1. partur
Okkara siglingarsøga kann vísa á nógvar syrgiligar søgur um skip, sum eru farin við allari manningini. Nógvar av hesum vanlukkum eru eisini umrøddar í hesi røð.
Tað eru eisini hendingar, har menn eru bjargaðir á ein ótrúligan hátt. Ein av hesum var Ernestina, har tað syrgiliga hendi, at níggju mans lótu lív. Men tað kundu eins væl allir 26 mans farið. Tá hevði hetta verið størsta einstaka vanlukka í okkara nýggjari søgu.
Tað er nokk so nógv skrivað um hesa hending, men tað er altíð okkurt sum kann leggjast afturat.
Í FF-blaðnum royndi eg at savna mest gjørligt av lagnusøguni hjá fiskimonnum. Eisini um Ernestinu.
Hetta var serliga gjørt í samband við eini ferð, sum tey avvarðandi gjørdu í 2000 til staðið, har Ernestina fór á land. Tá vóru 70 ár liðin. Ein líknandi ferð varð gjørd í 1999 í samband við, at toftasluppin Anna forlisti við Grindavík í 1924. Tá eins og í ár 2000 sást, hvussu djúpt hesar vanlukkur framvegis eru í huganum hjá teimum sum vardu av.
Aftaná umrøddu ferð kom nokk so fitt afturat í FF-blaðnum, eins og tað nú er fingið enn okkurt ískoyti til hesa søgu.
Hetta tilfar verður savnað í hesi røðini í Miðvikuni. Fyrst og fremst verða orðarætt endurgivnar frágreiðingar hjá tveimum av monnunum, sum upplivdu hetta, nevniliga Ziska Jacobsen og Erik Lassen.
Greitt verður eisini frá, hvussu avvarðandi og kenningar upplivdu hesa vanlukkuna, eins og greitt verður frá søguni hjá nøkrum av manningini.
Hendingin við Ernestinu festi seg í minnið á teimum, sum livdu ta tíðina. Erling Poulsen skrivaði fleiri bøkur um fiskivnnusøgu. Hann skrivaði eisini um Ernestinu við FF-blaðnum sum keldu í bókini Bjargingarbrøgd 1. Erling greiddi í hesum sambandi soleiðis frá: ”Sjálvur minnist eg sum óviti, at pápi mín sat og las hart í Dimmalætting, og mamma sat og græt. Navnið Ernestina festi seg so fast í minnið, at eg gloymdi aldri tað navnið aftur. Tá ið eg so varð vaksin, skilti eg, hvat ið knýtti seg at hesum navni.”
Soleiðis man tað hava verið hjá mongum.
Hendingin í stuttum
Á kvøldi tann 26. mars 1930 sigldi Ernestina í vindi og kavaroki á eitt sker við 26 monnum umborð. Manningini visti sær í fyrsta umfari eingi onnur ráð enn at fara upp í rigningin. Morgunin eftir vóru átta mans horvnir, og útlitini hjá teimum 18, vóru ikki bjørt. Teir kundu rokna við at fáa somu lagnu.
Men tá er tað, at Ziska Jacobsen tekur uppá seg at svimja í land, hóast hetta tyktist óðamannaverk. Men úrslitið kundi bert gerast verri við einki at gera. Tað eydnaðist hjá Ziska at fáa enda frá skipinum niðan í fjøruna og at fáa allar 18 menninar inn á land, men her komu teir í eina aðra deyðsfellu, tí bratt berg var uppfyri, sum eisini var ísafryst. Her var tað aftur Ziska, sum legði fyri at høgga spor upp gjøgnum frysta bergið, og allir kláraðu at koma upp. Síðani var farið til gongu til nærmasta hús. Tá fall ein frá og doyði, meðan hinir 17 komu frá hendingini við lívinum.
Tað eru bert fá ár síðani, at tann seinasti av manningini á "Ernestinu" doyði. Men minnið um bragdið hjá Ziska og um hesar menn, ja, tað livir enn.
