82 biografsetur, 2 áskoðarar og ein serur filmur

Hugleiðingar um filmin »Færøerne.dk«, sum Ulla Boje Rasmussen hevur instruerað og fotograferað

HugleiÐIngar
Rolf Guttesen

Hóast hampiliga góð ummæli í donsku pressuni, hevur hesin filmur ikki verið nøkur magnet, ið hevur drigið nógvar áskoðarar inn at hyggja. Hann hevur gingið í longri tíð í einum lítlum biografi »VesterVovVov« tætt við Vesterbrogade í nakrar vikur. Men hvønn dag bert kl. 13.45, men tað eydnaðist mær at fáa stundir ein sunnudag herfyri. Tað sum er endurgivið sum citat, er eftir notum sum eg royndi at skriva niður í biografmyrkrinum, so kanska er ikki alt orðaraðið, men næstan.
Eg keypti mær billet, og setti meg innar í høllina. Hugdi runt og varnaðist , at eg sat púra einsamallur, skimaðist runt og taldi øll setrini tvær ferðir. Tonkti at nú hava fólk í Danmark endiliga tjansin at fáa upplýsing og dokumentariskt tilfar um viðurskifti og føroyskan politik, og so tímir eingin at koma. Tað var vánaligt. Jú, í síðstu løtu kemur ein ungur maður innum og setir seg á aftastu rekkju. So belegningurin hækkaði frá 1,2 til 2,4 %.

Inngangurin
Fyrstu bíløtini eru ovurflott, við tyrlu fúka vit framvið brimandi klettastrond og upp um Brúnaskarð, og til hábærsligan og dramatiskan strúkaramusikk dagar Kallsoyggin fram. Spikarin greiðir frá: »Denne film skal handle om Færøernes kamp for selvstyre«. Men mótspælið frá Nyrup verður lagt fram beinanvegin: »Så bliver der 4 års overgangstid«. Tað undraði meg, at anonyma røddin brúkti orðini »kamp for selvstyre«, tí Føroyar hava seinastu 50 árini havt sjálvstýri (autonomi), sum kann hava nógvar formar. Føroyska sjálvstýrið er víðkað so hvørt sum búskapur og politiskur vilji heva verið til tess. Hví brúkti spikarin ikki orðið »republik«? Var tað ikki tað, sum var málið við hesum samráðingum?
So trínur fyrsti maður framm á pallin. Høgni Hoydal forklárar á flótandi donskum: »Selvstændighed vil give et bedre og rigere forhold til omverdenen og Danmark«. Punktum. Hetta hava fólk hoyrt nakrar ferðir fyrr, men hvat er galið í løtuni. Hetta kundi hann greitt áskoðarunum frá, men tað bleiv bert eitt postulat.

Fyrsta samráðingarumfar
Vit eru við á fundi í Landsstýrinum. Tað virkar heldur kaotiskt, nógv rok og snakk. Strategurin Hoydal sigur lítið ella einki, men partamaðurin Karsten Hansen sker í gjøgnum við sannførandi rødd og sigur: »Vit hava eina sak, tað hava danir ikki«.
Henda tankagongd man vera vanlig hjá nógvum tjóðveldismonnum; ein religiøs trúgv uppá at teir hava eina sak. Og ikki bert eina sak, men sakina, tað einastu røtu, sonnu sakina. Hini hava onga sak, tey eru heidningar. Vit eru tey útvaldu.
Høgni Hoydal tekur samanum áðrenn fundurin endar. Hann krympar eyguni saman sum ein annar John Wayne og peikar yvir á Annfinn Kallsberg: »Vissi tú kiksar, so hava vit mist alt«. (Legg merki til hvussu hann brúkar orðini tú/vit).

Annað samráðingarumfar
Nú sleppur Nyrup frammat, og greiðir frá grundleggjandi sjónarmiðunum hjá donsku stjórnini: »Den danske regering vil ikke modsætte sig et ønske fra det færøske folk. Regeringen vil respektere en afgørelse, men så må man også tage det økonomiske ansvar«. Hetta má sigast at vera púra greið tala, sum á ongan hátt kann misskiljast. Men summir stívrendir fullveldismenn vilja ikki skilja hetta, men tosa heldur um danska kúging, bæði so og so.
Seinni verður støðan hjá Nyrup undirstrikað einaferð aftrat: »Regeringen ser helst, at Rigsfællesskabet bevares, men beslutningen må tages på Færøerne.« Í hesi støðu kundu menninir farið heim og útskrivað eina fólkaatkvøðu, og spurt veljararnar: »Hvat vilja tit? Varðveita eina støðu í Ríkisfelagsskapinum, ella hava loysing og fullveldi?«
Men Hoydal hevur aðra áskoðan: »Nei, evsta vald er í Føroyum hjá Løgtinginum!« Nú er ringt at vita akkurát, hvussu hesi orðini eru fallin. Klippingin av filminum hevur nógv at siga. Men tað ljóðar, sum fokus í samráðingunum ikki liggur fast. Tí tað næsta sum verður tikið upp av føroysku samráðingarnevndini, er eitt uppskot um at skipa sambandið landana millum sum eina »Free Association«. Og til hetta svarar Nyrup: »Lad os kigge på det på en åben måde«.
Men so kemur chokk-meldingin. Ein kanning vísir, at bert 25 % av veljarunum taka undir við fullveldinum, um skiftistíðin verður 4 ár. Humørið hjá Hoydal er í botni, Kallsberg situr og smírist, Neystabø studerar ein kúlupenn.

