Væleydnað summarferð til Suðuroyar

HUGLEIÐING

Tummas Lenvig

Sum fyrr hevur verið nevnt í bløðunum, funnust nakrir av teimum monnum, sum í 1941 vóru við at gera flogvøllin í Reykjavík, saman í apríl í ár á Hotel Hafnia í Havn. Nú vóru 64 ár liðin. Av teimum hálvtriðjahundrað monnunum, sum við høvdu verið, hittust nú 14 aftur. Hetta vóru tó ikki allir, sum eru á lívi, nakrir settu sær ikki føri at luttaka. Fyrireikararnir at fáa hesa stevnu í lag vóru Thorbjørn Lisberg í Trongisvági saman við Jákup Michaeli Mikkelsen á Toftum.
Henda samkoming var frálíkt tiltak. Mangt minnið kom fram aftur og havt á orði um krígstíðina, um tilburðir á sjógvi og landi, tó mest um ferðina til Íslands og um arbeiðið og umstøðurnar har. Eisini varð tikið til máls um, hvussu hættislig í grundini henda ferð hevði verið millum londini við so nógvum fólki ísenn í ringastu vanda- og skaðatíðini her um vegir tá.
Eftir hugnaliga samveru og gott borðlag tók Thorbjørn orðið og segði nøkur samhugað og viðkomandi orð og endaði við uppskoti um at gera eina summarferð í felag saman til Suðuroyar í sambandi við, at hin nýggi Smyril eftir ætlan skuldi setast í sigling í summar. Sjálvur er Thorbjørn royndur formaður og ferðaleiðari hjá pensionistum. Hann beyð sær til at leggja ferðina til rættis og at skipa fyri. Hetta var gott tilboð.
Tíverri kom nýggi Smyril ikki til tíðina, sum øll høvdu vónað, men fyrireikararnir hildu nú, at væl bar saktans til kortini at gera hesa ferð við verandi skipi og at koma suður fyri ólavsøku. Avrátt varð at koma 21. juli og at liggja nátt á ferðamannaheiminum í Øravík. Hetta kom í lag, tó nú komu ikki allir við,tá ið saman um kom. Men fýra aðrir komu við nú, sum ikki vóru við fyrr, tríggir úr Suðuroy og ein úr Miðvági. Umframt var kona ein luttakara eisini við.
Um hesa ferð kann sigast, at hon eydnaðist stak væl á allan hátt. Dagurin 21. juli gjørdist hin fagrasti av øllum, ið verið hevur á sumrinum við dýrdarveðri og sólskini av heiðum himni allan dagin til seint á kvøldi.
Tá ið Smyril legði at landi á Tvøroyri nakað eftir middag, stóð bussur frá ferðaheiminum fyri okkum, og eftir stuttari løtu komu vit vegin fram til gistingarhúsið í Øravík. Har hittu vit tveir av teimum, sum nú komu við okkum og seinni kom hin triði eisini. Hann er lamin og sat tí í koyristóli, men vit fingu at vita, at hesin maður, Poul Michelsen á Tvøroyri, var hann, sum fyri nøkrum árum síðan hevði fingið til vegar lista yvir allar menninar, sum fóru til Íslands í 1941. Hetta søguliga skjal hansara kom í Sosialin nr. 31 í ár, og tað er hesin maður, sum var upprunin til hugskotið at finnast aftur. Annar maður er ein av arbeiðs-formonnunum í Íslandi, Karl Jespersen av Tvøroyri. Hann er nú u. 90 ár, men kortini enn sum áður umhugsin í samfelagsmálum og lesur eisini tíðindabløð úr Íslandi eins og okkara egnu. Kendur er hann sum álitis- og oddamaður langt áramál í »Fylking« og veit um mangt takið at siga í lønarmálum. Tað var sera áhugavert at hitta henda mann aftur eins og allar hinar eisini.
Vit kendu okkum beinanvegin sum heima í Øravík. Fyristøðufólkini gjørdu sítt alrabesta og innanhalla vóru heimlig høli bæði uppihaldsrúm sum matarhøll og náttklivar.  Tá ið vit høvdu fingið ein bita undir tonnina og heitt niður á hjartað og eisini prátað saman eina løtu, varð farið við bussi suður eftir oyggj. Og tað má sigast, at hjá honum, sum ikki hevði verið her um vegir fyrr, gjørdist túrurin bygd úr bygd sera áhugaverdur og hugtakandi, klárviðrað og sólskin alla tíðina.  Vit endaðu í Sumbiartunlinum og komu í syðstu og søguríku bygdina Sumba.
Hann, ið sum ungur las Sagnir og Ævintýr eftir Jákup Jakobsen, men ikki hevur verið á ferð her fyrr, fær mangt at hugsa um, tá ið ein fróðarmaður sum Thorbjørn Lisberg situr í bussinum og greiðir frá, tí almikið er at siga frá um kend støð og staðarnøvn og um minniligar tilburðir o.s.fr. Her skal bert verða nevnt, at tá ið ein fær at síggja forna landnáms- og offurstaðið Hørg í Sumba og síðan lítur út at Holminum og haðan út í hav og eftir tað kemur niðan á hitt navnframa Beinisvørð og ikki at gloyma hitt forna søgu- og sagnkenda Akrabyrgi, tá er tað, eins og Føroya túsundára gamla søga gerst livandi og veruleikanær.
Um ferðina er annars at siga, at tíðin varð væl nýtt. Eisini dagin eftir koyrdu vit í bili, nú serliga til kend støð á Tvøroyri og í Froðba. Vit náddu norður at Hvalbøar tunlinum, men komu ikki norðurum. Allastaðni kundu síggjast vælhildin heim og ruddiligir býlingar. Serliga kom einum fyri øll tann slætta og grasgóða innangarðsjørðin eins og somuleiðis víð og góðkendi uttangarðs bæði her og mangar aðrarstaðir sum neyvan finnst betri her fyri norðan.
Tá ið farið varð norður aftur við Smyrli u. fýratíðina, vóru luttakararnir á einum máli um, at ferðin hevði verið góð og væleydnað. Eina stóra tøkk fær Thorbjørn fyri hansara ómak og somuleiðis hjálparmaður hansara á Toftum, Jákup Michael. Men serliga siga allir luttakararnir fyristøðufólkunum á gistingarhúsinum stóra tøkk fyri góða móttøku og heimligt tilhald.
At enda skal her eitt ynski verða framborið um, at hin nýggi Smyril skjótt kann koma at knýta Suðuroy tættari at okkum her norðuri, og at framtíðin gerst holl við bjørtum vónum og framgongd.