Klaksvík: Fyri 64 árum síðani var Malena Purkhús liðug við real. Beinanvegin komu boð frá J.J. Jacobsens handli um at fáa hana til arbeiðis at passa bøkurnar, sum hon sjálv tekur til.
? Ja, eg varð biðin um at koma til arbeiðis hjá teimum, so har stóð eg í læru, haldi eg man kann siga, hóast tað tá í tíðini ikki var nakað, sum æt lærupláss, greiðir Malena blídliga frá.
Hon byrjaði á kontórinum í handlinum sum knapt 17 ára gomul og arbeiddi har í sjey ár. Har var matvøruhandil í neðra og toystova og skrivstova í erva.
Síðani tók hon sær av smærri avloysara uppgávum, inntil hon í 1950 giftist og seinni fekk børn og fór heim at passa tey og heimið. Hon og maðurin fingu seks børn, so Malena arbeiddi ikki aftur fyrr enn einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum.
Tá keypti elsti sonurin ein bát, og Malena játtaði at taka sær av bókhaldinum. Síðani tá hevur hon tikið sær av bókhaldinum hjá fyritøkum, sum tveir av synunum eiga. Ein av fyritøkunum er Faroe Salmon.
So í lítla kontórinum hjá sær heima við hús, hevur Malena sitið og ført mangar stórar upphæddir ? serliga tá alivinnan stóð í fagrasta blóma.
Men fyri tað sum alivinnan ikki hevur tað gott longur, so hevur Malena framvegis bøkur-nar at føra, tí sum hon sigur, so longi sum ein fyritøka er, so er bókhald eisini.
Flutti undir krígnum
Malena greiðir frá, at tá hon arbeiddi í handlinum hjá J. J. Jacobsen, tann sum er kendur fyri at eita hjá Kal, varð grundin løgd. Tær vóru fleiri, sum fingust við at bóka kassaseðlarnar frá hvørjum degi inn. Hetta gekk fyri seg við blýanti og pergamentpappíri, minnist Malena afturá, meðan hon hyggur yvir á telduna, sum hon hevur arbeitt við síðani miðskeiðis í áttatiárunum.
Hon minnist afturá, at tá bombingin undir krígnum var upp á tað ringasta, varð skrivstovan og tær, sum arbeiddu har, fluttar út í Grøv, til tann ringasti vandin var av.
? Stjórarnir vóru eftir í handlinum í Klaksvík, men vit vórðu allar fluttar út um býin. Hetta hevur ivaleyst verið fyri at tryggja okkum og fyri at alt ikki skuldi verða oyðilagt, um teir nú bombaðu handilin, greiðir Malena frá.
Hon arbeiddi hjá Kal í sjey ár og var síðani avloysari her og har, áðrenn hon gjørdi av at fara av arbeiðsmarknaðinum.
? Tað var ikki moderna tá, at kvinnur arbeiddu úti. Onkur einstøk gjørdi tað, men her í grannalagnum gingu allar mammurnar heima, greiðir Malena frá.
Aftur til bøkurnar
Miðskeiðis í sjeytiárunum keypti elsti sonur Malenu ein bát. Tástani byrjaði hon aftur at arbeiða eftir at hava gingið heima í meira enn 20 ár.
Malena hevur tó síðani hon byrjaði aftur ongantíð arbeitt uttan fyri sítt heim. Kontór hevur hon havt við hús allatíðina, og tað dámar henni avbera væl.
? At kunna arbeiða við hús er sera frítt. Tú gert sjálv av, nær tú setir teg, og nær tú gevst. Tað er deiligt, sigur Malena.
Kontórið er í dag eitt lítið rúm, har Malena hevur allar hentleikar. Telefaks, teldu, telefon, printara og alt tað, sum vanliga er á einari skrivstovu.
Malena hevur arbeitt út í eitt, síðani hon byrjaði aftur at arbeiða í sjeytiárunum. Og tá ein annar sonurin fór upp í alivinnuna, tók hon eisini tað bókhaldið á seg. Tað er ikki ov nógv sagt, at Malena hevur røkt tað arbeiðið einsamøll, sum fleiri onnur røkja á einari skrivstovu.
? Eg veit ikki, eg haldi ikki, at tað hevur verið meira enn til eitt fólk, sigur hon tó lítillátin.
Í dag situr hon við bókunum hjá Pf Taravík, Pf Polarlaks og Pf Faroe Smolt.
? Tað er alt tað sama, men heitini eru hvørsítt, greiðir Malena frá og leggur afturat, at tað er munandi minni at gera í dag enn fyri fýra árum síðani.
Ein dag í senn
Malena hevur júst rundað tey áttati, men hon orkar væl at arbeiða enn. Við teldu sínari og bókhaldsskipanini hjá Com-Data, Lundin, situr hon so gott sum hvønn dag og førir bøkurnar hjá fyritøkuni. Hon sigur, at tað so at siga altíð er okkurt at taka í.
Hon minnist væl, tá hon fekk telduna.
? Tað var tá einaferð mítt í áttatiárunum. Ein maður frá Com-Data kom og setti meg inn í nøkur viðurskifti, sigur Malena, sum als ikki heldur, at tað er so óvanligt, at ein 80 ára gomul kona dugir at fáast við teldu.
Hon vísir á, at øll tey, ið í dag skriva endurminningar ella hvat tað nú skal vera, arbeiða við teldu. Hon lærdi seg mest, meðan hon sjálv sat og arbeiddi við telduni.
Malena tykist at vera greið yvir, at hon ikki fer at arbeiða so longi afturat.
? Eg taki bara ein dag í senn, og so fáa vit at síggja. Men tað góða við, at eg eri við hús, er, at eg geri jú sjálv av, hvussu mín arbeiðsdagur sær út, sigur Malena, sum fer at halda jól saman við onkrum av børnunum og teirra familjum.
Um hon skal arbeiða millum jól og nýggjár, veit hon ikki enn.
? Um tað verður nakað arbeiði, so arbeiði eg. Um ikki, so havi eg frí, sigur Malena Purkhús brosandi at enda.









