Høgni Waag Høgnesen
Toftir
????????????????????
Nú valið er av kunnu vit konstatera, at valið hjá okkum fiskimonnum var vánaligt.
Norðoyggjar:
Knippilspolitikkur er komin á ting. Hesin hevur ikki viljað givið okkum fiskimonnum frádrátt fyri goldnar útreiðslur, tá hesin ikki trýr, at vit gjalda fyri hesar.
Fyrrverandi tingmaðurin stuðlaði okkum og var ein verja fyri fiskimannin, men nýggi tingmaðurin er ikki okkara vinur. Makkar tú ikki rætt, fært tú eitt slag yvir fingrarnar við knipplinum.
Eysturoy:
Vit kundu hugað okkum rækjureiðarin kom á ting og vardi okkara sjónarmið, men vóna at sitandi tingmaður talar okkara søk.
Norðstreymoy:
Tykkum at takka er eitt umboð okkara farið av tingi. Okkara vón er, at nýggi limurin er okkum til vildar. Hóast kvinna vóna vit hon talar okkara søk.
Suðurstreymoy:
Hesi, sum búgva nærri fjøllunum, mugu vit vóna tala okkara søk, og broytingarnar eru ikki so stórar.
Sandoy:
Hesir liva so nær vinnuni, so her skuldi verið møguleiki, at Gerhard og Páll kempa fyri sínar oyggjabúgvar.
Vágar:
Jørgin vita vit talar okkara søk, men Marius er meira torskildur. Vónandi er hann komin til at vit eiga frádráttin uppibornan fyri at vinna landinum valuta.
Suðuroy:
Okkum harmar tað almikið, at okkara trúgvi felagi, Henrik Old, er fallin. Men vónin er at formaðurin fer í landsstýrið, so hesin kemur á ting.
Listi K eigur tøkk uppiborna fyri sín leiklut. Uttan tykkum var hetta valið ikki tað sama.
Setið á stovn eina pensjónsskipan, har øll rinda 8% av síni løn til sín sjálvs.
Latið fiskimenn rinda til sína egnu ALS-skipan av síni løn og takið teir úr ALS.
Minnist til at fólk hava rætt til at draga frá, tá tey rinda fyri útreiðslur av ferðing. Latið ikki knippilspoitikk Tjóðveldisfloksins verða galdandi í okkara nýggja løgtingi.
Til seinast til Heina og Nikláa: Takk fyri tykkara stríð fyri okkum fiskimenn.
Til næsta val mugu vit seta á stovn ein fiskimannaflokk at tala okkara søk.