Nólsoyingar skulu eiga Ternuna

Suðuroyingar eiga Smyril, men hvør eigur Ternuna?

Okur eiga Smyrol siga suðuroyingar, og sandoyingar munnu meina seg eiga Teistan. Men ilt er hjá nólsoyingum at gera krav upp á Ternuna á sama hátt, alla tað tíð, hon er fyrstaval sum avloysaraskip hjá Teistanum.

 

- Ternan er lívæðrin hjá nólsoyingum, men alt ov ofta kemur fyri, at skipið fer í sigling aðrastaðni, ella at ferðaætlanin ikki verður hildin. At nólsoyingar hava so óálítandi ferðasamband millum heimbygdina og Havnina, kann Tórshavnar kommuna ikki góðtaka, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum hevur sent Strandferðsluni og Samferðslumálaráðnum eina áheitan um at finna eitt annað avloysaraskip beinanvegin, so at Ternan burturav kann røkja Nólsoyarfarleiðina.

 

- Hvønn morgun gerandisdagar fara einir 60 nólsoyingar frá húsum og sigla um fjørðin til Havnar til arbeiðis og í skúla. Øll onnur ørindi, sum vit vanliga taka fyri givið, skulu nólsoyingar til Havnar at avgreiða. Tí hevur tað alstóran týdning, at fólkið í oynni kann kenna seg trygt við farleiðina, sigur Annika Olsen. Hon sigur, at Jósup, sum verður settur inn í sigling í staðin, er ov lítil, og tað kemur meiri enn so fyri, at fólk standa eftir.

 

- Tað er greitt, at hetta er ikki ein haldbar støða. Tórshavnar kommuna vil, at familjur trívast bæði í býi, bygdum og oyggjum í kommununi. Vit vita, at álítandi ferðasamband er avgerandi fyri, at fólk vera verandi í oynni, og at nýtt fólk flytur í oynna, sigur Annika Olsen, sum harmast um, at fólkatalið í oynni í dag eru 40 fólk færri enn fyri 10 árum síðani.  Í dag búgva 218 fólk í Nólsoy.

- Skulu vit varðveita mentanarliga fjølbroytni í kommununi og í øllum Føroyum, mugu landsmyndugleikarnir sýna eina størri virðing fyri farleiðum, har sjógvur skilir oyggjarnar, sigur hon.

 

- Fari at heita á avvarðandi myndugleikar um, at Strandfaraskip Landsins finnur eitt annað avloysaraskip beinanvegin, soleiðis at barnafamiljur og onnur í Nólsoy fáa ta sjálvsøgdu tænastu, at tey kunnu líta á ferðaætlanina og soleiðis sleppa til arbeiðis, í skúla, kunnu heinta børnini á dagstovni eftir arbeiðstíð og annars gera øll onnur ørindi í meginøkinum. Ternan eigur at verða álitið hjá nólsoyingum, og til tess at liva upp til hetta skal skipið røkja Nólsoyarleiðina burturav, sigur Annika Olsen.