Um Ernestinu
Ernestina, sum var tveymastrað skonnart, varð bygd í 1911 í Dunkerque úr eik og elm. Hon var 194,4 BRT, og maskinan var ein 90 hk Bolinder. Skipið var tryggjað í Færøernes gensidige Forsikringsforening for Sejlfartøj til Forsikringsbrug fyri kr. 25.000 og í A/S Trolle og Rothe Kjøbenhavn fyri 20.000 kr. Fiskireiðskapur, proviantur, salt og væntað veiða vóru tryggjað fyri kr.20.000. Skipið hevði veitt 24.000 toskar, tá ið tað forlisti. Virðið av skipinum var mett at vera um 70.000 krónur.
Ernestina kom til Føroyar í 1929. Sama ár komu fleiri aðrar fransaskonnartir til Føroya. Ein var Phi-Phi, sum ikki fekk stórt longri livitíð enn Ernestina. Hon varð ásigld í 1933 av Nólsoynni, sum sjálv gekk burtur í 1934. Hinar vóru Lilli og Polo, sum fingu eina langa ævi. Kjølbro var uppi í teimum øllum. Afturat teimum kom Stella Maria eisini.
Samrøða við
Erik Lassen:
Í 1979 hevði Niels Juel Arge samrøðu við Erik Lassen. Hon varð avskrivað í samband við umrøddu ferð í 2000, tá hon eisini varð endurgivin í FF-blaðnum. Nógv av tí, sum her kemur fram í hesi samrøðu er kent frá øðrum tilfari. Men tó eru nógvar detaljur við, sum ikki hava verið frammi fyrr. Hetta er eisini kensluborin frásøgn av manni, sum sjálvur sá deyðan í eyguni. Tað eru nógvir fiskimenn, sum eru farnir uttan at hava kunnað sagt frá. Tí kann kanska sigast, at tað, sum Erik upplivdi, hava so nógvar aðrir fiskimenn upplivað teirra seinastu løtu.
Samrøðan við Erik Lassen er um hansara lív til sjós yvirhøvur. Men her verður tikin tann partur av samrøðuni, sum snýr seg um Ernestinu. Frásøgnin er endurgivin nærum orðarætt, men tó snøggað nakað til.
Løgdu bakk inn
móti landi
Vit komu yvir síðst í februar mánað, og vit høvdu fingið nógvan fisk. Veðrið var hampiligt, men sum rímiligt er á suðurlandinum, so vóru altíð onkrir bakkdagar uppií.
Tað var 26 mars, ein mikudag. Vit høvdu ligið avhálaðir tann dagin, og tað bleiv nakað av vindi, soleiðis at snørini blivu inndrigin aftur um trý-tíðina. So varð lagt bakk inn eftir. Tað vísti seg, at tað var einki ovurhonds veður, men tað var nakað av vindi og kavaroki – tjúkt í kavaroki.
Deksvaktin var so orðnað í lastini at ríva um, og tað fóru vit so. Eg var ein av teimum, sum fór í lastina eisini, og vit arbeiddu í lastini líka inntil avloysingartíð klokkan hálvgum sjey á kvøldi.
Vit fóru so upp á dekkið og vaskaðu saltið av okkum. Vit stóðu aftur undir redningsbátunum, har slangan lá. Tá sigur ein soleiðis, at nú verður gott at fáa frívakt. Tað vóru allir eisini við uppá, men tann frívaktin bleiv nokk ikki soleiðis, sum vit roknaðu við
»Ernestine« fer á land
Klokkan tíggju var vist meiningin, at tað skuldi vendast og siglast út frá landi. Vit skaffaðu. So var sloppið sær í koyggjuna. Klokkan knapt tíggju var tað, at róp kom í, at vit fara á land. “Brim forút í lu.” Skiparin hevði verið á dekkinum alla vaktina og hevði verið í oljuklæðum. Men hann var farin úr oljuklæðunum og sat niðri í kahúttuni og drakk kaffi. Hann hevði tá hann givið ordrar til at venda skipinum. Motorurin gekk ikki, og tá var tað at hetta rópið kom í. Tá var skjótt, at hvør maður var á dekkinum. Summir í klæðum og summir í minni klæðum, men eg lat meg í, áðrenn eg fór upp. Eg lá eisini og svav í kahúttini. Eg lat meg í klæðini men ikki í oljuklæði.
