Ein av avleiðingunum av at nýggju lógirnar um skásetingaravgjøld av bilum komu í gildi 1. juni í ár, er at sonevndir autokamparar ella kampingbilar eru vorðnir munandi bíligari at keypa. Hetta hevur við sær, at áhugin er vaksandi fyri hesum bilum.
Bilurin, sum vit royndarkoyra í dag er ein Mercedes-Benz Marco Polo 2,2 CDI, ið er ein væl innrættaður kampingbilur. Talan er um ein bil, sum bæði kann nýtast sum ein rúmligur familjubilur og sum kampingvognur at ferðast við og búgva í.
Innrættingin er so liðilig, at so at siga alt ber til. Setrini kunnu vendast, snarast ella leggjast niður, t.d. kunnu forsetrini snarast 180 stig og eitt borð setast upp, so kabinan verður sum ein hugalig stova.
Setrini koyra á skinnarum og baksetrini kunnu í eini handavending gerast um til eina dupultsong. Við at lyfta takið upp verður loftshæddin upp til 2.40 m, har sum tað er hægst. Sum eykaútgerð fæst eisini ein taksong í ”ovaru hædd” við plássi til tveir persónar.
Sum standardútgerð hevur Viano Marco Polo t.d. gasskomfýr, køksvask, køliskáp og innbygt borð, sum kann goymast heilt burtur.
Bilurin er sum ein vanligur SUV at koyra. Bilførarin situr høgt og útsýnið er gott.
Motorurin ger eisini sítt til at bilurin kennist so lættur at koyra. Bilurin vit royndarkoyrdu var ein CDI (diesel) við 2,2 litra motori við 150 hk og snúningsmomenti upp á 330 Nm.
við 1.800-2.400 snún/min. Við automatiskum girum og myrkum rútum kostar hann um kr. 450.000.
Mercedes-Benz Marco Polo kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen bilum við Hoyvíksvegin. Prísirnir byrja við umleið 400.000.