Triðja umfar
Nú ljóðar sum Hoydal hevur funnið eina nýggja kanin. Kunnu vit ikki finna uppá nakað heilt nýtt? Brúka oljuna, sum vit eiga í landgrunninum sum trumf? Eg fangaði ikki rættiliga logikkin í hesum, men kendi, at einaferð enn flyttist fokus í samráðingunum. Ikki loysing og skiftistíð, ikki free association, men keypa politiskt eftirlæti fyri olju, - - - sum enn ikki er funnin. Men einki kom burturúr hesum heldur.
Eitt referat ella fyribilsreferat, sum Skårup (Dansk Folkeparti) missir niður á borðið hjá einum føroyskum tíðindamanni, sum beinanvegin letur harra Hoydal tað, fær vælmannaðu føroysku sendinevndina heilt uppá gos. Menninir banna, og eyguni flakka runt og upp undir loft. Ein forkláring uppá hesa total-fiasko má finnast, ja, danir hava bert látist at vilja samráðst. Teir hava ikki tikið okkum í álvara! Uttanlandaserfrøðingurin Hergeir Nielsen sigur so tey forloysandi orðini: »So lítið virða danir okum, og fanon.« Hoppaðu teir allir í eina fellu, sum Skårup legði?
Ragga so pøstir til húsa heim.

Fjórða umfar
Aftur ráðleggingarfundur í Tinganesi. Embætismenn tosa í eyst og vest. Hoydal fær eitt nýtt hugskot: »Alt hitt var mislukkað, nú mugu vit samráðast um nakað annað. Vit skulu gera upp við danir!« Nú er ikki spurningur um fullveldi og skiftistíð, ella evsta vald hjá Løgtinginum, ella free association, ella oljukompensatión. Nú skulu danir tvingast til at viðurkenna at føroyingar eru ein tjóð. Hetta er so eitt nýtt fokus.
Ein kvinnurødd forklárar, at tvey orð eru brúkt í Heimastýrislógini § 1. Á donskum: selvstyrende folkesamfund, á føroyskum: tjóð. Men kvinnurøddin leyp inngangin um, og har stendur á donskum: »I erkendelse af den særstilling, som Færøerne i national, historisk og geografisk henseende indtager indenfor Riget?«. So eingin danskur politikari hevur síðan 1948 verið í iva um at føroyingar vóru ein serstøk tjóð. Tí hesin partur av Heimastýrislógini sigur klárt, at Føroyar hava eina nationala serstøðu í Ríkinum, ella við øðrum orðum: eru ein natión ella tjóð. Sjálvandi nyttar lítið at spilla tíð uppá samráðingar um fiktiv, ikki-eksisterandi problem.
Tí er tað einaferð enn Nyrup, sum einsamallur á pressufundi (føroyingar spældu fornermaðir) vendi aftur til kjarnan í málinum: »Det der skiller er økonomien«.
Eisini Edmund Joensen hevur gjøgnumskoðað tað hopleysu føroysku strategiina: »Tit uppfinna alla tíð nakað nýtt.«
Hevði samráðingarnevndin duga at samráðst, hevði hon hildið fasta kós og fokus, hevði hon havt tol, og hevði Hoydal duga at skikka sær, eisini tá hurðarnar vóru afturlætnar (ógvuslig ryktir ganga millum danskar politikkarar um, hvussu Hoydal skikkaði sær), er eingin ivi um at teir kundu fingið eina skiftistíð uppá 10-12 ár.

Mismót og klandur
Heimkomnir ongul í reyv fara allir at skeldast og berjast. Rúkandi ósemja. Fólkaatkvøða skuldi vera 26. maj. Men hon bleiv avlýst av løgmanni, sum helst meinti, at einki var at atkvøða um, tí einki úrslit kom burturúr samráðingunum. Hoydal ger so nakað sum nærkast einum statskvetti, fer í Løgtingið við einum atkvøðuuppskoti, meðan Løgmaður er á uttanlandaferð. Men Løgmaður gevur honum (politiskt) nevan á kjaftin, so Hoydal liggur flatur.
Seinast í filminum skal Hoydal forklára støðuna, strategiina og hvat nú er at gera. Men tað er klárt, at nú koyrir hann tómgongd, hann hevur mist tráðin.

