8000 fólk á samfelagsstevnuni

Árliga samfelagsstevnan hjá Ebenezer savnaði fólk úr øllum landinum um vikuskiftið. Ítróttarhøllin á Hálsi var karmur um størstu tiltøkini. Við fleiri av tiltøkunum var høllin stúgvandi full av fólki, eini 1800 í tali.
- Hetta eru munandi fleiri enn undanfarin ár, sigur Richard Schwartsson, ein av limunum í elstaráðnum í Ebenezer.

Samfelagsstevnan byrjaði í nýggja salinum í Ebenezer, men flutti um vikuskiftið í størri høli.
Hetta er ein stevna har fólk úr høvuðsstaðnum bjóða fólki úr øðrum Brøðrasamkomum kring landið og øðrum áhugaðum vælkomnum til uppbyggingarmøtir og evangelisk møtir.
Sum vanligt er koma nógv fólk úr Havn til møtini. Men rættiliga nógv fólk úr øðrum støðum kring landið koma eisini til hesi serstøku møtini. Trúfesti móti samkomuni sermerkir limirnar, og hetta sást eisini aftur um vikuskiftið!
- Við fleiri av tiltøkunum var ítróttarhøllin pinnpakkað við fólki. Og leysliga mett hava helst eini 8000 fólk í øllum aldri verið í ítróttarhøllini um vikuskiftið, sigur Richard Schwartsson, ein av limunum í elstaráðnum í Ebenezer við Sosialin.
Gleðiligt hjá fyrireikarunum var eisini at síggja, at nógv ungfólk vóru við til tey vanligu møtini – og til tey serligu ungdómsmøtini. Bara leygarkvøldið mundu eini 1200 ungfólk vera savnað í ítróttarhøllini.
- At tað nú er vorðið so nógv lættari at koma fram og aftur við bili, hevur helst gjørt sítt til, at so nógv fólk vóru til hesa stevnuna, sigur Richard Schwartsson.
 
Gud kennir hjørtuni
Samfelagsstevnan 2006 byrjaði annars við einum bønamøti í nýggja salinum hjá Ebenezer mikudagin og helt áfram hóskvøldið á sama stað, áðrenn tiltøkini vórðu flutt niðan í ítróttarhøllina.
Fyrsta kvøldið í høllini vóru helst eini 1300 fólk á møtinum. Hetta er munandi fleiri enn vanligt hevur verið hetta kvøldið á undanfarnum samfelagsstevnum.
Orsøkin er helst hon, at nógv hevur verið frammi um Ebenezer í seinastuni, tí teir tóku nýggjan sal í nýtslu næstseinasta vikuskifti. 
Onkur helt somuleiðis fyri, at kanska fer eisini ein andalig bevístgering fram í fólki í hesum tíðum, har áhugin fyri at koma undir Guds orð er vaksandi.
Eftir møtið fríggjakvøldið var opið hús í ítróttarhøllini, har eini 800 ungfólk hugnaðu sær saman við talu, sangi og øðrum til klokkan gekk til hálvgum tvey. Kvøldið eftir vóru helst eini 1200 ungfólk savnaði til hetta serstaka ungdómstiltakið.
Hóast keðiligt var í veðrinum leygarkvøldið, so helt tað kortini ikki fólki aftur í at koma undir Guds orð. Hetta kvøldið vóru eini 1800 fólk í høllini.
Tá so nógv fólk eru til staðar, er høllin stúgvandi full av fólki. Í roynd og veru sleppa ikki fleiri inn!
- Jú, vit eru sera fegin um stevnuna. Orðið er boðað, men tað er Gud sum kennir hjørtuni, sigur Richard Schwartsson.