fólkið og líkini, tá vit komu til Grindavíkar. Tá vit komu til Reykjavík á hotellið, tá orðnaði Dávur, at hann skuldi hava Ziska og meg á sama kamari. Men tað var longu orðnað, alt áðrenn vit komu, at skiparin [...] turkaðar tonglar til at brenna. Tá tað var kókað, fingu vit fisk og smelt, og maturin bleiv betur og betur til hvørja máltíð. Tá vit høvdu etið, skuldu vit fara at sova. Vit fingu eitt sett av góðum undirklæðum [...] ferð vit fóru at sova, breiddu vit ból á einum stovugólvi, og svóvu vit allir í einum bóli. Nakrir fóru í eitt annað hús. Øll klæðini blivu vaskaði. Eg haldi, at eingin hevði stivlar uppiá, tá vit komu
ikki aftur fyrr enn einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum. Tá keypti elsti sonurin ein bát, og Malena játtaði at taka sær av bókhaldinum. Síðani tá hevur hon tikið sær av bókhaldinum hjá fyritøkum, sum tveir [...] fyritøkunum er Faroe Salmon. So í lítla kontórinum hjá sær heima við hús, hevur Malena sitið og ført mangar stórar upphæddir ? serliga tá alivinnan stóð í fagrasta blóma. Men fyri tað sum alivinnan ikki hevur [...] hon aftur at arbeiða eftir at hava gingið heima í meira enn 20 ár. Malena hevur tó síðani hon byrjaði aftur ongantíð arbeitt uttan fyri sítt heim. Kontór hevur hon havt við hús allatíðina, og tað dámar henni
Hetta kvøldið vóru eini 1800 fólk í høllini. Tá so nógv fólk eru til staðar, er høllin stúgvandi full av fólki. Í roynd og veru sleppa ikki fleiri inn! - Jú, vit eru sera fegin um stevnuna. Orðið er boðað [...] vikuskiftið! - Við fleiri av tiltøkunum var ítróttarhøllin pinnpakkað við fólki. Og leysliga mett hava helst eini 8000 fólk í øllum aldri verið í ítróttarhøllini um vikuskiftið, sigur Richard Schwartsson [...] hesum tíðum, har áhugin fyri at koma undir Guds orð er vaksandi. Eftir møtið fríggjakvøldið var opið hús í ítróttarhøllini, har eini 800 ungfólk hugnaðu sær saman við talu, sangi og øðrum til klokkan gekk
serligan grønan lit, sigur Anna Kristin. Bestu búnar Flott sær tað út, tá leikararnir eru á pallinum, men hvør sær best út? Vit hava biðið Onnu Kristina Bæk, um at velja teir fimm búnarnar, ið hon er best [...] um frá mitt í 80unum, allneydugt tá man íðkar ítrótt.´Dansararnir skuldu hava ein grundbúna, sum skjótt kundi varierast og umskapast til ein nýggjan búna. Tí tær hava nógv skift uppá stutta tíð. tað svarta [...] høvuðshugsjónin aftan fyri búnarnar er, at hetta hendur í 80unum. - Vit, tað er eg og leikstjórin Jákup Veyhe vóru beinanvegin samd um, at vit skuldu brúka 80ara klæði. Í Fame filminum eru fólk ílatin eitt
við sannførandi rødd og sigur: »Vit hava eina sak, tað hava danir ikki«. Henda tankagongd man vera vanlig hjá nógvum tjóðveldismonnum; ein religiøs trúgv uppá at teir hava eina sak. Og ikki bert eina sak [...] John Wayne og peikar yvir á Annfinn Kallsberg: »Vissi tú kiksar, so hava vit mist alt«. (Legg merki til hvussu hann brúkar orðini tú/vit). Annað samráðingarumfar Nú sleppur Nyrup frammat, og greiðir frá [...] meg, at anonyma røddin brúkti orðini »kamp for selvstyre«, tí Føroyar hava seinastu 50 árini havt sjálvstýri (autonomi), sum kann hava nógvar formar. Føroyska sjálvstýrið er víðkað so hvørt sum búskapur
landinum, sum hava mest ferðslu yvirhøvur, og tá eingin ljósregulering er har á leið, so eru tað sum oftast bilarnir, sum eru við yvirlutan. Tann 83 ára gamla kvinnan var á veg til hús eftir at hava verið í [...] Tann 83 ára gamla kvinnan var serstakliga heppin. Einasti skaði - tá vit ikki hugsað um sjokkið - var ein snuddur í knæði. Bíliga sloppið tá hugsað verður at talan er um eina rættuliga tilkomna kvinnu. Men [...] landinum. Í øðrum førum kann ein venda sær til Reyða Kross, sigur Suni Vinter. So gera vit eitt skeið, tá nóg nógv hava teknað seg, leggur hann afturat.