Skiparin leyp upp beinanvegin og tók róðrið upp. Fokkan bleiv heysað fyri at fáa hana at fella, við tað at brimið fór út í lu. Tað var tað, sum uppá ein máta reddaði situatiónina, soleiðis at tað bleiv so frætt, sum hon yvirhøvur bleiv. Skipið kom at venda so beint út og inn, so at aldan kom beint í reyvina. Hevði tað í staðin fyri verið uppá hin mátan, at síðan kom fyri, so kundi tað verið meira kritiskt, tað vildi eg hildið.
Har sum skipið kom á land, har vísti seg at vera ógvuliga stórt grót inni í fjøruni, og tað sást tá eisini, at brimið stóð beint upp í bergið. Har vísti seg at vera lítið at gera, men rímiligt bleiv okkurt gjørt.
Einaferð kom onkur ordri um, at vit skuldu seta bátin út. Báturin bleiv drigin fram á bógvin, og fólkið var alt har frammi tá. Tá breyt nokk ikki so forferdiligt har frammi. Men eg veit ikki, at tá báturin var komin fram á bógvin, tá bleiv eitt sovorðið óløgi, at allir sleptu. Báturin fór sín veg einsamallur, sum eisini kanska betri var. So har stóð man so riptur fyri øllum.
Fólkið var hálvnakið. So funnu vit uppá at taka eina madrassu upp úr onkrari koyggju, sum var turr í lugarinum og løgdu hana á dekkið. Har frammi stóð eitt oljufat. Tað bleiv sligið hol í hetta oljufatið, eldur bleiv settur á madrassuna, so man fekk eitt sindur av varma eina løtu.
Allir bíðaðu eftir somu lagnu...
Vit tóku eisini mat upp. Tvey krov komu uppá dekkið, men eg hugsi, at eingin maður nam nakran bita, so tey fóru eisini sín veg. Men tað hevði verið ein góð hjálp fyri nógvar at havt ein kjøtbita í lummanum. Sum náttin leið kom skipið at liggja meira og meira undir sjónum. Tað bleiv alt meira óhyggiligt, og tá mann so byrjaði at merkja, at fólk fóru burturav, so tað bleiv ógvuliga óhyggiligt.
Tað vóru faðir og sonur úr Tjørnuvík við (Jógvan Elias og Jógvan Hendrik Heinesen). Hesin sonur hansara fór so fyrst. Tað hoyrdist ógvuliga nógv til hann, og hann rópti eftir pápa sínum. Pápi hansara líkasum svaraði aftur, at ”pápi kemur skjótt eisini.” Tað kom hann eisini!
Men rímiligt, tað var tað, sum allir stóðu og bíðaðu eftir. Men hetta gekk sína gongd. Summir byrjaðu at flýggja fram á sprytið og onkur fór uppí rigningin. Ja, ein maður úr Svínoy, Tummas, og eg stóðu har við spælikoppin og hildu okkum. Vit royndu at halda okkum hvørja ferð, óløgini komu. Einaferð misti hann, og tað hoyrdist nógv til hann, men hann fekk ongantíð fótafestið aftur. Hann bleiv so burtur, og so bleiv tøgn.
Tá skifti eg pláss og fór fram um pallstúttuna og helt meg har eina tíð. Har vóru fleiri. Bæði Karl (Joensen) og kokkurin (Óla Jákup Hansen) blivu vekk, meðan eg stóð har. Tá lá skipið so nógv undir. Tað bleiv so nógv brim, so eg passaði mær løgir at sleppa aftur upp í rigningin.
Tá vóru nakrir komnir í rigningin, og tað komu nakrir afturat. Har ímillum var Kristoffur (Olsen) úr Árnafirði, skóleysur á øðrum beini við hosuni í munninum. Eg fekk latið hann í hana. Vit stóðu summir í langum stivlum og høvdu staðið nokkso leingi. Tá sigi eg, at eg føldi ikki beinini uppi á mær. Tá sigur ein:”Latið tykkum úr stivlunum!”. Eg og onkur annar gjørdu so, og tað var nokkso skjótt, at tað kom lív í beinini. Har blivu vit nakrir standandi frammi á sprytinum.
