Landsliðsfótbóltur
Tað fer kalt niður eftir rygginum, tá tað frættist, at fótbóltslandsliðið skal spæla tíðliga á árinum. Tíðliga á árinum er, áðrenn tað heima á landi verður farið undir fótbóltslandskappingina. At tað ikki er nøkur orsøk at mála við so myrkum pensli sást, tá landsliðið um hesa tíðina í fjør niðri í Spania tapti tepurt ímóti Finnlandi og Íslandi.
Og at føroyskir landsliðsspælarar hesa ársins tíðina eru eins væl fyri, sum teir í brøðratjóðunum kring okkum eru, fekst aftur ein staðfesting av mikukvøldið. Føroyar megnaðu málleysan javnleik á svenskari grund. Tað var eitt fínt úrslit, sum sjálvsagt ber við sær, at tað er grundarlag at rokna við meiri enn heiðurligum tapi, tá Allan Simonsen og hansara royndu menn um knappar tveir mánaðir skulu spæla HM undankappingardyst í Luksemburg. At rokna við øðrum enn heiðurligum tapi, tá Føroyar á somu Europa ferð skulu spæla í Moskva, er ivaleyst ov ólátað. Men avrikið og úrslitið ímóti einari av størstu og ríkastu tjóðunum í Europa var framúr gott.
Ikki hvør sum helst
Svøríki hevur fostrað nógvar stórar ítróttarmenn. Vit kunnu úr rúgvuni nevna Ingemar Stenmark og Björn Borg. Og vit kunnu leggja afturat, at landsliðsvenjarin hjá Onglandi hevur spælt fótbólt og leitt IFK Göteborg fram til sigur í Europa Cup, og at nógvir stórir fótbóltsspælarar sum t.d. Torbjörn Nilsson, Ralf Edström og Björn Nordquist hava umboðað bláa og gula litin.
Mikukvøldið var tað fyri tað mesta eitt nýtt ættarlið av vaksnum spælarum, sum royndi seg. Allir hesir droyma um at gera somu brøgd sum omanfyri nevndu. Nú høvdu teir møguleikan at vísa landsliðsvenjaranum, svensku og útlendsku fjølmiðlunum og ikki minst millummonnunum til útlendsk feløg, sum vóru millum áskoðararnar, at tað skuldi roknast við teimum í framtíðini.
Við øðrum orðum átti motivatiónin at verið í toppi. Sviar vóru nærlagdir og ágrýtnir, men teir megnaðu ikki at vinna. Spælistílurin var ikki tann eyðkendi 4?4?2 hátturin. Ístaðin royndu teir seg við eini 4-2-3-1 skipan, har ætlanin var, at skapa møguleikar við djúpum renningum av miðjuni. Antin beint niðan á vøllin ella við at senda stikkbóltar út í síðurnar.
Mál fingu teir ikki burtur úr hesum, men sviar høvdu fleiri stórar møguleikar. Tann størsta fingu teir, eftir at Allan Mørkøre og Jóhannis Joensen í felag høvdu felt Zlatan Ibrahimovic, sum var vandamiklasti álopsmaðurin hjá svium. Markus Johannesson royndi seg úr ellivu metrum, Jákup Mikkelsen, sum fleiri ferðir var sera sannførandi, tveitti seg til høgru og bjargaði. Allan Simonsen vildi heldur ikki hesa ferð taka annan málverjan fram um hin. Í 2. hálvleiki nýtti Jens Martin Knudsen allar sínar royndir millum stólparnar, og ikki minst tá Christian Vilhelmsson tíggju minuttir út í 2. hálvleik var púra blankur, stórbjargaði veteranurin.
Í góðari venjing
Føroyska liðið var ongantíð niðurspælt.
? Tað var týðuligt, at okkara menn trivust betri enn mótstøðumenninir á graslíkinum. Takið á bóltinum hjá teimum var í minsta lagi á sama støði sum hjá mótstøðumonnunum, og tað var sera hugaligt at staðfesta, at spælararnir vóru so væl fyri kropsliga.
Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen. Tað var kanska hugsandi, at stóru og tungu menninir á føroyska liðnum fóru at hava trupulleikar at fylgja við, men sambært hjálparvenjaranum, so hava t. d. Uni Arge, Allan Mørkøre og Hans Fróði Hansen ongantíð verið so væl fyri so tíðliga á árinum, sum teir vóru mikukvøldið. Verjuspælið var sannførandi, miðvøllurin arbeiddi væl, og Todi Jónsson og Uni Arge vóru nakrar ferðir tætt við at fáa mál. T.d. tá Todi Jónsson í kapprenning við mótstøðumann fekk beint bóltinum ímóti málinum. Akkurát áðrenn Uni Arge slapp framat, fekk ein mótstøðumaður tonna á.
Tá vóru 33 minuttir farnir. Frammanundan hevði Øssur Hansen eftir horna sent langskot dygst framvið. Føroyingar høvdu í 1. hálvleiki seks hornaspørk, meðan sviar einki høvdu.