dag. Ein kann hava roynt ein heilan dag á mongum ymiskum støðum, og einki fáa. Og so kann ein til aðrar tíðir bara kasta út, og hava ein laks á beinanvegin. Hetta sama mundi hent hjá Sofíu, tá hon seinnapartin [...] vøtnini veit hon alt um. - Eg eri uppvaksin í Kollafirði, og har høvdu vit fjøruna sum eitt av okkara spæliplássum. Og tað var mangan at vit, ungdómarnir plagdu at fara her oman til vøtnini at fiska laks. - [...] hevur hon ikki verið eins ofta og fiskað, men tá hon fær møguleikan og onkur bjóðar henni við, er hon til fiskaríið fús beinanvegin. Tað gjørdi hon eisini, tá umboð fyri Sosialin var á gátt hjá henni mánadagin
? Eg var tá ið kolinum í Rangabotni, Men so helt tað uppat, og tá vóru vit sjey mans, sum gjørdu av at royna at útvega okkum ein bát, sum vit kundu fara til Grønlands at rógva út við. ? Vit betaltu sostatt [...] Ravns Stóroy, og tá ið danski eftirlitsmaðurin ikki var í eygsjón, sníktu vit okkum mangan inn hagar. Og tað vóru ongir trupulleikar, tí grønlendingarnir vóru fyrsta floks. Tá ið vit seinnu komu yvir aftur [...] sostatt 400 krónur í part og fyri tað fingu vit seksæringin, ið vit nevndu Eirik Reyða, og við honum fóru vit so til Grønlands við damparanum, Niels R. Finsen. Tað vóru einir 80 mans, sum fóru yvir ta ferðina
nað. Til taks fyri øll Føroyingar hava tikið rættiliga væl undir við Manntal og upplýst varð, at heili 98% av øllum føroyingum hava svarað spurningunum. - Tað eru vit rættiliga væl nøgd við. Tað merkir [...] Tailand - so er ein stór yvirvág kvinnur, sum eru føddar í hesum londum. Serliga tá tað snýr seg um Filipsoyggjar og Tailand. Tá tað kemur til foreldrini hjá teimum, sum eru fødd uttan fyri Føroyar, er Danmark [...] merkir, at bert 2% av føroyingum, ella nakrir fáir hundrað, ikki hava svara, og tað kann vera orsakað av, at teir ikki hava verið heima. Eg haldi, at allir hagfrøðingar mugu verða sera væl nøgdir, tí hetta
Zürich í Sveis, og hann býr í grannahúsunum. Tá ið Elsebeth Kristina varð fødd vóru trý hús í Hoyvík - umframt bróstsjúkrahúsið í Hoydølum. Heima á Garði vóru tvey hús. Í Uppistovu búði uppsitarin Magnus Jacobsen [...] Tá hon varð fødd, høvdu vit havt fyrra heimsbardaga í fýra mánaðar. Í Ruslandi stýrdu zarurin, í Týsklandi og Eysturríki keisarar, og Jerusalem og Bagdad lógu undir sultaninum í Istanbul. Móðir hennara [...] við Jettu Jacobsen úr Miðgeil í Kaldbak. Tey vóru barnleys. Tey vildu hava, at Poul tók við garðinum, og kom hetta í lag, hóast Poul tá nærkaðist teimum 60. Tey settu tó ikki búgv í bóndahúsunum, men fluttu