Tað var ein long nátt. Man hoyrdi okkurt neyðarróp av og til, og so var kvirt.
Tá tað fór at lýsa, var tað eisini eitt neyðarróp. Tað var bestimaðurin (Jóan Magnus Høgnesen), sum misti fótafestið í einum óløgi. Hann hekk har á hondunum og rópti um hjálp. Men tað var eingin, sum kundi hjálpa. Tað vóru so fáir eftir frammi á sprytinum, og vit allir bíðaðu eftir somu lagnu.
Boð til Ziska
Tá hevði skipið staðið síðani klokkan tíggju um kvøldið, og tað var nógv brotnað burtur undan tí. Tann fremra masturin var farin at skinkla illa, so har var einki gott at standa á. Eftir har frammi á sprytinum vóru bara fýra mans: Eli (Elttør,) Ziska (Jacobsen,) Pól (Joensen) og Tummas (Thomassen úr Miðvági.) Í rigninginum vóru so hinir.
So sigur skiparin, eftir at tað var blivið ljóst: ”Er tað nakar, ið setir seg føran fyri at fara fram á sprytið at vita, um Ziska kann svimja í land?” Tað gekk ein góð løta, eingin segði nakað. Tá vísti tað seg, at eg fekk bæði kreftir og mót. Eg fór eg niðurum allar, sum vóru í rigninginum, og stóð har og passaði mær løgir.
Eg fór niður og skundaði mær eftir dekkinum. So kom næsta óløgi, og eg fekk í stakið. Komin fram á sprytið til teir, sum har vóru, kom eg fyrst til Eli. Eg sigi: ”Vit mugu prøva uppá at gera okkurt,” so vendu vit okkum ímóti Ziska. Hann var eisini við uppá tað. Eingin av okkum hevði redningsbelti á okkum uttan Pól (motorpassarin). Vit skuldu so royna at fáa fatur á einum togenda til Ziska. Men hann segði, at hann skuldi vera leysur. So kom tann spennandi løtan fyri okkum allar, sum vóru eftir á lívi.
Ziska loraði seg niður eftir einum enda, so var hann leysur. Hann svam inneftir, og hann bleiv burtur í brotunum. Tá vit sóu hann aftur, sá tað út sum hann ikki hevði tað skil, sum hann skuldi. Ein myrk løta. Tá kundi mann síggja, at tað var ein onnur makt uppií verkinum – uppií í tí heila. Aftur kom eitt óløgi, sum tók hann so langt niðan, at hann lá eftir í fjøruni. Hann fór eitt sindur niðanfrá, so at næsta óløgi ikki fekk fatur í hann. Hann fór til gongu niðan undir klettin og inn í eina gjógv, og vit mistu hann burtur. Hann kom tó til sjóndar aftur. Tá vaktiskt aftur ein vón. Vit fóru at fáa fatur á ein enda, sum kundi røkka í land. Tað fingu vit eisini.
Undrið: Menninir verða bjargaðir
Eg segði við Eli: ”Vit mugu fáa okkurt at binda uppí endan”. ”Ja”, sigur hann ”vit loysa redningsbeltið av Póli”, og so bleiv gjørt. Síðan loraðu vit hetta út, og Ziska fekk fatur á redningsbeltinum. (Tað er eisini ein partur av søguni, at hetta gekk ikki væl. Men heilt ”tilvildarliga” fann Ziska ein haka í fjøruni, og við honum fekk hann fatur í endanum.) Hann setti endan fastan um ein stein, og vit settu fast fremst á sprytinum. Á hesi línuni var ein stórur knútur. Eg haldi, at Tummas var tann fyrsti, sum fór, og Eli var næstur. Teir høvdu beinini fyri. Aftaná hann fór eg sjálvur og hevði høvdið fyri. Eg komi inn ímóti hesum knútinum. Eg slepti beinunum og tók línuna undir armin innanfyri knútin. Eg fór inneftir við brotinum. Tá vóru vit fýra komnir í land.