Nógvar skiftiingar
Allan Mørkøre og Fróði Benjaminsen funnu væl saman í høgra borði, og Sámal Joensen og Øssur Hansen samanspældu væl í vinstru. John Petersen var bindiliðið mitt á miðvøllinum.
Tað stóð nógv á sentralu miðvallarunum. Í 2. hálvleiki gjørdi venjarin av at skifta teir allar út í senn. Súni Olsen, Pól Thorsteinsson og Rógvi Jacobsen komu í ótakksomu ódnirnar. Teir stóðu royndina við ein glans. Tað er sera hugaligt at staðfesta, at breiddin í hópinum er í lagi, og at ættarliðskluftin ikki nýtist gerast eyðsýndur trupulleiki.
Síðstu løtuna komu Andrew av Fløtum, Kurt Mørkøre og Christian Høgni Jacobsen á vøllin. Tað vil við øðrum orðum siga, at allir átjan spælararnir fingu høvi at royna seg. Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen, Jóhannis Joensen og Allan Mørkøre vóru teir einastu, sum spældu alla tíðina, og teir vóru fínur botnur í verjuspælinum.
Ofta hevur tað víst seg, at tað hevur kostað nógv, at orkan hevur verið burtur síðstu løtuna. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Sviar royndu at leggja trýst á fyri at fáa eitt mál og harvið sleppa undan eyðmýkingini. Tað eydnaðist ikki at fáa mál. Føroysku spælararnir megnaðu at vera kaldir og oftast at spæla seg burtur úr fáu trongstøðunum í staðin fyri at sparka høgt og langt.
Fyrsta stigið í NM kappingini lívgar, og tveir mánaðir undan teimum báðu fyrstu HM undankappingardystinum í ár kennist tað sum ein sannur fløvi, at tað eydnaðist at spæla javnt á útivølli ímóti størstu og kendastu brøðratjóðini.
Mynd av Hans Fróða
Hjálparvenjarin á landsliðnum, Jógvan Martin Olsen, helt eftir dystin, at fleiri av føroysku spælarunum, m.a. Hans Fróði Hansen, ongantíð hava verið so væl fyri somikið tíðliga á árinum
savnsmynd
Setast í kassa
Hagtøl
70. Svøríki?Føroyar 0?0
NM kapping
Mikudagin 31. januar 2001 kl. 18.00
Í Tipshallen í Växjö í Svøríki
2.204 áskoðarar
Dómarakvartett úr Noregi: Terge Hauge, Geir Åge Holen, Odd Arne Vangen og Roy Helge Olsen
Svøríki: 1. Håkan Svensson Halmstads BK ? 2. Jimmy Tamandy, Malmö FF, 3. Frederik Karlsson, IFK Göteborg, 4. Per Nilsson, GIF Sundsvall, 5. Erik Edman, AIK ? 6. Markus Johannesson, Örgryte IS, 7. Mikael Dorsin, Djurgårdens IF, 8. Christian Vilhelmsson, Stabaek (17. Jonas Lunden, IFK Göteborg, 75.), 9. Stefan Ishizaki, AIK (18. Christian Hemberg, Örgryte IS, 65.) ? 10. Tobias Grahn, Lyngby FC, (16. Kristian Bergstöm, IFK Norrköping, 86.), 11. Zlatan Ibrahimovic, Malmö FF
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Johan Viland, IF Elfsborg, 13. Benjamin Tibebe, AIK, 14. Markus Lindberg, Helsingborgs IF, 15. Tomas Magnusson, Trelleborgs FF
Gult kort: Markus Johannesson
Venjari: Tommy Söderberg og Lars Lagerbäck
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, 15/?26, Herfølge BK (16. Jens Martin Knudsen, 52/?139, Leiftur, 46.) ? 9. Allan Mørkøre, 53/1, HB, 3. Jóhannis Joensen, 9/0, HB, 2. Óli Johannesen, 48/1, Hvidovre IF, 5. Hans Fróði Hansen, 15/1, B68, 6. Øssur Hansen, 42/2, B68 (13. Andrew av Fløtum, 1/0, HB, 77.) ? 4. Fróði Benjaminsen, 7/0, B68 (18. Súni Olsen, 1/0, Zwolle Holland, 58.), 11. John Petersen, 29/3, Leiftur (14. Pól Thorssteinsson, 19/0, Valur, 58.), 7. Sámal Joensen, 20/0, Leiftur (15. Rógvi Jacobsen, 8/0, KÍ, 58.) ? 8. Uni Arge, 33/7, ÍA (17. Christian Høgni Jacobsen, 1/0, NSÍ 77.), 10. Todi Jónsson, 42/9, liðformaður, FCK (12. Kurt Mørkøre, 32/2, Sogndal IL, 77.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: eingin
Gult kort: Sámal Joensen, Rógvi Jacobsen, Kurt Mørkøre, Pól Thorsteinsson
Venjari: Allan Simonsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Liðleiðari: Heðin Askham
Lækni: Jens Pauli Marstein
Fystioterapeutur: Álvur Hansen
Ferðaleiðari: Dánjal Andreasen