væl á allan hátt. Dagurin 21. juli gjørdist hin fagrasti av øllum, ið verið hevur á sumrinum við dýrdarveðri og sólskini av heiðum himni allan dagin til seint á kvøldi. Tá ið Smyril legði at landi á Tvøroyri [...] Trongisvági saman við Jákup Michaeli Mikkelsen á Toftum. Henda samkoming var frálíkt tiltak. Mangt minnið kom fram aftur og havt á orði um krígstíðina, um tilburðir á sjógvi og landi, tó mest um ferðina til Íslands [...] saman í apríl í ár á Hotel Hafnia í Havn. Nú vóru 64 ár liðin. Av teimum hálvtriðjahundrað monnunum, sum við høvdu verið, hittust nú 14 aftur. Hetta vóru tó ikki allir, sum eru á lívi, nakrir settu sær
við 75 føroyskum ítróttarfólkum, fjølmiðlafólkum og øðrum. Tað gekk eisini skjótt at fáa øll upp á pláss á teimum ymsu hotellunum og gistingarhúsunum í hugnaliga høvuðsstaðnum Visby. Veðrið var gott - bert [...] byrja so kappingarnar. Myndatekstir: Tað tók bert góðan hálvan tíma hjá føroyingunum at koma úr flogfarinum til tey ymsu hotellini í Visby fríggjadagin
savningarstøðina við einari tylru, sum setti seg á takið á bygninginum. Seinni sóu vitni nakrar menn bera fleiri sekkir upp í tyrluna, áðrenn hon lætti sær á og fleyg avstað. Fyri einum tíma síðani kunngjørdi [...] Eisini vísti tað seg, at onkur hevði pilkað við tyrluna, sum løgreglan hevur, soleiðis at hon slapp ikki á flog.
Hann vísir á, at rutan hjá Maersk Air til Føroya bert er ein liður í virkseminum hjá tí eina flogfarinum, ið verður brúkt á rutuni. Tað er ein fyrimunur at hava fleiri streingir at spæla á fram um tað [...] hava als ongar ætlanir um at gevast, sigur Ole Dietz. Talið á ferðafólkunum á Føroyarutuni er støðugt. Í fjør flugu 48.000 fólk við Maersk Air á hesi farleiðini og tað er tað sama talið sum árið fyri. Í [...] avmarkaðan marknað. Í 1995 flugu 44.325 fólk við Maersk á Føroyarutuni og í 1996 44.000. Talið á ferðafólki, sum Maersk Air og undirfeløg, fluttu aftur og fram á øllum rutum í fjør, var 2,9 milliardir í alt
Føroyum hesa vikuna. Nevndin kom við flogfarinum úr Keypmannahavn í kvøld og leiðin gekk beint yvir á fótbóltsvøllin í Miðvági, har, eftir ætlan, kappingin í bogaskjóting á oyggjaleikunum verður hildin, í góðum [...] g kappingini á oyggjaleikunum. Sum liður í fyrireikingunum at gera Føroyar klárar at hýsa oyggjaleikunum, sum er størsta tiltak í Føroyum nakrantíð, er IIGA, altjóða oyggjaleikanevndin á vitjan í Føroyum [...] Altjóða oyggjaleikanevndin var vælnøgd við vitjanina og tær umstøður kommunan og feløgini kundu vísa á vóru og fóru at vera klárar í 2027, og øll eru spent uppá hesa stóra uppgávu, og fyrireikingarnar eru
kabinan verður sum ein hugalig stova. Setrini koyra á skinnarum og baksetrini kunnu í eini handavending gerast um til eina dupultsong. Við at lyfta takið upp verður loftshæddin upp til 2.40 m, har sum tað [...] Bilurin vit royndarkoyrdu var ein CDI (diesel) við 2,2 litra motori við 150 hk og snúningsmomenti upp á 330 Nm. við 1.800-2.400 snún/min. Við automatiskum girum og myrkum rútum kostar hann um kr. 450.000
Tað var týðuligt, at okkara menn trivust betri enn mótstøðumenninir á graslíkinum. Takið á bóltinum hjá teimum var í minsta lagi á sama støði sum hjá mótstøðumonnunum, og tað var sera hugaligt at staðfesta [...] niður eftir rygginum, tá tað frættist, at fótbóltslandsliðið skal spæla tíðliga á árinum. Tíðliga á árinum er, áðrenn tað heima á landi verður farið undir fótbóltslandskappingina. At tað ikki er nøkur orsøk [...] menninir á føroyska liðnum fóru at hava trupulleikar at fylgja við, men sambært hjálparvenjaranum, so hava t. d. Uni Arge, Allan Mørkøre og Hans Fróði Hansen ongantíð verið so væl fyri so tíðliga á árinum
at formaðurin fer í landsstýrið, so hesin kemur á ting. Listi K eigur tøkk uppiborna fyri sín leiklut. Uttan tykkum var hetta valið ikki tað sama. Setið á stovn eina pensjónsskipan, har øll rinda 8% av [...] vit konstatera, at valið hjá okkum fiskimonnum var vánaligt. Norðoyggjar: Knippilspolitikkur er komin á ting. Hesin hevur ikki viljað givið okkum fiskimonnum frádrátt fyri goldnar útreiðslur, tá hesin ikki [...] fært tú eitt slag yvir fingrarnar við knipplinum. Eysturoy: Vit kundu hugað okkum rækjureiðarin kom á ting og vardi okkara sjónarmið, men vóna at sitandi tingmaður talar okkara søk. Norðstreymoy: Tykkum
vitjanina í Klaksvík vóru vágbingar vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll stigini. - Vit høvdu takið á teimum, og eg dugi illa at ímynda mær, at teir høvdu havt fingið mál, um vit ikki høvdu havt givið [...] Samuelsen sendi framvið málverjanum, ivaðist eg ikki í, at bólturin fór í málið, men tíverri bjargaðu teir á strikuni, sigur VB miðverjin Michael í Lágabø. Hvussu ert tú nøgdur við tykkara avrik? - Talan var um [...] átti at givið okkum mót undan HB vitjanini næsta sunnudag, heldur Michael í Lágabø, sum kortini vísir á, at tað ivaleyst hevði myndast heilt øðrvísi, um teir báðir góðu møguleikarnir, sum KÍ fekk beinanvegin
teir hava ongantíð áður verið á fremsta plássinum, tá tveir triðingar av kappingini eru lagdir afturum. Í 1974 komu teir á fremsta pláss, tá teir tíðliga á árinum vunnu 2?0 á HB í Vági, men teir mistu plássið [...] nakrantíð áður hevur verið. Tað sást eisini á áskoðarafjøldini, sum í góðveðrinum sunnudagin var størri, enn hon plagar at vera, tá klaksvíkingar hava vitjað á Eiðinum. VB vann torføra heimadystin ímóti [...] við oddaliðini. Fyrst HB á Svangaskarði og so VB í Vági. Aldudalurin B36 var so at siga hara nógvu tey fyrstu umførini. Teir runnu undan øllum hinum liðunum. Eftir fýra ósigrar á rað eydnaðist teimum at