Tá sóu teir, at alt fólkið kom ikki í land uppá tann mátan. Tá fór Sámal Ellingsgaard niður úr rigninginum, stillaði seg frammi í gron, fekk eitt sindur av línu afturat og skoytti saman við tað, sum vit høvdu har frammi á sprytinum. Vit fóru so langt við endanum, sum vit tordu. Sámal hálaði alt slakkið, sum hann kundi fáa. Tá kom tann fyrsti. Hann loraði seg niður í sjógvin. Sámal gav út og vit hálaðu inn, (meðan menninir hildu fast í línuna.) Soleiðis komu allir í land.
Jógvan, tann sum doyði uppi á landi, honum gekst ikki so gott. Hann slepti línuni, tá hann kom niður í sjógvin. Tað bleiv eitt sindur leingi, áðrenn vit fingu fatur í hann. Sámal gjørdi endan fastan á seg sum seinasti maður og varð drigin í land.
Upp úr fjøruni....
Vit fóru eini tríggir at prøva, hvussu langt upp vit kundu sleppa (upp í bergið). Tað gekk bara gott. Vit sluppu langt upp, so fóru vit niður aftur. Aðrir fóru uppaftur og høvdu eina fjøl við sær.
Teir sluppu tá upp undir tromina. Við hesi fjøl fingu teir trýst Ziska uppá bakkan. So fingu teir eina línu upp. Har var ein steinur til at seta línuna fasta í. Tað var heldur eingin annar steinur í nærheitini. Tá man fer at teinkja uppá tað aftaná, so sá tað næstan út, sum hann var lagdur har. Og tá gekk tað nokkso skjótt at fáa fólkið uppá bakkan. Til seinast vóru Sámal, Jógvan og eg eftir. Jógvan segði ikki eitt orð. Tað vísti seg, sum hann var lammaður. Vit máttu gera línuna á hann, og hann bleiv hálaður upp. So fór eg upp, og Sámal var eisini seinasti maður upp úr fjøruni. Nú vóru vit allir komnir uppá bakkan. Summir fóru til gongu við tað sama, sum teir komu upp á bakkan. Tað vóru ikki nógvir eftir á bakkanum, tá vit komu upp.
...og síðan at
vinna upp hús
Uppkomin var eg so kaldur og lofnaður, at tað ber ikki til at fortelja tað. Tá kom Eliseus (Jacobsen) til mín og bjóðaði mær vøttirnar hjá sær. Eg fór so til gongu beinanvegin. Summir royndu at leiða Jógvan, men hann kundi ikki ganga, hann bleiv settur niður við ein varða. Pól orkaði heldur ikki at ganga, hann bleiv eisini settur undir ein annan varða. (Tað skuldi komast aftur eftir teimum.) Síðani komu allir til hús, hvar í summir blivu leiddir mestsum allan vegin.
Tá eg hevði gingið eina løtu, kom eg fram á skiparan (Dáva Joensen). Hann gekk eisini einsamallur. Eg fór eisini nakað skjótt forbí hann. Tá fór hann at rópa eftir mær. Eg vendi aftur til Dáva. Tá stendur hann reiðuliga uppundir knæ í einari kavafonn. So sigur hann:”Eg komi ikki longur, eg orki ikki meira”. Eg tók í hondina á honum, og vit fóru víðari. Tá vit høvdu gingið nakað, sóu vit fýrtornið. Vit vistu einki, tað bleiv bara gingið undan veðrinum eftir telefonpelunum. Hvussu ofta hann segði: ”Nú seti eg meg!” og eg royndi at toga á.
Men nú síggi eg, at íslendingarnir koma á hestbaki, tað var ferð í teimum. Teir komu til okkara og peikaðu okkum á portrið. Tá setti skiparin seg. Eg fekk hann aftur á føtur, og vunnu vit upp hús.
