, at Hergeir Nielsen letur hoyra frá sær.