Heiðursmerki til føroyingar í DM í amboðsfimleiki

Um vikuskiftið luttóku Marin Danielsen, Oddvør Alberta Kimsdóttir, Tóra Elisdóttir Thorkildshøj og Sára Eyðfinnsdóttir í Dali í DM í amboðsfimleiki fyri lið og einstaklingar.

Hóast tær búgva í Føroyum og dagliga venja við Havnar Fimleikafelag, kappaðust tær í DM fyri KG66.

 

Tóra og Sára vóru við á liðnum hjá KG66 ungir juniorar, sum endaði á einum flottum 1. plássi. Marin og Oddvør Alberta kappaðust millum juniorar á liðnum hjá KG66, og endaðu eisini við gulli um hálsin í liðkappingini.

 

Í einstaklingakappingini vóru fleiri heiðursmerki at heinta, og í kappingini fyri ungar juniorar vann Tóra silvur á bitanum, bronsu í lop og all around. Hjá juniorum vann Marin gull í barr og gólv, silvur í lop, bronsu á bitanum og all around. Oddvør Alberta vann silvur á bitanum og all around, bronsu í gólv og lop.

 

Rókur Sumberg Vestergaard, Bjarki Johannesen og Bjarti Skylv luttóku eisini í DM fyri amboðsfimleik. Mennirnir stóðu seg avbera væl, og kappaðust í einstaklingakappingini. Rókur vann silvur í beinsveiggj, og Bjarki vann bronsu í rekk og eisini í all around.

 

Føroysku íðkararnir kláraðu seg sera væl, og eru við hesum millum bestu fimleikararnar í ríkinum. Venjari hjá gentunum heima í Føroyum er Camelia Mihaela Mindricel, og var við teimum á ferðini. Djóni Sakarisson, sum er venjari á mannfólkasíðuni hjá Havnar Fimleikafelag var eisini við sínum monnum til DM.

 

##med2##

 

##med3##