Hann bleiv hjálptur í song beinanvegin og eisini tríggir aðrir. Vit blivu teir flestu í hesum húsunum, sum vit komu fyrst til. Til matna vísti tað seg ikki at vera nógv til. Vit fingu kaffi og sukurmola. Tað vísti seg at vera lítið, tí vit vóru svangir. Men so bleiv ein stórur pottur settur út á komfýrin og feskur toskur varð koyrdur í pottin. Vit hjálptu til at fáa pottin at kóka. Tey høvdu bara turkaðar tonglar til at brenna. Tá tað var kókað, fingu vit fisk og smelt, og maturin bleiv betur og betur til hvørja máltíð. Tá vit høvdu etið, skuldu vit fara at sova. Vit fingu eitt sett av góðum undirklæðum.
Tann fyrsti svøvnurin hjá teimum flestu riggaði illa. Tað vísti seg sum at likamið var farið heilt út av funktión, tað var pína her og der. Tað var nógv beinini, tað gekk útyvir. Næstu ferð vit fóru at sova, breiddu vit ból á einum stovugólvi, og svóvu vit allir í einum bóli. Nakrir fóru í eitt annað hús. Øll klæðini blivu vaskaði. Eg haldi, at eingin hevði stivlar uppiá, tá vit komu til hús.
Men maskinmeistaran, Pól, hann komu teir so við, tá seint um kvøldið. Hann kom so at liggja inni í kamarinum, har eg og Ísakur úr Árnafirði svóvu. Tveir íslendingar arbeiddu uppá hann, tí teir uppdagaðu, at hann var ikki deyður, men Jógvan meintu teir var deyður, tá teir komu til hann. Men hann (Pól) fingu teir so lív í mitt um náttina. Tað var ein grúiligur gangur, hann helt, áðrenn hann hevði fingið skilið aftur ordiliga, tað gekk nógv yvir tann mannin.
Dagin eftir, fóru vit nakrir aftur til skipið. Tað vóru fleiri, sum ikki settu seg føran fyri at koma við. Tá høvdu íslendingarnir funnið trý lík. Sostatt fingu vit hesi trý lík heim við okkum umframt Jógvan, sum doyði, meðan hann sat undir varðanum.
Væl móttiknir
í Reykjavík
Annan dagin eftir, at vit eru komnir til hús, tá sigur skiparin, at tað var best at fara oman at kanna líkini, so vit kundu vera sikrir í, hvør ið hvør var. Tá fóru vit einir tríggir oman at loysa av teimum. Teir vóru bundnir inn í segldúkum. Tað sá nokkso óhyggiligt út, men vit settu merki á teir, hvør ið hvør var. Men ikki tí, tað bleiv eisini gjørt, tá teir vóru farnir í kistu í Reykjavík.
Vit komu har hósdag, og sluppu avstað haðani sunnudag. Hendan sunnudag kemur Elias Sofus Hansen í Gøtu inn í Thorleifshøfn við “Verdandi.” Hann frættir hesi tíðindi, hvat ið hent var. Hann fór í land ringdi til Selvog og fekk fatur í Dáva. Elias spurdi Dáva, um hann kundi hjálpa okkum. Sjálvandi kom tað ógvuliga væl við. Tað bleiv avgjørt, at Verdandi skuldi føra okkum til Grindavíkar. Har høvdu teir so forbindilsir við Reykjavík eisini. Bilarnir stóðu har til at taka okkum fólkið og líkini, tá vit komu til Grindavíkar.
Tá vit komu til Reykjavík á hotellið, tá orðnaði Dávur, at hann skuldi hava Ziska og meg á sama kamari. Men tað var longu orðnað, alt áðrenn vit komu, at skiparin skuldi hava kamar fyri seg sjálvan.
Alfred Petersen var missionerur tá haryviri, vit fingu eina velduga móttøku bæði av einum og øðrum, og av fleiri føroyskum kvinnum, sum vóru har og øllum møguligum. Eg sjálvur kendi serliga væl eina, sum var gift har, tað var okkara nærmasti nábúgvi í ungum árum, so eg var fyri tað nógva har hjá teimum, meðan eg var í Reykjavík.
Men tá vit komu hendan dagin vóru allir illa klæddir, eingin hevði nakað uppi á beinunum. Tí eg minnist, at tá vit vórðu førdir umborð í Selvog, at allir høvdu skótoy tá, men vit máttu koyra tað niðuríaftur bátin. Men tann sum var serliga illa klæddur, hann fekk eisini klæðir umborð á “Verdandi”. Vit fingu klæðir í Reykjavík, og vit vóru serdeilis væl móttiknir, tað skulu teir eiga, eisini eftir tað at vit vóru komnir til Reykjavíkar.
