Vágbingarnir vóru vónbrotnir

Michael í Lágabø sigur seg rokna við, at teir høvdu havt fingið øll stigini, um teir ikki høvdu gjørt óneyðugt brotsspark, og hann hevur gott mót undan HB vitjanini

VB SPÆLARIN

Hevði eitt stig staðið vágbingum í boði undan ferðini til Klaksvíkar, so høvdu teir tikið av. Eftir vitjanina í Klaksvík vóru vágbingar vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll stigini.
- Vit høvdu takið á teimum, og eg dugi illa at ímynda mær, at teir høvdu havt fingið mál, um vit ikki høvdu havt givið teimum púra óneyðugt brotsspark. Tí harmast vit um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll stigini. Vit høvdu eisini onkran annan málmøguleika enn brotssparkið. Tá ið Símun Samuelsen sendi framvið málverjanum, ivaðist eg ikki í, at bólturin fór í málið, men tíverri bjargaðu teir á strikuni, sigur VB miðverjin Michael í Lágabø.
Hvussu ert tú nøgdur við tykkara avrik?
- Talan var um uppstilling ímillum 4-3-3 og 4-5-1. Tað riggaði væl í álopspartinum. Eg havi spælt ofta í Klaksvík, og eg dugi ikki at minnast, at teir hava verið so tamir har norðuri, sum teir vóru tað hesa ferð. At teir hava skorað fýra mál ímóti HB, tað dugi eg illa at skilja, og tað átti at givið okkum mót undan HB vitjanini næsta sunnudag, heldur Michael í Lágabø, sum kortini vísir á, at tað ivaleyst hevði myndast heilt øðrvísi, um teir báðir góðu møguleikarnir, sum KÍ fekk beinanvegin, høvdu borið mál við sær:
- Tað eru ikki so nógvir møguleikar í bestu deildini, so tað er neyðugt at fáa nyttu burturúr, tá ið teir koma. At Hjalgrím tvær ferðir úr rættuliga góðum støðum sendi við síðuna av málinum var lukkan hjá okkum. Um hann hevði havt fingið mál, hevði tað ivaleyst myndast heilt øðrvísi. Hesa ferð var avrikið hjá okkum heilt øðrvísi, enn tað var tær báðar ferðirnar ímóti ÍF, og tað skulu vit byggja uppá, heldur Michael í Lágabø.