Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Gotlandi
Fyrri flúgvarin hjá Atlantsflog kom fyrrapartin fríggjadagin til Gotlands í øllum góðum við 75 føroyskum ítróttarfólkum, fjølmiðlafólkum og øðrum. Tað gekk eisini skjótt at fáa øll upp á pláss á teimum ymsu hotellunum og gistingarhúsunum í hugnaliga høvuðsstaðnum Visby.
Veðrið var gott - bert eitt lítið lot og upp móti 20 hitastigum.
Oyggjaleikirnir verða settir í kvøld, og í morgin byrja so kappingarnar.
Myndatekstir:
Tað tók bert góðan hálvan tíma hjá føroyingunum at koma úr flogfarinum til tey ymsu hotellini í Visby fríggjadagin