Tung heimkoma
Vit skuldu heimaftur við Drotningini (“Dronning Alexandrine”). Tað vísti seg, at har vóru bæði føroyingar og íslendingar um okkum, líka inntil at Drotningin var sigld. Drotningin hevði ongantíð verið á Klaksvík fyrr. Hon kom á Pollin við okkum, og har fóru vit so allir í land.
Eg minnist, at tað var ein tung løta, tá teir báðir beiggjarnir møttust, Kjølbro og Dávur. Tað komu einir tveir motorbátar út á Pollin eftir líkunum og eftir okkum.
Eitt lík kom heim seinni. Tað var Rasmus úr Kunoy, sum íslendingarnir høvdu tikið upp aftaná, men vit høvdu so fýra lík heim við okkum. Tað var faðir og sonur úr Tjørnuvík, og báðir bestamenninir. Tá vit so vóru komin í land, var tað mesta av Klaksvíkini har til at taka ímóti okkum. Har var serliga ein mamma, sum ofta rennur fram fyri meg. Sonur hennara (helst Karl Joensen) doyði, og vit høvdu altíð verið kammeratar. Eg minnist, at hon tók um hálsin á mær og vildi bara ikki sleppa mær aftur. Vit fylgdust so øll við líkunum heim í kirkjuna.
Líkini til Tjørnuvíkar fóru dagin eftir, og begravilsið var sama dag í báðum støðum, so vit sluppu ikki at fylgja, men vit vóru so ein sunnudag aftaná í Tjørnuvík.
Teir sum fórust:
· Jóan Magnus Høgnesen, bestimaður, Klaksvík, 31 ár, giftur
· Jógvan Elias Heinesen, Tjørnuvík, 45 ár, giftur, og sonur hansara
· Jóan Hendrik Heinesen, 21 ár, ógiftur
· Jógvan Thomassen, 2. bestimaður, Miðvág, 34 ár, ógiftur, men trúlovaður
· Rasmus Jacobsen, Kunoy, 39 ár, giftur
· Karl Joensen, úr Gerðum, Klaksvík, 22 ár, trúlovaður
· Óla Jákup Hansen, kokkur, á Selheyggi, Klakksvík, 44 ár, ógiftur
· Thomas Thomassen, úti í Bø, Svínoy, 44 ár, giftur
· Hans Jacob Andreassen, Langasand, 44 ár, einkjumaður
Teir, ið komu
aftur vóru:
· Dávur Joensen, skipari, f. 28.10 1889
· Ziska Jacobsen, f. 5.12 1900
· Erik Edvard Lassen, f. 8.1. 1907
· Poul Joensen, motorpassari, f. 26.11 1892
· Eli Elttør
· Óli Martin Samuelsen
Allir úr Klaksvík
· Eliseus Jacobsen, Syðrdalur K f. 24.4. 1894
· Ísak Justinussen, Árnafjørð f. 31.1. 1902
· Hans Kristoffur Olsen, Árnafjørð f. 17.5. 1884
· Kaj Thomassen, Svínoy. f. 19.10 1907. Sonur Tummas, sum doyði
· Mikkjal P. Eliassen, Kirkju, f. 1.9. 1889
· Kristian Karl Christiansen, Lorvík, f. 20.10 1892
Olaf Hjalmar Johansen, Hvalvík f. 5.2. 1902
· Thomas Thomassen, Miðvág, f. 4. 10 1883, beiggi Jógvan sum fórst
· Samuel Ellingsgaard, Miðvágur, f. 16. 6 1896
· Sigmundur Brestirsson Thomsen, Skúvoy f. 6.2. 1893
· Frederik Mikkelsen, Skúvoy f. 24.8. 1890
Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað frásøgnin hjá Ziska sjálvum, soleiðis hann geiddi frá hesi hending á gamalsaldrinum. Eisini verður greitt frá um Ziska sjálvan