Evnisdagur um føroyskan dans í Klaksík

Sláið ring - Landsfelag føroyskum dansi at frama, skipar fyri evnisdegi við heitinum »Nú er tíðin at dansa« í Klaksvík í næstu viku

Evnisdagurin er almennur, men vendir sær serliga til teirra, sum undirvísa í kvæðum og føroyskum dansi. Endamálið er at varpa ljós á dansin og kvæðaundirvísingina og at vísa á undirvísingarmøguleikar innan økið.

Evnisdagurin verður í Skálanum í Klaksvík hósdagin 15. januar frá klokkan 9.30 til klokkan 15.00. Umframt mat, fyrilestrar, dans og undirvísing fáa allir luttakararnir eina tvífløgu við føroyskum kvæðum. Kvæðini byggja á Føroyingasøgu, sum er sera undirvísingarvinarlig.

Byrjað verður klokkan 9.30 við morgunmati, áðrenn formaðurin í Sláið Ringi, Rasmus Joensen, tekur orðið. Rasmus fer at hugleiða um dansins støðu í dag.

Eftir hugleiðingina kemur Brynolf Lamhauge at greiða frá um, hvussu hann undirvísir í kvæðum og dansi. Millum annað hevur Brynolf Lamhauge ein stuttan film við, har næmingar úr Sankta Frans skúla dansa.

Tá ið Brynolf er liðugur, sleppur Erlendur Simonsen framat. Erlendur er ikki lærari, men skipar og dansar nógv. Hann er javnan biðin at undirvísa í kvæðum og dansi. Eitt nú í Hoyvíkar skúla. Erlendur leggur stóran dent á dansin og sleppa vit tí øll upp á gólv hesa løtuna.

Síðstur áðrenn døgurðan er Regin Debess. Regin Debess fer at práta um kvæðini, dansin og dansispølini. Eisini her er møguleiki fyri, at fari verður uppá gólv. Síðani er døgurði.

Eftir døgurða greiða fólk frá Skúlabókagrunninum frá teirra tonkum, arbeiði og virksemi annars viðvíkjandi kvæðum og dansi. Eitt nú arbeiða tey við eini spennandi ætlan á telduøkinum.

Jónleif Johannesen fer síðani at greiða frá sínari undirvísingartilgongd. Hann fer at vísa á undirvísingarmøguleikar, sum stórt sæð øll kunnu brúka. Jónleif leggur stóran dent á kvæðafrásøgnina. Frásøgan er miðdepil í hansara undirvísing.

Tá ið Jónleif er liðugur, er kaffi at fáa. Eftir kaffi fara luttakararnir uppá gólv saman við Klaksvíkar Dansifelag. Evnisdagurin endar uml. klokkan 15.00.