Endin
Filmurin endar við at siga frá, at Kallsberg og Hoydal hildu fram í Landsstýrinum, men at Neystabø »forlod politik«. Ja, ja hon bleiv koyrd av øðrum orsøkum. Skifti flokk, men fekk einki fyrstapláss á listanum, og hevur síðani livað eitt friðarligt og arbeiðsamt lív.

Hin áskoðarin
Í tí hin áskoðarin reisist og fer út, hyggur hann uppá meg, og sigur: »Det var da på en måde meget spændende, men jeg blev ikke meget klogere. Men du, hvad f?. var meningen med den der lille, skidengrønne Fiat? Mon den tykke og den tynde overhovedet taler sammen i dag?« Eg fekk ikki svarað honum, eg var ov seinur at pakka saman og lata meg í jakkan. Men nú vóru nógv fólk í caféini í forhøllini. Tey ætlaðu sær at síggja filmin »Good-bye Lenin«, sum eg tó ikki hevði stundir at beríka meg við henda sunnudag seinnapart.

Virðið í filminum
Tað er trupult at gera ein film um samráðingar, sum eru lukkaðar, sum fotografurin ikke hevði atgongd til. Tí máttu ymis knep brúkast fyri at fylla út. Her fáa tveir tíðindamenn á Christiansborg ein stóran leiklut: Til tíðir so stóran, at politikkararnir verða næstan gloymdir. Arbeiðslagið hjá teimum er so háttað, at væl ber til at byggja upp ein stemning av intensiteti og spenningi.
Hetta við at fylla tómar periodur út, fær til tíðir løgnan ella komiskan dám. Í einum parti av Christiansborg eru teir kongaligu hestastallarnir. Fotografurin hevur so fylt kassan við bíløtum frá venjingum í garðinum við gull-karet, husarar í pyntiligum uniformum og vid trompet og øðrum fínum. Sum kontrast kemur so ein skræpugrønur lítil Fiat ella Renault-bilur við nummarplátuni DP 915 koyrandi fleiri ferðir eftir havnargøtum. Sjafførurin er varaløgmaður.
Í bíløtunum verður Hoydal høvuðsnummarið í filminum, bæði tá hann kemur politiskt til orðanna, og sum ífyllu-bíløt, har hann stendur hugsunarsamur í onkrum vindeyga og guvar sær eina sigarett, Prince of Denmark. Ella tá hann fær Drotninga-besøk, og skal vísa Hendrikki prinsi av Danmark runt úti á Reyni.
Henda yvirvekt á bílætasíðuni, sum fokuserar uppá varaløgmannin, svarar ikki til nakra yvirvekt á politisku síðuni. Tað følist ikki sum Hoydal er tann reyði tráðurin. Hann og ráðgevarar mala runt á politiska pallinum.
Filmurin er serur í tí, at fyrstu upptøkurnar fóru fram uttan at vita hvussu endin fór at verða.
Men hást óvissa endan má sigast hat hann avgjørt hevur virði sum løtulðsing. Hann er eitt slag av dokumentarimsu, sum ikki krevur at verða objektivur ella neutralur. Hetta er sostatt politiska spælið, sum annar parturin sær tað. Tað dokumentariska merkir sostatt bert, at filmurin er tikin upp á staðnum, meðan hendingarnar fóru fram. Og tað skiftandi forholdið millum Kallsberg og Hoydal, frá sympati til hatandi antipati, kemur klárt fram. Eisini teir ymsu ráðgevarnir hvør sær og saman í flokk eru vællýstir, ikki tí at tað er ein positiv lýsing. Nærmast ein høsnaflokkur, sum ongar royndir hevur í internationalum samráðingum. Ein orsøk til vánaliga úrslitið man skula finnast millum hesar bakmenn.

Um so var??
Hevdi úrslitið verið eitt annað, hevði Hoydal verið nóg drivin til at fáa sín vilja og politikk ígjøgnum, so hevði filmurin helst eisini havt annað navn. 'Færøerne.dk' er ov smátt. Kanska hevði U.B. Rasmussen so valt »Viljens triumf« ella »Hoydal.fo«.
Tað eingilska navnið »Rugged Road to Independence«, sum Dansk Filminstitut brúkar á eini heimasíðu, er heilt gott. Men á somu heimasíðu, fáa vit at vita, hvør ið hevur stuðlað produktiónini, og fáa at vita at 'Prime Minister's Juridical Office of the Faeroe Islands' og 'Ministry of Education'. Kann tað passa, at landsstýrisdeildin hjá Hoydal, hevur stuðlað ein film um sjálvan Hoydal?