Turið Kjølbro
Fyri 11 árum síðani fekk Maersk Air kapping á flúgvurutuni til Føroya. Tað merktist sjálvsagt væl í virkseminum og talinum á fólki, sum flogfarið flytir millum Føroyar og Danmark. Men talið er kortini ongantíð minkað so mikið, at felagið hevur umhugsað at steðga flúgvingini.
- Rutan gevur yvirskot og so leingi hon ger tað flúgva vit til Føroyar. Vit hava als ongar ætlanir um at gevast, sigur Ole Dietz.
Talið á ferðafólkunum á Føroyarutuni er støðugt. Í fjør flugu 48.000 fólk við Maersk Air á hesi farleiðini og tað er tað sama talið sum árið fyri. Í mun til tað føroyska flogfelagið liggur Maersk Air nakað undir í talinum á ferðafólki. Og tað skilir Ole Dietz væl.
- Føroyingar eiga Atlants Flog og sjálvsagt vilja teir brúka teirra egna felag. Øll, ið ferðast í almennum ørindum, flúgva við Atlants Flog, og tað hevði verið løgið annað. Men tað er eisini brúk fyri okkum. Mín varugi er, at flestu føroyingar velja tað føroyska felagið fram um okkum, meðan danir velja okkum fram um tað føroyska. Hetta er púra natúrligt.
Hann vísir á, at rutan hjá Maersk Air til Føroya bert er ein liður í virkseminum hjá tí eina flogfarinum, ið verður brúkt á rutuni. Tað er ein fyrimunur at hava fleiri streingir at spæla á fram um tað føroyska flogfelagið, ið er væl meiri bundið við at hava ein avmarkaðan marknað.
Í 1995 flugu 44.325 fólk við Maersk á Føroyarutuni og í 1996 44.000. Talið á ferðafólki, sum Maersk Air og undirfeløg, fluttu aftur og fram á øllum rutum í fjør, var 2,9 milliardir í alt









