Ókendir menn rændu í nátt eina svenska savningarstøð, sum bankar og aðrir fíggingarstovnar brúka. Ránið var sera væl lagt til rættis. Løgreglan sigur, at ránsmenninir komu til savningarstøðina við einari tylru, sum setti seg á takið á bygninginum. Seinni sóu vitni nakrar menn bera fleiri sekkir upp í tyrluna, áðrenn hon lætti sær á og fleyg avstað.
Fyri einum tíma síðani kunngjørdi løgreglan, at hon hevði funnið tyrluna, men at einki var at síggja til ránsmenninar ella fongin.
Savningarstøðin er í býnum Västberga í Suðursvøríki, og tyrlan varð funnin 30 kilometrar norðan fyri býin, skrivar TT.
Svenska løgreglan sigur, at ránið var sera væl fyriskipað. Ránsmenninir ella teirra hjálparmenn høvdu stroytt sokallaðar partisanseymir eftir vegnum til savningarstøðina fyri at darva løgregluni. Eisini vísti tað seg, at onkur hevði pilkað við tyrluna, sum løgreglan hevur, soleiðis at hon slapp ikki á flog.